Loading Events
Skeið 28. november 2018

Lær at brúka títt Speglreflekskamera

28. november 2018
17:00 - 20:30
Tilmeldingarfreist
21. november 2018, 00:00
Tvørgøta 13
Tórshavn
12 luttakarar
6 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
476 u/MVG
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,1/10
Melda til

Kom og fá størri nyttu úr tínum speglreflekskamera og fá fototips til byrjarar

Tú ert vælkomin óansæð, hvat merki títt kamera er.

Kennir tú teg aftur í hesum >

  • Tú hevur endiliga tikið teg saman og investerað í eitt flott speglrefleks kamera (DSLR).
  • Tú hevur keypt tær bøkur um, hvussu tú skalt brúka kamera’ið og kanska liggur eisini brúksávísingin á náttborðinum.
  • Men hóast allar góðar intentiónir og ynski um at læra teg at brúka tólið, so ert tú ikki komin longur enn til at nýta autofunktiónirnar.

Upp á eitt kvøld fært tú øll tey góðu tipsini frá Jenny Weihe, sum ger, at tú rættiliga kanst fáa gleði av kamera’inum og sum kann hjálpa tær í gongd, so tú framyvir fært nýtt kamera’ið meira optimalt?

 

Hetta mást tú bara vita  >

Sum eigari av einum spegrefleks kamera, eru tríggir umráðandi parametrar, sum tú bara mást kenna og duga at brúka, bara nøkulunda ;-):

  • Lukkaratíð
  • Blenda
  • ISO

Lukkaratíð, blendan og ISO avgera, hvussu ein mynd verður eksponerað. Tað vil siga, hvussu ljós ella myrk myndin verður. Parametrarnir avgera eisini onnur viðurskifti, so sum djúpdarskarpheit og mongd av “óljóði” í myndini, tvs. hvussu “kornut” myndin er.

Við at luttaka á skeiðinum, fært tú eina gjøgnumgongd av hvussu teir 3 parametrarnir virka og tá ert tú klár at fara heim at eksperimentera.

Kom á okkara stuttliga og læruríka kvøldskeið, har tú lærir at taka betri myndir og fært nógv góð tips til, hvussu tú veruliga kanst gagnnýta títt kamera.

Jenny lýsti væl tey ting, eg var áhugað í, t.d. týdningin av ljósi, lukkitíð og blendu. Vit sluppu at royna tað og tað helt eg var sera gott. Jenny virkaði til at vera væl inni í evninum og undirvísti á sera livandi og sjálvsikran hátt

– Kirstin Baldvinsdóttir

Alt var so vanligt, fakútrýkkini vóru á einum støði, har øll kundu vera við. Jenny var greið og dugdi væl at lýsa tað, vit lærdu. Og super at fara út við kameranum. Talið av luttakarunum var eisini ok.

– Tony í Lon

Eg teknaði meg til skeiðið fyri at fáa eitt spark í reyvina at forbetra mín tekniska førleika til myndatøku. Eftir bara 3 tímum, við frálíkari vegleiðing frá Jenny, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!

– Aksel Højgaard

Details

Date:
november 28
Time:
17:00 - 20:30
Cost:
DKK476
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Rabarbuhúsið
Tvørgøta 13
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

6 available
Speglrefleks | Nov. 2018DKK476,00

Please fill in all required fields