Loading Events
Skeið 22. oktober 2018

Lær at gera fotobók

22. oktober 2018
17:00 - 21:00
Tilmeldingarfreist
15. oktober 2018, 00:00
Tvørgøta 13
Tórshavn
12 luttakarar
Onki pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
474 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 10,9/10

Kom og fá skil uppá tínar myndir!

Sera stuttligt at biksast við;)

  • Tekur tú ofta myndir av familjuni, tá føðingardagar eru og um høgtíðirnar?
  • Og tá tit eru í summarferiu?
  • Hevur tú myndir liggjandi á telduni frá barnadópinum, teimum fyrstu fetunum, fyrsta skúladegi, konfirmatiónini ella frá onkrum rundum føðingardegi?
  • Gongur tú runt við ringari samvitsku og ert kanska eitt sindur ørkymlað/ur, tí myndirnar liggja heldur óskipaðar á tínari teldu ella kanska enntá fleiri teldum, umframt externum
  • harðdiskum?
  • Spekulerar tú uppá, at teldan kann blíva for gomul og kanska í ringasta føri krasja?
  • Og fært tú sjáldan tikið teg saman at hyggja eftir myndunum?

So er tað eitt gott hugskot at taka sær stundir til at gera eina fotobók, so tú eisini hevur eitt eintak av tínum bestu myndum í pappírsformi.

Tekna teg til hetta kvøldskeið.

Lær tað upp á eitt kvøld og fá eina rúgvu av fiffum heim við.

Greið undirvísing, Góðar umstøður. Ikki ov nógvir luttakarar. Pedagogiskt uppbygt.

– Bjørt Samuelsen

Praktiskt! Góð kunning áðrenn, góðar teldur, fingu loyvi at royna forritið við øðrum myndum fyrst. Eg lærdi at gera eina fotobók á Cewe, og havi longu bílagt mær eina, og fari at bíleggja nógvar framyvir.

– Sigrid Thomassen

Havi altíd gjørt vanlig myndaalbum, men tídin er farin frá tí, so nú gledi eg meg at gera fotobøkur vid mínum myndum - vænti eg fari at gera í øllum førdum eina um árid. Forritid hevur so nógvar møguleikar, so eg gledi meg at fara ígongd. Eri von at hava fitt av teksti í mínum albumum, so eg eri glad fyri, at eg eisini kann tad nú - og so á ein snotiligan hátt :)

– Tórunn Isholm Guttesen

Tað var avslappandi og róligur andi, sum eg dámi sera væl, so ein kennir seg væl.

– Bodil Finnsson, Suðuroyar Sjúkrahús

Eg lærdi at gera eina fotobók á Cewe, og havi longu bílagt mær eina, og fari at bíleggja nógvar framyvir.

– Fyrrverandi luttakari

Sera gott ... deiligt at man slapp at vera aktivur alt skeiđið, so at man ikki bara sat og hugdi uppá talvuna (so tađ ikki bleiv sum ein fyrilestur). Tađ var deiligt at man slapp sjálvur at royna seg fram, međan hon greiddi frá, soleiđis at trupuleikarnir vóru loystir beinavegin.

– Miriam Borg, Sølufólk

Dugi ikki at siga hvat var serliga gott, fyri meg var alt skeiðið super!

– Jóna Danielsen, Føroya Landfúti

Eri væl nøgd og eri farin ígongd heima :) Var eitt sindur beingin fyri, at eg ikki mintist hvat og hvussu eg skuldi gera, men alt gongur super :o) So eg eri super væl nøgd.

– Maria

Alt var gott. - Havi áður følt tað sera møtumikið at skula fara í gongd við myndabøkur. Tað at myndirnar vera sorteraðar inni í programminum ger alt ein heilan deil lættari :-) Eisini helt eg at "funkurnar" eru nemmar at minnast. :-)

– Trina Johansdóttir

Details

Date:
oktober 22
Time:
17:00 - 21:00
Cost:
DKK474
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Rabarbuhúsið
Tvørgøta 13
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.