Loading Events
Skeið 26. mars 2021

Lær at brúka OneDrive 👇

26. mars 2021
09:00 - 12:00
Tilmeldingarfreist
22. mars 2021, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
8 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1500 + mvg.
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9/10
Melda til

“Eg kann viðmæla øllum hetta skeiðið. Tað er eitt gott amboð at hava í skjáttuni, og kann lætta nógv um. Tí tað er ikki neyðugt at hava teldu við allastaðni, man kann gott líka tjekka okkurt á telefonini.”

Luttakari, 2020


 

Kom og fá yvirlit yvir, hvussu tú brúkar OneDrive 


 

Í Office 365 finnur tú eina røð av forritum, sum hoyra til tín Officelicens. Eitt av teimum er OneDrive. Tú kanst siga at OneDrive eru tínar mappur, har tú goymir tínar fílur. Tað góða er, at hesar mappur liggja á netinum, men tú kanst eisini synkronisera tær niður á telduna.

Tað merkir, at tá tú arbeiðir, hevur tú atgongd til mappurnar á telduni, uppá vanliga mátan, gjøgnum Stifinder. Men tú hevur eisini atgongd, tá tú lænir telduna hjá onkrum øðrum. Tað einasta tú skalt gera, er at logga inn á Office.com. Harafturat hevur tú atgongd til fílurnar frá tínari snildfon og teldli.

Trupulleikin hjá nógvum er tó, at finna runt í, hvar fílurnar eru og hvussu tú fært atgongd til tær.

Og tað er júst tað, vit læra á hesum skeiðinum.

 

 


“Eg helt hetta var super. NÓGV ivamál, sum eg hevði viðv. OneDrive havi eg fingið svar uppá. SERLIGA gott var hatta við at goyma myndir á telefonini. NÓGV lættari enn allar aðrar cloudskipanir, har man kann goyma myndir, haldi eg.”

Luttakari, 2020


 

Fokus verður á,
hvussu tú skalt brúka OneDrive

– í tínum dagliga arbeiði


 

 

Hví skal eg læra meg at brúka OneDrive?

  1. Við OneDrive kanst tú synkronisera allar tínar mappur og fílur, so tú hevur atgongd til ALT, bæði frá heimatelduni, arbeiðstelduni, telefonini og eisini frá telduni hjá makanum og øðrum. Tú skalt bara duga at logga á.
  2. Allar fílurnar hjá tær eru privatar og tú kanst sjálv/ur stýra, hvør annar skal hava atgongd.
  3. Tú kanst senda eina leinkju til eina fílu, tá onnur skulu gera rættingar. So hava tit bara eina fílu at fyrihalda tykkum til og vita alla tíðina, hvør tann nýggjasta versiónin er.
  4. Um tit longu rinda fyri Office 365, so er OneDrive ókeypis at brúka.
  5. Brúkar tú og rindar tú fyri td. Dropbox, hevur tú eina púra óneyðuga eykaútreiðslu. Ein kundi hjá okkum spardi 100.000 kr., við aftaná skeiðið, at droppa Dropbox og flyta yvir til OneDrive.
  6. OneDrive er tryggari enn t.d. Dropbox.
  7. Við OneDrive hevur tú eina rúgvu av GB, so tú skalt ikki stressa um plásstrot.

 

Er hetta nakað fyri teg? So ver vælkomin við.

 

Brellbitar úr skránni 👇

  • Fá yvirlit yvir OneDrive
  • Hvør er munurin á OneDrive og t.d. Dropbox.
  • Hvussu er trygdin?
  • Hvussu og hvar fært tú atgongd til tínar fílur í OneDrive?
  • Nær brúkar tú OneDrive for Business í mun til OneDrive til persónligt brúk?
  • Kanst tú goyma øll sløg av fílum í OneDrive? Ella er tað bara Microsoftforritini, so um Excel, Word osfr.?
  • Hvussu syrgir tú fyri, at fílurnar vera synkroniseraðar millum tína teldu, teldil og snildfon?
  • Lær at brúka Storage Sense (lagurassistentin), so tú ikki fyllir tína teldu upp, tá tú synkroniserar.
  • Hvussu deilir tú fílur við tínar starvsfelagar og onnur?
  • Kanst tú geva einum starvsfelaga tíðaravmarkaða atgongd til eina fílu?
  • Kanst tú geva øðrum, uttanfyri títt arbeiðspláss, atgongd til eina fílu?
  • Hvussu funkar OneDrive saman við Outlook?
  • Hvussu steðgar tú við at deila eina fílu?
  • Hvussu gert tú, um tú og ein starvsfelagi, skulu arbeiða í sama skjalið í senn, tað vit kalla samskriving?
  • Hvussu bakkar tú aftur til eldri útgávur?
  • Hvussu brúkar tú OneDrive á telefonini – m.a. til at gera backup av myndum?
  • Fleiri tips og spurningar

 

Kom og lær at fáa fulla nyttu burturúr OneDrive!

 

 

Hetta er eitt gott amboð, bæði hjá skúlanæmingum og starvsfólki hjá tí almenna og privata.

– Rannvá Sólheim, Løgtingið

Grundleggjandi innleiðsla í OneDrive og Sharepoint, sum eg lítið og einki visti um frammanundan.

– Luttakari 2020

Fekk greiðu á muninum millum OneDrive og SharePoint

– Luttakari 2020

Super at kunnu goyma myndirnar, sum eru á telefonini, í OneDrive, tað visti eg ikki

– Luttakari 2020

Details

Date:
mars 26
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
$1500
Event Categories:
, ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
OneDrive
DKK 1.500,00
8 available