Arbeiðir tú við at gera mat til onnur?
- Kanska á eini starvsfólkakantinu?
- Ellisheimi?
- ella tú hevur tína egnu Kafé?
So er hettar skeiðið heilt sikkurt til tín!
Tá tú arbeiðir í einum køki, hevur tú altíð nógv um oyrini. Tí hevur tú kanska ikki stundir at seta teg at granska nýggjar uppskriftir og finna tær nýggjan íblástur.
Sjálvandi gert tú tað onkuntíð allíkavæl, tá tú ert komin heim. Men tað er ikki tað sama, sum at seta 2 heilar dagar av, til júst at fáa íblástur og góð ráð.
Ein annar fyrimunur við at koma á skeið er, at tað er sera gott og gevandi at hitta onnur, ið eins og tú arbeiða við at gera mat. Luttakarar hava viðmerkt, at tað er sera gott at møta øðrum, og fáa íblástur og sparring frá øðrum í sama faki.
Dentur verður lagdur á at maturin er nemmur og lagaligur at gera til nógv fólk, hóast tú ert einsamallur/einsamøll í køkinum. Vit fara eisini at tosa um hvussu vit brúka restir til eitt nú matbreyð og tertu.

Kom og nørdast ein heilan dag við breyðdeiggi 😊
Fyrsti dagur: Tann stóri breyð- og bakidagurin.

Vit fara at læra um breyð, gluten og ymisk sløg av mjøli, ið kunnu fáa breyðið bæði sunnari og at smakka betri. Vit fara at royna okkum við súrdeiggjbakstri, har vit fara at hava fokus á elting og ganging.
Og sjálvandi fara vit at hava fingrarnar í deigginum so vit ordiliga læra at kenna hvussu eitt gott deiggj skal følast í hondini. Vit gera eitt grunddeiggj, ið kann nýtast til lekkurt matbreyð, hetta kann verða fylt við restum so vit minka um matsoysl. Deiggið kann eisini brúkast til at gera lekkrar súrdeiggjbollar og annað við.
Og veitst tú hvat? 😉
Gorm tekur ein avleggara av sínum egna 15 ára gamla súrdeiggi við, og hvør luttakari kann fáa sín egna klump við heim at nøra 🤩
Fá prei til vælsmakkandi, nemman og budgetvinarligan OnePot, ið nemt kann gerast til nógv svong fólk.
Annar dagur: OnePot

OnePot hvat er tað? hugsar tú.
Jú, jú, OnePot er nakað so genialt sum ein grýturættur har alt verður gjørt í somu grýtu. Tað er budget vinarligt, nemt og smakkar heilt fantastiskt. Ein rættur, tú ikki mást standa uppiyvir, men sum passar seg sjálvan. What’s not to like?
Vit fara at byrja dagin við grund teori um hvussu tú generelt byggir ein grýtirætt upp, serliga ein Onepot. Vit fara at tosa um ymisk sløg av kjøti og tey ymisku stykkini.
Vit fara eisini at gera OnePot, sum vit aftaná fara at njóta í felag.
Dagurin endar við tertum.
Tertur eru sera góðar til miðmála. Um tú hevur eina góða grunduppskrift til ein tertubotn og ein eggjastand, so eru møguleikarnir óendaligir hvat tú kanst koyra í tína tertu. Tertur eru eisini góðar til at brúka tær restirnar tú hevur í køliskápinum og harvið minka um matoysl.