Loading Events
Skeið 15. oktober 2018

Lær at handfara trupla atferð v/Bo Hejlskov Elvén

15. oktober 2018
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
28. september 2018, 00:00
Tórsgøta 19
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1480 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 10/10
Melda til

Lær at fyribyrgja og handfara trupla atferð

“Man kann ikki annað enn blíva bergtikin av menniskjasýninum hjá Bo Hejlskov Elvén.”

Nakað soleiðist segði ein av luttakarunum frá seinast. Og rætt hevur hann.

 

Bo dugur heilt einastandandi væl at vísa viðring fyri menniskjum, hóast tey hava stórar avbjóðingar. Hann hevur drúgvar royndir og megnar væl, at fáa áhoyrarnar at seta seg inn í støður, við at taka dømir úr sínum gerandisdegi.

 

Men hvat er trupul atferð?

Trupul atferð er atferð sum onkur heldur er trupul. Tvs. um tú gert okkurt sum er ein trupulleiki fyri meg, ella sum eg ikki megni at handfara, so haldi eg at tú hevur eina trupla atferð.

Tað kann bæði vera í minni mun – t.d. sum at eitt barn ikki vil samstarva, ella í størri mun – at ein persónur er harðligur ella skaðar seg sjálvan.

Hesar støður mugu vit duga at handfara – líkamikið um tað er í leiklutinum sum lærarari, pedagogur,   røktarfólk av ymiskum slagi, saksviðgeri, móttøkufólk ella foreldur.

 

Tann sum tekur ábyrgd kann ávirka

Um vit ikki hava ein góðan máta at handfara ein trupulleika uppá, hava vit lindi til at lata ábyrgdina frá okkum.

Eitt nú finna uppá at skylda uppá:

  • tey avvarandi
  • okkara stjóra ella politikararnir
  • persónin tað snýr seg um

Tað er umráðandi at vit tora at taka ábyrgd, um vi veruliga vilja hava ávirkan.

 

Vit mugu duga at handfara truplu atferðina, áðrenn vit kunnu broyta hana

Temadagurin snýr seg um, hvussu vit arbeiða við atferðartrupulleikum og harðskap út frá hugsjónini, at vit eru noydd at duga at handfara truplu atferðina, áðrenn vit kunnu broyta hana.

 

Vit læra ymiskar metodur

Vit fara at hyggja at metodum at handfara atferðartrupulleikar, metodur at eftirmeta tær støður, har truplu støðurnar eru og metodur at gera broytingar, soleiðis at vit sleppa undan at tað sama hendir aftur.

Dugdi væl at fáa meg at seta meg inn í ymiskar støður og sum eg heilt víst kann brúka aftur í mínum arbeiði

– Luttakari 2017

Eitt fantastiskt skeið við fantastiskum skeiðshaldara. Hann dugdi sera væl at fanga meg. Hann var einfaldur at skilja og tilgongdin til evnið var fantastiskt.

– Luttakari 2017

Fekk nógv "aha upplivilsir" og havi longu brúkt nógv frá skeiðinum

– Luttakari 2017

Tað sum var serliga gott var menniskjasýnið hjá skeiðshaldaranum. Umframt hetta, eisini tey ítøkuligu námsfrøðiligu amboðini hann præsenteraði.

– Luttakari 2017

Eg havi fingid nógv gód ambod at brúka til næmingar vid trupulleikum

– Luttakari 2017

Details

Date:
oktober 15
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
DKK1480
Event Categories:
, ,

Venue

Tórsgøta 19
Tórsgøta 19
Tórshavn, 100 Faroe Islands

Tilmelding

54 available
Lær at handfara trupula atferðDKK1.480,00

Please fill in all required fields