Kom á klænkiskeið við kendu Anne Hjernøe
Avmarkað pláss!
Anne Hjernøe:
“Et teg klæna/klænan í staðin fyri at svølta!”👌👌👌
Nú kanst tú koma á klænkiskeið við kendu Anne Hjernøe, sum lovar, at tú ikki nýtist at svølta fyri at lætna. Vit kenna Anne frá óteljandi sjónvarpssendingum og bókum um mat.
Anne Hjernøe:
“Klænkingarkurur er nakað fjandin hevur funnið uppá!”👿👿👿
Hugsa heldur, at tú í veruleikanum kanst eta teg klænri. Eingin grund til at svølta fyri at klænka. Realistiskt sæð, kanst tú á henda hátt klænka millum 0,5 og 1 kg um vikuna.
Anne Hjernøe:
“Orkar tú ikki tankan um at venja? So læt vera!”👈👈👈
Ert tú typan, sum als ikki orkar at fara í gongd við at venja, so læt vera! Kosturin er 80% og venjingin er 20%. So byrja bara við kostinum, hvør veit, kanska hugurin at venja kemur, tá tú ert lætnað/ur nøkur kilo.
Anne Hjernøe: “Kom í køkin 1 dag saman við mær og ger lekkran, sunnan mat!”
Á skeiðinum sleppa tit eisini at royna tykkum, við at gera lekkran, sunnan mat. Fokus verður m.a. á, at maturin er vælsmakkandi, at rávørurnar eru góðar, at maturin er mettandi og lættur og stuttligur at gera, at hann er væl kryddaður, so vit kenna okkum mett. Eisini koma vit inn á matspill, at brúka tað, vit hava í køliskápinum umframt at gera matarætlanir. Gleð teg til at sleppa at gera lekkran og annarleiðis mat, enn tann tú vanliga ger.
Nú er tað tín túrur
Ger okkurt gott fyri teg – kom og kikkstarta eitt klænri lív! 👌👌👌
Summi fara á Yoga skeið og ymiskar venjingarlegur í heitari lond. Nú hevur tú møguleikan at gera okkurt gott fyri teg. Tú nýtist ikki fara longur enn til Havnar! Kom og set fer á heilsuna og at lætna. Kom og forkela teg sjálva/n. Tekna teg til hetta skeiðið við Anne Hjernøe. Plássið er avmarkað!
BONUS á skeiðinum:
Lær hvussu tú sleppur undan at detta í bommskálina😋😋😋
Anne Hjernøe:
“Eg lætnaði 20 kilo uppá 1 ár!”😱😱😱
Anne er lætnað 20 kg við at leggja kostin um. Fyri nøkrum árum síðani lætnaði hon 20 kilo uppá 1 ár. Aftaná 3 ár eru tey ikki komin aftur.
Kundi tú hugsað tær at fingið at vita, hvussu Anne hevur gjørt? Og kundi tú hugsað tær, at kikkstarta tína klænkingarleið, fingið meiri vitan um, hvussu tú fært matin at smakka væl og at metta meiri, ja, so er hetta skeiðið fyri teg.
Anne Hjernøe:
“Ein góð matarætlan og lekkur matur ger tað nógv lættari!” 👩🏻🍳👩🏻🍳👩🏻🍳
“Á skeiðinum fara vit at gera lekkran mat, sum smakkar ordiliga væl og eg komi eisini inn á, hvussu eg haldi meg frá freistingum, og hvussu matarætlanin – sum eg klári at halda meg til – sær út!”
Anne Hjernøe:
“Eg eri lætna yvir 20 kg – og tað besta er, at eg haldi vektina!👏👏👏
