Loading Events
Skeið 8. desember 2020

Lær at brúka OneDrive | 8. desember 2020 | kl. 09.00-12.00 👇

8. desember 2020
09:00 - 12:00
Tilmeldingarfreist
1. desember 2020, 08:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1500 + mvg.
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9/10
Melda til

“Eg kann viðmæla øllum hetta skeiðið. Tað er eitt gott amboð at hava í skjáttuni, og kann lætta nógv um. Tí tað er ikki neyðugt at hava teldu við allastaðni, man kann gott líka tjekka okkurt á telefonini.”

Luttakari, apríl 2020


 

Kom og fá yvirlit yvir, hvussu tú brúkar OneDrive 


 

Í Office 365 finnur tú eina røð av forritum, sum hoyra til tín Officelicens. Eitt av teimum er OneDrive. Tú kanst siga at OneDrive eru tínar mappur, har tú goymir tínar fílur. Tað góða er, at hesar mappur liggja á netinum, men tú kanst eisini synkronisera tær niður á telduna.

Tað merkir, at tá tú arbeiðir, hevur tú atgongd til mappurnar á telduni, uppá vanliga mátan, gjøgnum Stifinder. Men tú hevur eisini atgongd, tá tú lænir telduna hjá onkrum øðrum. Tað einasta tú skalt gera, er at logga inn á Office.com. Harafturat hevur tú atgongd til fílurnar frá tínari snildfon og teldli.

Trupulleikin hjá nógvum er tó, at finna runt í, hvar fílurnar eru og hvussu tú fært atgongd til tær.

Og tað er júst tað, vit læra á hesum skeiðinum.

 

 


“Eg helt hetta var super. NÓGV ivamál, sum eg hevði viðv. OneDrive havi eg fingið svar uppá. SERLIGA gott var hatta við at goyma myndir á telefonini. NÓGV lættari enn allar aðrar cloudskipanir, har man kann goyma myndir, haldi eg.”

Luttakari, apríl 2020


Á hesum skeiðið
er fokus á,

hvussu tú skalt brúka OneDrive
í tínum dagliga arbeiði >>


 

Brellbitar úr skránni 👇

  • Fá yvirlit yvir OneDrive
  • Hvør er munurin á OneDrive og t.d. Dropbox.
  • Hvussu er trygdin?
  • Hvussu og hvar fært tú atgongd til tínar fílur í OneDrive?
  • Nær brúkar tú OneDrive for Business í mun til OneDrive til persónligt brúk?
  • Kanst tú goyma øll sløg av fílum í OneDrive? Ella er tað bara Microsoftforritini, so um Excel, Word osfr.?
  • Hvussu syrgir tú fyri, at fílurnar vera synkroniseraðar millum tína teldu, teldil og snildfon?
  • Lær at brúka Storage Sense (lagurassistentin), so tú ikki fyllir tína teldu upp, tá tú synkroniserar.
  • Hvussu deilir tú fílur við tínar starvsfelagar og onnur?
  • Kanst tú geva einum starvsfelaga tíðaravmarkaða atgongd til eina fílu?
  • Kanst tú geva øðrum, uttanfyri títt arbeiðspláss, atgongd til eina fílu?
  • Hvussu funkar OneDrive saman við Outlook?
  • Hvussu steðgar tú við at deila eina fílu?
  • Hvussu gert tú, um tú og ein starvsfelagi, skulu arbeiða í sama skjalið í senn, tað vit kalla samskriving?
  • Hvussu bakkar tú aftur til eldri útgávur?
  • Hvussu brúkar tú OneDrive á telefonini – m.a. til at gera backup av myndum?
  • Fleiri tips og spurningar

 


Kom skjótt í gongd við at brúka OneDrive
– og lær at brúka tað rætt!


 

Hvat er OneDrive?

OneDrive er ein online-tænasta til handfaring av fílum. Tvs. at tú kanst goyma tínar persónligu arbeiðsfílur á einum stað, deila tær við onnur, og fáa atgongd til tær frá einari og hvørjari eind við netsambandi. Sera gott, eitt nú tá tit eru fleiri, sum skulu rætta í einum dokumenti.

Nú sleppa tit undan at senda dokumentið við t-posti til Per, sum so sendir tað til Pól, sum so sendir tað til Onnu, sum sendir tað til…, sum sendir tað til …

Við OneDrive kanst tú senda teimum eina leinkju!
Eina leinkju til eitt skjal.
Sum tit øll kunnu rætta í.
Í senn.

Ella tá tað liggur fyri hjá teimum einstøku?
Tað finst sostatt bara ein versión.

 

Kom og lær at fáa fulla nyttu burturúr OneDrive!

 

 

Details

Date:
desember 8
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
$1500
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Lær at brúka OneDrive | 8. desember 2020
DKK 1.500,00
9 available