Search by
Loading Events
Skeið 8. november 2022

Lær at brúka Canva til online lýsingar vm.

8. november 2022
09:00 - 15:30
Online
Danskt
Undirvísingarmál
2.500,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Lær at brúka Canva

– til dagligu grafisku uppgávurnar til heimasíðuna og sosialu miðlarnar


 

  • Arbeiðir tú við at leggja tilfar út á heimasíðuna, intranet, Facebook, Instagram, LinkedIN ol.?
  • Hevur tú ikki tørv á ella tol til, at læra tey heilt tungu grafikforritini, sum InDesign, Photoshop og Illustrator, men tú hevur tørv á einari lættari loysn – sum tú kanst læra uppá ein dag?
  • Saknar tú eitt forrit, sum ger tað lætt, at gera tilfarið lekkurt?
  • Kundi tú hugsa tær at fingið betri skil fyri visuellum innihaldið og layout?
  • Kennir tú eitt sindur ótryggan ella ivasaman, tá tú skalt gera myndir og video til online innihald?

So kann eg lova, at tú verður SERA glað/ur fyri Canva!

Canva er eitt online grafiskt forrit. Tað finst sum ein ókeypis útgáva og sum keypsútgáva. Á skeiðnum arbeiða vit við keypsútgávuni, so tú lærir allar funkurnar at kenna. Ynskir tú ikki at keypa Canva, kanst tú upprætta eina konto við royndarútgávuni (trial). Men ger tað ikki, fyrr enn fáir dagar áðrenn skeiðið, tí royndarútgávan hevur avmarkaða livitíð.

Við Canva kanst tú gera eina røð av grafiskum tilfarið. Eitt nú prent, myndir og videoanimatiónir til sosialir miðlar, heimasíðu og bloggin hjá tær. Canva ser serliga gott til Facebook, YouTube, Instagram og LinkedIN.

 


Kom og lær at brúka Canva uppá ein dag!

Lær at framleiða grafiskt innihald til tykkara Facebooksíðu, Instagram og heimasíðu
– skjótt og lætt


Við Canva kanst tú kombinera egnar myndir og video við grafikk, so tú kanst skapa tað, sum hóskar best til tykkara brand. Skeiðið er ein kombinatión av at læra at brúka Canva og at læra um layoutprinsippir. Vit gjøgnumganga allar møguleikarnar, sum eru í Canva, umframt vanligar reglur fyri design.

 

Hetta lærir tú


  • Upprætta títt fyrsta dokument í Canva
  • Lær at brúka layout og elementir
  • Soleiðis setir tú tekst inn, broytir tekstfont vm.
  • Soleiðis setir tú tykkara logo inn
  • Brúk av myndum í Canva
  • Lær at brúka video og animatiónnir í Canva
  • Lær at brúka og tillaga tær óteljandi skabelónirnar í Canva
  • Lær um designprinsippir, rættningslinjur og tað gylta snittið
  • Arbeiði við typografi og um hvat ger ein tekst meiri lesiligan
  • Kompositiónir, litir og kontrastir
  • Visuel kommunikatión og tann reyði tráðurin
  • Framleiðsla av hugskotum og móttakarin

Á skeiðnum arbeiða vit við Canva, sum er eitt online grafiskt forrit. Tað finst sum ein ókeypis útgáva og sum keypsútgáva. Á skeiðnum arbeiða vit við keypsútgávuni, so tú lærir allar funkurnar at kenna. Áðrenn tú møtir á skeiðnum, mást tú tí hava upprættað eina konto á Canva.com. Ynskir tú ikki at keypa Canva, kanst tú upprætta eina konto við royndarútgávuni (trial). Men ger ikki tað, fyrr enn fáir dagar áðrenn skeiðið, tí royndarútgávan hevur avmarkaða livitíð.

 

Hvat fært tú burturúr?


Aftaná skeiðið dugur tú at brúka Canva til at gera lýsingar, kunningartilfar, videotilfar, animatiónir vm. Eisini uppsløg til prent. Tú dugur at brúka og tillaga allar tær skabelónir, sum frammanundan eru tøkar í Canva.

Um tú hevur hug at vita, hvussu vit her hjá Synergi brúka Canva, kanst tú vitja okkara Facebooksíðu. Allar tær seinastu lýsingarnar vit hava har, eru gjørdar í Canva.

 

 

OBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!


Kundi tú hugsað tær at lært at brúkt Canva, men liggur ikki fyri júst handan dagin ella kundi tú hugsað tær, at lært Canva og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan, sum tú ert í gongd við, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum.

Hevur tú ein ella fleiri starvsfelagar, sum eisini kundu hugsað sær at lært Canva, so ber hetta eisini til. Tak tey við.

Kostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30

  • Kr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú
  • Kr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2, 3 og uppeftir

Við einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar, sum undirvísarin hevur við til tín.

Details

Date:
november 8
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.2.500,00
Event Categories:
, ,

Venue

Online
Online
188 Faroe Islands
Phone:
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Canva
kr. 2.500,00
3 available