Search by
Loading Events
Skeið 25. januar 2023

Lær Outlook | Fá yvirlit yvir tínar teldupostar og tær snildu funkurnar

25. januar 2023
09:00 - 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1600 u/MVG
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,1/10
Melda til

Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook

  • Brúkar tú dagliga Outlook?
  • Kennist tað sum um tað eru 1000 ár síðani, at tú hevur verið á skeið í Outlook
  • Hevur Outlook fingið nýtt snið og nýggjar funkur, sum tú als ikki dugur?
  • Veitst tú, at hesar nýggju funkurnar eru faktiskt sera snildar og kunnu gera arbeiði hjá tær nógv lættari og stuttligari?
  • Fært tú barasta ikki tikið teg saman at læra tað?

Uppá bert ½ dag…

… kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Onkrar av teimum kennir tú kanska, men eg lovi tær, at nógvar (ordiliga góðar) hevur tú ongantíð hoyrt um ella sæð. Hóast tær slett ikki royna at fjala seg uppá nakran máta.

Einki er so irriterandi og frustrerandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, sum tú bara ikki dugur.

Tú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur um fleiri av funkunum og hugsa:

“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?”

 

Luttakarar siga:

 

“Eg nýti nú funkur, sum eg als ikki hugdi at áðrenn.”


“Vit lærdu nógvar “smutvegir” og nógv annað, ið eg komi at brúka.”


“Eg komi at klippa burtur úr heimasíðu okkara og leggja leinkju til útkliptu myndina.”


“Eg komi eisini at gera mær ymiskar signaturar og fleiri fastar tekstir.”


“Eg havi broytt mítt Outlook til, at eg kann lesa teldupostar, uttan at teir síggja út sum lisnir, tvs. at eg nú skal dupulttrýsta á teldupostin,  fyri at hann skal síggja lisin út. Hetta er gott, tí vit eru fleiri, ið síggja felags postkassan, og eg brúkti nógva tíð uppá at gera teir ólisnar út aftur.”


 

 

Dámdi sera væl skeiðið og undirvísingarháttin. ì Lýsingini beiv greitt frá hvat undirvíst bleiv i, og livdi lýsingin upp til tað vit fingu. Sera greið undirvísing, har undirvísarin eisini var uppmerksamur at øll vóru við, áðrenn fari var víðari.

– Jóhan Blábjørg, Keypssamtøkan

Eg lærdi nógvar funkur í Outlook, ið kunnu hjálpa mær framyvir, mær dámdi væl at tað var "tætt til undirvísaran".

– Bjarni Nygaard, Tvøroyrar Kommuna

Fysisku rammurna vóru perfektar, og at tad vóru fáir skeiðluttakarar. Sera læruríkt og spennandi.

– Jórun U. Johansen, Landsapotekarin

Details

Date:
25. januar 2023
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
kr.1.600,00
Event Categories:
, , ,

Organizer

Synergi

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Lær Outlook
kr. 1.600,00
9 available