Kundi tú hugsað tær at duga at handfara fjálturin, tá tú leggur fram/heldur talu?
Nógv dáma als ikki at halda talur ella leggja fram. Tað er meira vanligt, enn tú kanska heldur. Í veruleikanum kennir ein stórur prosentpartur av okkum ótta, tá vit skulu tala fyri einari fjøld. Faklærd, ófaklærd, ung sum gomul. Fólk við hægri, miðal og lægri útbúgving. Fjálturin finst millum okkum øll, óansæð hvørji vit eru.
Mást tú traðka fram av og á? Hóast tað ikki júst er tað, tær dámar best?
Tað kann lærast👇
Kanska er títt arbeiði hátta soleiðis, at tú av og á mást traðka fram og siga nøkur orð? Við starvsfólkini, stjóran, nevndina, kundar ella onnur? Kanska er tað ikki akkurát tað, sum liggur best fyri hjá tær ella er tað, sum tú tímir og dámar best? Tað góða er, at tað kann lærast, so tað fer at fella lættari.
Púra vanligur atburður
Tað kennist óhugaligt og mann verður spent/ur og fjáltur kemur á. Hetta er púra vanligur atburður. Orsøkin er ofta, at mann ikki er vanur við so nógv uppmerksemi frá eini størri ella minni fjøld av fólki. Nøkur hava ampa av tí trýstinum, sum er bundið at uppmerkseminum frá áhoyrarunum. Tey gerast stív og eru ikki ordiliga til staðar. Fyri onnur virkar ampin og fjáltrið meiri sum brennievni.
Tað er ein myta, at tað er gott at kenna fjáltur á sær
Tað er ein myta, at tað er gott at kenna fjáltur á sær áðrenn eina framløgu. Tað er ikki rætt. Framløgan verður ikki betri, tá tú kennir fjáltur ella ótta. Tað góða er, at tú kanst læra at stýra óttanum, so tú kennir teg trygga/n, tá tú leggur fram.
Á hesum skeiðinum lærir tú, hvussu tú handfer ampan og trýstið tú følir, tá tú skalt tala ella leggja okkurt fram. Tú lærir at improvisera, tá okkurt ikki gongur sum ætlað, og tú fert eisini at læra, at tað ikki altíð er neyðugt at brúka PowerPoint ella at skriva alt út á eitt pappír, orð fyri orð. Stutt sagt lærir tú at blíva ein meira fríur, livandi og tryggur talari.
Vit taka útgangsstøði í einari metodu…
Vit taka útgangsstøði í einari metodu, sum ger tað møguligt at tillaga venjingar og amboð, so tey passa til hvønn einstakan luttakara. Alt fyrigongur undir tryggum og góðum umstøðum, so tú allatíðina kennir teg væl.
Læruháttur
Teori um framløguteknikk, innleiðsla til týðandi amboð og praktiskar venjingar við fokus á egnar uppgávur, íroknað feedback.