Search by
Loading Events
Skeið 24. januar 2023

Lær at brúka Photoshop til sosialar miðlar – uttan at vera grafikari

24. januar 2023
09:00 - 15:30
Online
Danskt
Undirvísingarmál
2.500,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Lær at viðgerða myndir

– flottar myndir til heimasíðuna og sosialu miðlarnar


 

Lær at brúka Photoshop frá grundini


Hetta er eitt skeið fyri teg, sum skalt í gongd við at brúka Photoshop ella sum hevur tørv á meiri rutinu og sum ynskir at arbeiða skjótari við Photoshop.

Tú arbeiðir helst á einari marknaðardeild ella við samskifti og gert ymiskar myndauppgávur. Eitt nú at gera myndir klárar til prent ella til at leggja á netið.

Photoshop er Rolls Royce innan myndaredigering í grafiska heiminum. Á hesum skeiðnum lærir tú allar tær grundleggjandi funkurnar, tá tú skalt arbeiða við myndum.
Photoshop hevur eina rúgvu av amboðum til at viðgerða myndir, beina burtur støv, skøvur og annað á einari mynd. Hesi amboðini lærir tú at brúka, umframt eina røð av øðrum amboðum. Tú lærir at upprætta og rætta í litunum, so tú fært flottar myndir til at brúka til prentútgávur og á netinum.

Vit hyggja eisini eftir marketingsamboðunum, har tú eitt nú kanst fríttleggja objektir á einari mynd og hvussu tú koblar tvær myndir saman. Hetta er blivið sera lætt við nýggjastu versiónini av Photoshop.

Á skeiðnum gjøgnumganga vit eisini teoriina um pixels, upploysn og nær tú brúkar hvørji fílformat.

 


Kom og lær grundleggjandi funkurnar í Photoshop uppá ein dag!


 

Á skránni


  • Nýtsla av amboðnum í Photoshop – Photoshop hevur eina rúgvu spennandi av amboðum. Vit fáa yvirlit og læra at brúka mest brúktu amboðini
  • Upploysn og myndastødd – Upploysnin á einari mynd hevur stóran týdning í mun til hvat tú skalt brúka hana til. Vit hyggja eftir, hvussu tú arbeiðir við tí røttu upploysnini, so tú tryggjar, at arbeiði hjá tær hevur optimalan kvalitet.
  • Hvør er munurin á RGB og CMYK litum? Nær brúkar tú hvat og hvussu skiftir tú frá RGB til CMYK og umvent.
  • Tú kanst skera myndirnar til á fleiri ymiskar mátar. Vit læra hvussu og hvussu tú arbeiðir við at gera stillingar, so tú skjótt kanst venda aftur til eina ávísa stødd.
  • Retoucheringsamboðini (eftirviðgerð) í Photoshop gjøgnumganga vit og læra at brúka tey.
  • Vit læra at brúka markeringsamboðini í Photoshop. Har eru fleiri at velja ímillum, og tú velur amboð í mun til hvat tú ætlar tær at gera.
  • Fríttlegging av myndum og produktmyndum. Hetta hevur altíð verið ein torfør uppgáva í Photoshop, men nýggj amboð eru komin, sum gera tað sera lætt.
  • Kopla myndir saman. Tú lærir t.d. at taka eitt element úr einari mynd og flyta hana yvir í ein aðra.
  • Vit læra at brúka løg (layers), sum er ein av týdningarmiklastu funkunum í Photoshop. Tú lærir at brúka tey í sambandi við eina uppgávu.
  • Justering av litum hyggja vit eisini eftir. Tú lærir at rætta litinar, alt eftir um tú skalt brúka tær á netinum ella á prenti.
  • Fílformatir. Vit gjøgnumganga hvørji fílformat tú skalt brúka, alt eftir hvat tú skalt brúka myndina til.

OBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!


Kundi tú hugsað tær at lært at brúkt Photoshop, men liggur ikki fyri júst handan dagin ella kundi tú hugsað tær, at lært Photoshop og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan, sum tú ert í gongd við, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum.

Hevur tú ein ella fleiri starvsfelagar, sum eisini kundu hugsað sær at lært Photoshop, so ber hetta eisini til. Tak tey við.

Kostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30

  • Kr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú
  • Kr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2, 3 og uppeftir

Við einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar, sum undirvísarin hevur við til tín.

Details

Date:
24. januar 2023
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.2.500,00
Event Categories:
, ,

Venue

Online
Online
188 Faroe Islands
Phone:
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Photoshop
kr. 2.500,00
8 available