Search by
Loading Events
Skeið 23. januar 2023

Lær at brúka InDesign – uttan at vera grafikari

23. januar 2023
09:00 - 15:30
Online
8 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
2.500,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Lær at brúka InDesign til at

– gera faldarar, flyers, lýsingar, uppsløg við InDesign


  • Arbeiðir tú á einari marknaðardeild, menningardeild, við samskiftið ella HR?
  • Gert tú onkuntíð smærri faldarar, lýsingar, flyers, visitkort, uppsløg til kantinuna, handilin, móttøkuna osfr.?
  • Brúkar tú InDesign til hetta, men følir tú teg eitt sindur ótryggan í øllum funkunum? Hvussu tú byrjar rætt, hvussu tú arbeiðir við layers, teksti, myndum osfr.?
  • Ella ert tú í holt við ein størri bókling ella kanska eina heila bók, men følir tú teg ótryggan í onkrum av funkunum?
  • Kundi tú hugsað tær, at lært at brúkt InDesign?

So er hetta skeiðið júst til tín. Hetta er eitt grundskeið, men hevur tú arbeitt eina tíð við InDesign og hevur tú kanska ongantíð verið á skeið, so átti tú at hugt nærri at hesum.

InDesign hevur tey seinastu mongu árini verið tað týdningarmiklasta forritið hjá øllum, sum arbeiða við útgávum til prent. Nú verður InDesign eisini brúkt til online útgávur.

 

Hvat lærir tú?


Á hesum skeiðnum lærir tú at brúka allar tær grundleggjandi funkurnar í forritinum. Tá skeiðið er liðugt, dugur tú at upprætta og arbeiða við einum dokumenti, ið bert hevur eina síðu. Tú lærir eisini at arbeiða við útgávum, sum hava fleiri síður. Tú lærir at formatera tekstin og hvussu tú setir myndir inn á rætta stað.

Tú fært eisini stýr á øllum teimum grundleggjandi hugtøkunum og problemstillingum, sum koma fyri, tá tú arbeiðir við InDesign. Eitt nú hvør er munurin á CMYK, RGB og Pantone litum. Nær skalt tú brúka hvat. Hvussu høg skal upploysnin vera á einari mynd, fyri at hon skal vera nóg góð til online og nóg góð til prent.

Harafturat lærir tú at framleiða PDF fílur – sum eru klárar at senda til prentsmiðjuna ella blaðið. Vit læra eisini at gera tína útgávu klára til at leggja á netið, eitt nú í sambandi við tíðindabrøv, faldarar, Facebook vm.

Á skeiðnum fært tú eina rúgvu av tips og triks til, hvussu tú arbeiðir optimalt við forritinum, so tá skeiðið er liðugt, hevur tú fingið vitan til at arbeiða  við InDesign.

 


Kom og lær grundfunkurinar í InDesign uppá ein dag!

Ger faldarar, flyers, lýsingar, uppsløg til kantinuna, sangheftir til jólaveitsluna vm.


Á skránni


  • Upprætta eitt dokument við einari og fleiri síðum
  • Formatering av teksti
  • Nýtsla av myndum
  • CMYK, RGB og Pantonelitir
  • Upprætta litir
  • Fílformatir og upploysn
  • Brúk av effektum
  • Tjekka dokumentið fyri feilir
  • Gera dokumentið klárt til prent ella online
  • Upprætta og stilling av Pdf fílum
  • Tips og triks

Hvat fært tú burturúr?


Tú fert at duga at brúka InDesign til smærri uppgávur á skrivstovuni. Tú verður ikki so ósikkur uppá, hvussu tú skalt fara fram og tú fert at føla teg tryggari og duga betur at brúka InDesign enn tú gjørdi áðrenn. Hevur tú ongantið brúkt InDesign áður, so lærir tú um hvørjir møguleikar eru og tú lærir tað grundleggjandi. Hvat tú skalt gera fyrst, næst osfr. Skeiðið er online, men tú hevur góðan møguleika at spyrja, tí tað eru ikki so nógvir luttakarar á skeiðnum.

 

OBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!


Kundi tú hugsað tær at lært at brúkt InDesign, men liggur ikki fyri júst hendan dagin ella kundi tú hugsað tær, at lært InDesign og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan, sum tú ert í gongd við, td. ein størri bókling ella eina bók, ella bara onkra lítla verkætlan, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum.

Hevur tú ein ella fleiri starvsfelagar, sum eisini kundu hugsað sær at lært InDesign, so ber hetta eisini til. Tak tey við.

Kostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30

  • Kr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú
  • Kr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2, 3 og uppeftir

Við einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar, sum undirvísarin hevur við til tín.

Details

Date:
23. januar 2023
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.2.500,00
Event Categories:
, , ,

Venue

Online
Online 188 Faroe Islands
Phone:
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Lær at brúka InDesign - uttan at vera grafikari
kr. 2.500,00
8 available