ÚTSELT
Kom og lær at brúka títt rangapparat
- Eigur tú eina bindimaskinu?
- Hevur tú eisini eitt rangapparat?
- Brúkar tú næstan bara rangapparatið til rond?
- Kundi tú hugsað tær at lært at brúkt tað til annað eisini?
So hevur tú møguleikan nú. Kom og lær at elska títt rangapparat 😉
Vit hava fingið Lauru Hentze og Eriku Danielsen at læra okkum, hvussu vit kunnu fáa fulla nyttu úr okkara rangapparatið.
Lær >>
- Ymisk sløg av rond – 1×1, “fuldrib”, 2×2 v.m
- Patent – hálv og heilpatent
- Binda runt/hálvrunt
- Binda tuckmynstur-rib/rond
- Binda við farvuskiftara
- Binda “forskydningsmønstre”
- Binda plissé
- Binda kantbond
Góðir og royndir undirvísarar >>
Tað vera Laura Hentze og Erika Danielsen, sum fara at standa fyri verkstovuni. Tær báðar duga sera væl við bindimaskinu og hava báðar undirvíst og lært frá sær í nógv ár.
Hetta merkir, at tú fert at hava “atgongd” til at spyrja og fáa vegleiðing frá tveimum sera royndum og fyrikomandi bindikonum.
Bæði Laura og Erika verða ofta spurdar á facebookbólkinum fyri bindimaskinbindarar í Føroyum og tær duga at svara uppá næstan alt 😉
Nær og hvar verður verkstovan?
Verkstovan verður hesar tíðir:
- Fríggjadagin | kl. 16.00-20.00
- Leygardagin | kl. 10.00-18.00
Eftir avtalu kanst tú møta fyrr og sita longur. Tá er undirvísarin tó ikki til staðar.
Verkstovan verður í hølunum hjá Synergi á Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík
Kom og fá fulla nyttu úr tínum rangapparati!