Loading Events
Skeið 29. - 30. apríl 2019

Lær at samráðast – og fá avtaluna í hús

29. - 30. apríl 2019
09:00 - 17:00
Tilmeldingarfreist
25. mars 2019, 00:00
20 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
13900 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,8/10
Melda til

Kom á skeið við Keld Jensen
– samráðingarguru & samstarvsserfrøðingur

At duga væl at samráðast hevur sera stóran týdning fyri, um tú hevur succes ella ikki. Bæði í arbeiðslívinum og privat. Dugnalig samráðingarfólk skapa betri úrslit á arbeiðsplássinum og hava enntá betri lívsgóðsku. Hetta sigur ein av Top Thought Leader in Trust 2016 (og 2015), Keld Jensen, sum er skeiðsleiðari.

Vit liva í einari tíð, har tað mesta er “til forhandling”. Nógv av okkara tíð fer til at argumentera fyri hesum ella hasum. Forhandlingar – ella samráðingar – er ein partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Óansæð um tú stendur yvirfyri starvsfelaganum, stjóranum, veitaranum ella einum á heimafrotninum, so handlar tað um at sannføra tey um, at títt hugskot er gott – tað besta – og at tey eiga at stuðla tær í tí. Sambært samráðingarserfrøðinginum Keld Jensen, so hava vit árliga millum 8-10.000 samráðingar.

  • Men dugur tú nóg væl at samráðast?
  • Fært tú sum mest burturúr, hvørja ferð?
  • Dugur tú teknikkin?
  • Dugur tú at tryggja, at bæði tú og mótparturin hjá tær, kenna at tey fáa nakað burturúr?
  • Hava tit eina greiða samráðingarstrategi á tykkara arbeiðsplássi?
  • Ella – hóast tú fyrireikar teg – er tað so kanska meiri tilvildarligt, hvørja strategi tú velur?

Vit fara í dýpdina við
| Smartnership og Negoeconomics |

Tað var gott at sleppa at nýta tey amboð, ið vóru gjøgnumgingin, í praksis. Eitt nú lærdu vit at hyggja eftir heildini í einari forhandling. Síggja tey fjaldu virðini.

– Ragnar O. Sundstein, Looknorth

Gott at tað var blandað teori og praksis. Eg eri nú betri fyrireikaður til samráðing, og ein opnari samráðingarhátt

– Heri Joensen, Fiskimálaráðið

Tað sum serliga fangaði mín áhuga var "Samarbejde giver en større pott".

– Eyåfinn Debes, Strandfaraskip Landsins

Nógv góð dømir, og ein sera kompetentur undirvísari. Serliga gott at læra um týdningin av at strukturera og fyrireika seg til samráðingar. Áhugavert at fáa 'staðfest' møguleikarnar í SmartnerShip.

– Eyðbjørn Brimnes, stjóri, LBF - ráðgevandi verkfrøðingar

Details

Start:
29. apríl 2019 @ 09:00
End:
30. apríl 2019 @ 17:00
Cost:
DKK13900
Event Categories:
, ,

Tilmelding

20 available
Samráðingarteknikkur - Apríl 2019DKK13.900,0029. apríl 2019 kl. 09.00-19.00 30. apríl 2019 kl. 09.00-17.00

Please fill in all required fields