Lær grundleggjandi funkurnar í SharePoint og OneDrive for Business og skipa tínar fílur á rætta stað |
Legg til merkis, at hetta skeiðið er sera gott til deildir og stovnar, sum vilja deila skjøl regluliga.
Legg eisini til merkis, at vit á hesum skeiðnum fokusera uppá fílu-partin av Sharepoint. Tvs. vit koma ikki til at undirvísa í øllum SharePoint funkunum.
Hvat er munurin ímillum SharePoint og OneDrive?
Nær skal eg goyma í OneDrive og nær er betur at brúka SharePoint?
Tað er ikki so løgi, at nógv ivast í hvat er hvat, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 og bæði hava datalagur í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta.
Kom á skeið og fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive – og ikki minst, nær tú brúkar hvat.
Sharepoint er eitt sera góður pallur til at savna ymiskt sløg av tilfarið, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kanst lættliga gera ymiskar síður sum vísa júst tað, sum tit hava brúk fyri at nýta.
Við OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar (sum bara tú skalt hava atgongd til) á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office-skjøl, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum.
Tóri SlættalíðLærari og kandidat í It, læring og organisatorisk omstillingLes meira
Tóri Slættalíð
Tóri Slættalíð hevur útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur aftrat hetta eisini eina kandidaútbúgving: It, læring og organisatorisk omstilling.
Tóri starvast dagliga sum kt-ráðgevi hjá Námi, har hann m.a. vegleiðir lærarum at nýta Office365 pallin. Hann hevur tí nógvar royndir bæði at arbeiða saman við brúkarum á byrjanarstøði og saman við víðarikomnum brúkarum. Tóri elskar at undirvísa og at geva brúkarum amboð, sum kunnu lætta um teirra arbeiðsdagar.
Innihald
SharePoint
Lær at navigera í Sharepoint, so tú veist, hvat liggur hvar
Lær um listar og tilfarsavnið, har tú kanst goyma alskyns fílur
Lær at gera tillagaðar síður sum lættliga vísa innihald av listum, tilfari (t.d. úr Teams), kalendarum o.ø.
Lær um at samskriva í skjøl, um versionering (bakka aftur til eldri útgávur av skjølum), at tjekka skjøl inn og út v.m.
Lær at skipa tilfar, sum liggur í Teams, á ein einfaldan hátt í Sharepoint
OneDrive
Lær um OneDrive: Hvat er munurin á OneDrive og t.d. Dropbox. Hvussu er trygdin í OneDrive
Lær at stovna, strika og skipa tilfar
Lær um samskriving í sama skjali, versionering (at bakka aftur til eldri útvágur), og rættindi til fílur
Lær at deila tilfar í OneDrive við onnur á ymiskan hátt
Lær at nýta Outlook saman við Onedrive
Samstilla fílurnar í OneDrive við telduna, so alt verður goymt á einum tryggum stað
Lær at nýta OneDrive á telefonini – m.a. til at gera backup av myndum
Hvar verður skeiðið?
Skeiðið verður í telduskúlastovuni hjá Gjaldstovuni. Tað er í Kvíggjartúni 1. Á Argjum.
Og ja, tað er í Albert Hall.
Hvussu við gjalding?
Aftaná skeiðið, senda vit eina faktura til Gjaldstovuna. Gjaldstovan avroknar síðani beinleiðis við stovnin hjá tær.
Legg til merkis, at tað er bindandi tilmelding. Tó hava vit 24 tíma angrirætt.
Fært tú forfall, ert tú sera vælkomin at senda ein annan fyri teg.
Hetta er eitt gott amboð, bæði hjá skúlanæmingum og starvsfólki hjá tí almenna og privata.
– Rannvá Sólheim, Løgtingið
Grundleggjandi innleiðsla í OneDrive og Sharepoint, sum eg lítið og einki visti um frammanundan.
– Luttakari 2020
Fekk greiðu á muninum millum OneDrive og SharePoint
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!