Loading Events
Skeið 22. september 2020

Lær at brúka títt Speglreflekskamera

22. september 2020
17:00 - 20:30
Tilmeldingarfreist
14. september 2020, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
12 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
595 v/Mvg
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,5/10
Melda til

“Góð og einføld vegleiðing”

Jenny hevur lært knapt 400 fólk at brúka sítt speglreflekskamera.

Og við einastandandi eftirmetingum á í miðal 9,5 av 10 stjørnum, kunnu vit bara staðfesta, at hon er komin væl frá uppgávuni. Tí vilja vit eisini geva tær møguleikan at koma á skeið hjá Jenny.

Kennir tú teg aftur í hesum >

  • Tú eigur eitt flott speglreflekskamera (DSLR)
  • Tú hevur vegleiðingar um hvussu tú skalt brúka tað
  • Men hóast tað, nýtir tú enn mest autofunktiónirnar

Upp á eitt kvøld fært tú øll tey góðu tipsini frá Jenny. Tú fært hjálp til at koma í gongd, so tú framyvir fært nýtt myndatólið skilabest.

 

Hetta mást tú bara vita >

Sum eigari av einum spegreflekskamera, eru tríggir umráðandi parametrar, sum tú bara mást kenna:

  • Lukkaratíð
  • Blenda
  • ISO

Lukkaratíð, blendan og ISO avgera, hvussu ein mynd verður lýst. Tað vil siga, hvussu ljós ella myrk myndin verður. Parametrarnir avgera eisini onnur viðurskifti, so sum djúpdarskarpheit og mongd av “óljóði” í myndini, tvs. hvussu “kornut” myndin er.

Kom við og lær hvussu teir 3 parametrarnir virka og tak betri myndir. Tú ert vælkomin óansæð, hvat merki títt kamera er.

Ps. Tú fær harafturat nógv góð tips til, hvussu tú veruliga kanst taka góðar myndir.

Jenny lýsti væl tey ting, eg var áhugað í, t.d. týdningin av ljósi, lukkitíð og blendu. Vit sluppu at royna tað og tað helt eg var sera gott. Jenny virkaði til at vera væl inni í evninum og undirvísti á sera livandi og sjálvsikran hátt

– Kirstin Baldvinsdóttir

Alt var so vanligt, fakútrýkkini vóru á einum støði, har øll kundu vera við. Jenny var greið og dugdi væl at lýsa tað, vit lærdu. Og super at fara út við kameranum. Talið av luttakarunum var eisini ok.

– Tony í Lon

Eg teknaði meg til skeiðið fyri at fáa eitt spark í reyvina at forbetra mín tekniska førleika til myndatøku. Eftir bara 3 tímum, við frálíkari vegleiðing frá Jenny, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!

– Aksel Højgaard

Details

Date:
september 22
Time:
17:00 - 20:30
Cost:
DKK476
Event Categories:
, ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Speglreflekskamera
DKK 476,00
11 available