Loading Events
Skeið 16. september 2019

Lær at gera fotobók

16. september 2019
17:00 - 21:00
Tilmeldingarfreist
12. september 2019, 12:00
Tvørgøta 13
Tórshavn
12 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
474 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 10/10
Melda til

Uppá eitt kvøld >>
Lærir tú at gera fotobók – hóast tú ikki ert grafikari 

Kennir tú hetta aftur >>


  • Tú hevur eina rúgvu av myndum liggjandi.
  • Á telduni, á telefonini, á tí gomlu telefonini, á …
  • Tær leingist eftir, at fáa skil á og yvirblikk yvir myndirnar tú tók av barnadópinum, teimum fyrstu fetunum, fyrsta skúladegi, konfirmatiónini, studentaveitsluni, konsertini, brúdleypinum, silvurbrúdleypinum ella 80 ára føðingardegnum hjá mammu tíni?
  • Tú ert troytt/ur av, at skula scrolla gjøgnum 1000 myndir, fyri at finna tí bestu at vísa mammu tíni ella vinmanninum?
  • Hevur tú eisini onkran harddisk, har tú einaferð legði nakrar myndir?)
  • Tú gongur faktiskt runt við ringari samvitsku og ert eitt sindur ørkymlað/ur, tí myndirnar liggja so óskipaðar á tínari teldu?
  • Við jøvnum millumbili spøkir tankin um, at tann gamla teldan knappliga er ov gomul og fer at krasja?
  • Faktiskt fært tú sjálvdan tikið teg saman, at hyggja eftir myndunum, so tú fært uppliva løturnar saman við børnunum/foreldrunum/vinfólkunum… av nýggjum.

 

Kundi tú hugsa tær >>


  • At havt eina myndabók við myndum frá runda føðingardegnum hjá mammu tíni, so tú kundi havt onkrar hugnaløtur saman við henni, har tit upplivdu dagin aftur?
  • At havt eitt hugnakvøld saman við familjuni, har tit saman hugdu at myndum frá seinastu feriuni tit høvdu?
  • At havt eina bók, har tey fyrstu árini hjá børnunum vóru lýst við myndum?

 

So havi eg 2 tíðindi til tín
– eini ring og eini góð >>


#1 | Tey ringu tíðindini >>

Um tú einki gert. Um tú bara heldur fram við at klikkja og taka nógvar myndir (kanska fleiri 1000 um árið), so verður tað meiri og meiri óyvirskoðiligt hjá tær. Men tað hevur tú helst roknað út;))

 

#2 | Tey góðu tíðindini >>

Tú kanst læra at gera fotobøkur.
Í flottum design.

Og tað er ikki neyðugt hjá tær, at vera útbúgving grafikari, fyri at fáa eitt flott design í tínum bókum. Tá tú gert fotobøkur, so verður tú noydd/ur til, at velja tær bestu myndirnar út frá t.d. feriuni til Mallorca.

Og eg garanteri tær, at tú fært nógv meiri gleði av teimum aftaná.

Tá familjan er savnað, kanst tú lættliga taka eina av tínum fotobókum fram og so kunnu tit endurupplivað tykkara feriu. Og einki er sum at tosa um gamlar dagar :))

Tú kanst læra teg at gera fotobøkur sjálv/ur. Ella >>

Kom og lær tað uppá eitt kvøld saman við okkum >>


Uppá eitt kvøld, lærir tú at gera fotobøkur.
Flottar fotobøkur.
Í flottum design.

Tað er ikki neyðugt at vera teldufrøðingur, ei heldur grafikari, fyri at kunna læra, at gera flottar fotobøkur!

 

Tað einasta sum krevst er >>


  • at tú hevur nakrar myndir og
  • at tú dugur at brúka teldu – bara soleiðis nøkunlunda

 


Ja, eg vil fegin hava nakrar hugnaligar løtur saman við mínari familju, har vit hyggja eftir myndum frá okkara lívið saman. Lat meg fáa eitt pláss >>


OBS! Ein bók er við í prísinum!

Greið undirvísing, Góðar umstøður. Ikki ov nógvir luttakarar. Pedagogiskt uppbygt.

– Bjørt Samuelsen

Praktiskt! Góð kunning áðrenn, góðar teldur, fingu loyvi at royna forritið við øðrum myndum fyrst. Eg lærdi at gera eina fotobók á Cewe, og havi longu bílagt mær eina, og fari at bíleggja nógvar framyvir.

– Sigrid Thomassen

Havi altíd gjørt vanlig myndaalbum, men tídin er farin frá tí, so nú gledi eg meg at gera fotobøkur vid mínum myndum - vænti eg fari at gera í øllum førdum eina um árid. Forritid hevur so nógvar møguleikar, so eg gledi meg at fara ígongd. Eri von at hava fitt av teksti í mínum albumum, so eg eri glad fyri, at eg eisini kann tad nú - og so á ein snotiligan hátt :)

– Tórunn Isholm Guttesen

Tað var avslappandi og róligur andi, sum eg dámi sera væl, so ein kennir seg væl.

– Bodil Finnsson, Suðuroyar Sjúkrahús

Eg lærdi at gera eina fotobók á Cewe, og havi longu bílagt mær eina, og fari at bíleggja nógvar framyvir.

– Fyrrverandi luttakari

Sera gott ... deiligt at man slapp at vera aktivur alt skeiđið, so at man ikki bara sat og hugdi uppá talvuna (so tađ ikki bleiv sum ein fyrilestur). Tađ var deiligt at man slapp sjálvur at royna seg fram, međan hon greiddi frá, soleiđis at trupuleikarnir vóru loystir beinavegin.

– Miriam Borg, Sølufólk

Dugi ikki at siga hvat var serliga gott, fyri meg var alt skeiðið super!

– Jóna Danielsen, Føroya Landfúti

Eri væl nøgd og eri farin ígongd heima :) Var eitt sindur beingin fyri, at eg ikki mintist hvat og hvussu eg skuldi gera, men alt gongur super :o) So eg eri super væl nøgd.

– Maria

Alt var gott. - Havi áður følt tað sera møtumikið at skula fara í gongd við myndabøkur. Tað at myndirnar vera sorteraðar inni í programminum ger alt ein heilan deil lættari :-) Eisini helt eg at "funkurnar" eru nemmar at minnast. :-)

– Trina Johansdóttir

Details

Date:
september 16
Time:
17:00 - 21:00
Cost:
DKK474
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Rabarbuhúsið
Tvørgøta 13
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

10 available
FotobókDKK474,00

Please fill in all required fields