Loading Events
Skeið 26. - 27. september 2020

Bindimaksin-verkstova | Lær at brúka DesignaKnit

26. - 27. september 2020
09:00 - 17:00
Tilmeldingarfreist
21. apríl 2020, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
8 luttakarar
Onki pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
2225 v/Mvg
Kostnaður

Verkstova, har tú lærir at brúka DesignaKnit, saman við tínari bindimaskinu


  .

Hetta er ein verkstova fyri roynd og óroynd!

 

  • Eigur tú eina bindimaskinu og DesignaKnit?
  • Hevur tú ikki ordiliga lært teg at brúka DesignaKnit?
  • Ella dugur tú at brúka DesignaKnit, men følir tú, at tú enn hevur nógv ivamál, sum tú kundi hugsað tær svar uppá?

So er hendan verkstovan til tín.

Yvir eitt vikuskiftið fara vit at binda og brúka DesignaKnit sum útgangsstøðið.

Høvuðsendamálið við verkstovuni er, at Jytte Annelise Hansen – undirvísarin (ið eigur fyritøkuna Sailorknit í Danmark) – fer at undirvísa og hjálpa okkum, at binda við DesignaKnit, saman við bindimaskinuni. Eitt sindur av talvuundirvísing verður, um tað eru fleiri, sum eru á sama støðið. Men annars fer hon at ganga millum luttakararnar og hjálpa til.

 

Hvussu verður verkstovan skipað?

Á verkstovuni sita vit í hvør sínum lagi og binda.

 

Tey óroyndu

Dugur tú ikki at binda við DesignaKnit frammanundan, kemur tú at binda eina standard troyggju, har mynstri liggur inni í DesignaKnit frammanundan. Tú kemur at læra at leggja tíni egnu mát inn og eisini okkurt mynstur.

 

Tey royndu

Hevur tú eitt roynt at binda við DesignaKnit og dugur tað basala, kanst tú binda tað tú hevur hug til. Jytte kemur so at geva tær nøkur fiff og at vegleiða teg, so tú fært svar uppá teir spurningar, sum tú situr inni við.

 

Hvat krevst fyri at luttaka?

Fyri at luttaka á verkstovuni, mást tú eiga forritið DesignaKnit. Skeiðið er sostatt fyri bindarar, ið eiga forritið. Tað hevur eisini týdning, at tú dugur at brúka teldu á brúkarastøðið, tí annars fert tú at hava torført við at fylgja við.

 

Hvat skalt tú hava við á verkstovuna?

  • Bindimaskinu – best um tú hevur reinsa hana væl áðrenn 😉
  • Forleingjaraledning
  • Teldu við DesignaKnit
  • Um tú eigur eitt borð til maskinuna, so tak endiliga tað við eisini 😉

 

Dagar

  • Fríggjadag 26. september 2020 kl. 18.00 – 19.00 | Vit kunnu koma at seta maskinurnar upp, so tað er klárt at binda leygarmorgun
  • Leygardag 26. september 2020 kl. 09.00-17.00 | Vit fara í gongd við verkstovuna. Hevur tú hug at sita longri sjálv/ur, ber tað væl til.
  • Sunnudag 27. september 2020 kl. 10.00-17.00 | Vit halda áfram við at binda.

 

Kom við til eitt hugnaligt vikuskiftið, har vit læra at brúka DesignaKnit!

Details

Start:
september 26 @ 09:00
End:
september 27 @ 17:00
Cost:
DKK1780
Event Category:

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.