Skeið til tín, sum arbeiðir við at gera mat til onnur!
Kom og forkela teg sjálva/n | Motivatión og íblástur og nógv nýggj prei
Tá tú arbeiðir í einum køki, hevur tú altíð nógv um oyruni og lítið av tíð til, at seta teg niður at granska nýggjar uppskriftir, nýggjar smakkir osfr.
Onkuntíð gert tú tað kanska álíkavæl, tá tú ert komin heim, aftaná ein langan arbeiðsdag. Men sum øll onnur, so hevur tú eisini tørv á at fáa íblástur frá øðrum, fáa prei og hugskot til, hvussu tú kanst seta eina spennandi matskrá saman til tey, sum tú gert mat til.
Tað hevur týdning at hava sunnar vanar, og tí arbeiða vit á hesum skeiðinum við rávørum frá árstíðini, vit eru í. Einki fer til spillis; allur maturin verður brúktur. Vit blaka einki í skrell.
- Arbeiðir tú við at gera mat til nógv fólk?
- Í einari starvsfólkakantinu?
- Barnagarði?
- Catering?
- Ella hevur tú kanska tína egnu lítlu kafé?
So kom við á hetta skeiðið og fá eina rúgvu av prei’um til, hvussu tú kanst gera vælsmakkandi, mettandi og sunnan mat!
Skeiðið verður hildið í einum skúlakøki. Tað er ikki lætt at fáa fatur á skúlakøki, samstundis, sum tað liggur fyri hjá Anne Hjernøe at koma til Føroya, men tað hevur eydnast;)
Á hesum skeiðnum fara vit saman við Onnu Hjernøe at fordjúpa okkum í, hvussu vit fáa matin at smakka av meira, metta meira og røkka til øll.
Kom og fá íblástur og nógv prei frá Anne Hjernøe!
Anne Hjernøe hevur inspirerað nógv fólk, bæðí umvegis skeið, fyrilestrar, sjónvarpssendingar og ikki minst við hennara bókum?
Tá tú skalt gera mat til nógv fólk, mást tú hugsa kreativt og við skili.
Innihald á skeiðinum
- Hvussu brúka vit grundsmakkirnar best?
- Hví er konsistensur so týdningarmikil fyri smakkin og fyri hvussu metta/n, tú følir teg?
- Vit fara at gera eina ørgrynnu av løttum, sunnum rættum og fáa nýggjan íblástur.
- Eisini teir klassisku rættirnar fáa vit nýggj perspektiv uppá.
- Vit sparra og fáa hugskot frá hvørjum øðrum.
- Arbeitt verður við kjøti, fiski og grønmetisrættum.
- Eisini skulu vit læra at gera broyskið pynt og súlta m.a. grønmeti.
Matur skal vera sunnur og smakka væl, umframt geva tær nógva og góða orku. Matvørur frá árstíðini, vit eru í, er betri fyri okkara umhvørvi, og er eisini gott fyri tann búskaparliga partin. Hetta fara vit eisini at hoyra meiri um.
Matspill
Í dag er nógv fokus á matspill, sum eisini er eitt hjartamál hjá Anne Hjernøe. Hon leggur dent á at hava sunnar vanar, brúka rávørur frá árstíðini og at einki skal fara til spillis, einki skal í skrell. Tað fara vit sjálvandi eisini at umrøða á skeiðinum.
Tá tú kemur heim frá hesum skeiðnum, hevur tú nógvar nýggjar uppskriftir við heim, umframt íblástur til eina kreativa, litríka og skilagóða matskrá.
Undirvísari: Anne Hjernøe
