Search by
Loading Events
Skeið 1. - 2. desember 2021

KT | Office 365 | Grundskeið

1. - 2. desember 2021
09:00 - 15:30
Kvíggjartún 1
Argir
10 luttakarar
4 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
5120 u/MVG
Kostnaður
Melda til

“Mær dámdi væl, at skeiðið fór so víða í 365 og at vit fingu høvi til at uppliva 365 í praksis”


Fá yvirlit og lær at gagnnýta Office 365 til fulnar!


Tit hava Office 365. Men gagnnýta tit tað ikki?
So lat okkum hjápla tykkum við yvirlitinum og at koma í gongd.

Visti tú, at nú tit hava licens til Office 365, hava tit atgongd til nógv meiri enn bara Word, Excel, Outlook og PowerPoint. Tit hava atgongd til og kunnu brúka eitt nú Teams, Planner, Sway, Forms, OneDrive vfl. Forrit sum eru við til at gera dagligdagin hjá tykkum nógv lættari.

  • Hevur tú ikki yvirblik yvir, hvat man kann við Office 365?
  • Brúkar tú bara Officepakkan uppá tann gamla mátan? Sum einkultstandandi forrit? Td. Word, Excel, Outlook osfr.?
  • Saknar tú eitt yvirlit yvir og innlit í, hvat Office 365 er fyri nakað?
  • Kundi tú hugsa tær at lært meiri um, hvørjir møguleikar eru?
  • So tú fært brúkt tað meiri optimalt! Eftirsum tit longu hava licens til tað?
  • Heldur tú at tað er rættiliga torført at seta seg inn í møguleikarnar sjálv/ur?

So er bara at ogna tær eitt av plássunum, til hetta skeiðið um Office 365!

 


“Eg fekk eitt greitt yvirlit yvir Office 365 pakkan og nýggju møguleikarnar fyri okkara arbeiðspláss. Sera gott!”


Kom og set teg inn í Office 365!

– og lær alt um, hvussu tit kunnu gagnnýta tað!

 

Á skeiðinum fært tú eina gjølla gjøgnumgongd av amboðnum og møguleikunum í Office 365 og hvussu tey supplera hvønn annan. Vit læra m.a. um:

  • Hvat er Office 365
  • Lær at brúka OneDrive – har sum tú kanst upprætta og goyma fílur og fáa atgongd til tað umvegis netið
  • Lær at brúka Teams til meiri enn bara onlinefundir
  • Lær at brúka OneNote, sum fleiri og fleiri brúka
  • Hvussu kanst tú brúka Planner til at planleggja tínar uppgávur og uppgávurnar á deildini?
  • Hvussu fært tú atgongd til alt á tínari snildtelefon og teldli
  • Hvussu fáa vit Office 365 rótfest og brúkt á okkara arbeiðsplássið?

__


Vilt tú vita meir, áðrenn tú teknar teg?

 

Details

Start:
desember 1 @ 09:00
End:
desember 2 @ 15:30
Cost:
Free

Venue

Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
Argir, 160 Faroe Islands
Phone:
00298322355

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
KT | Office 365 | Grundskeið
DKK 0,00
4 available