Search by
Loading Events
Skeið 21. februar 2023

InDesign | Víðkað skeið

21. februar 2023
09:00 - 15:30
Online
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Dankst
Undirvísingarmál
2.500,- u/MVG
Kostnaður
Melda til

Kom á skeið og lær enn meira um InDesign!

Kundi tú hugsa tær, at lyft tínar InDesign førleikar á eitt hægri støðið?

So er hetta skeiði akkurát nakað fyri teg!

Á hesum víðkaða skeiði fært tú uppfríska tína vitan og lærir at fara meira í djúpdina í InDesign.


Kom og uppfríska tína vitan í InDesign og lær nýggjar og eitt sindur meiri framkomnar funkur

Á skeiðinum gjøgnumganga vit, hvussu tú stillar InDesign til tín tørv. Tú lærir at brúka forritið optimalt í mun til tínar dagligu arbeiðsuppgávur.

Tú lærir at arbeiða við uppseting av størri skjølum, so sum faldarum, bóklingum og líknandi. Tú lærir um “tegn- og afsnitsformatir” í InDesign, soleiðis at tú kanst stýra, hvussu tú handfer longri tekstir í tínum dokumenti. Tú lærir eisini, hvussu tú sleppur undan at gera feilir, við at brúka “preflight” profilar, sum er eitt amboð, ið ávarar um feilir.

Harafturat lærir tú, hvussu tú kanst geva tínar útgávur út sum PDF, ella sum eina online útgávu tú kanst dagføra, so hvørt broytingar eru.

Ávegis á skeiðinum fært tú nógv prei um, hvussu tú kanst nýta InDesign snildast.

Hvønn er skeiðið ætlað til?

Skeiðið er fyri teg, sum arbeiðir við størri publikatiónum, eitt nú magasinum, ársroknskapir, avísir, produktørk ella príslistum. Ella kanska skalt tú í holt við at byggja upp eina størri uppgávu og ynskir at byrja rætt.


 

Hvat læra vit?

Á skeiðnum gjøgnumganga vit uppsetanina av InDesign og hvussu tú nýtur forritið optimalt, í mun til tínar arbeiðsuppgávur. Vit hyggja eftir, hvussu tú arbeiðir við uppseting av størri skjølum, so sum faldarum, framleiðslubløðum og líknandi. Tú fært innleiðslu í tegn- og arkabrot í InDesign og hvussu tú kanst stýra longri tekstum. Tú lærir eisini hvussu tú sleppur undan at gera feilir, við at brúka preflight profil (vanga).

Tú lærir at brúka mastersíður, til at stýra útsjóndini av teimum einkultu síðunum og hvussu tú brúkar InDesign Styles, til skjótt at formatera stórar mongdir av teksti, so tú tryggjar, at layoutið hevur ein ávísan stíl, gjøgnum alt dokumentið.

Vit læra at arbeiða í bibliotekum, við tabellum og hvussu tú gjørt automatisk innihaldsyvirlit.

Standard stillingarnar í InDesign eru ikki altíð optimalar til títt brúk, og tí læra vit at stilla hesar. Eitt nú hvussu nógva luft tú ynskir millum orðini og hvussu InDesign deilir.

Á skeiðinum lærir tú at:

  • seta upp og stilla InDesign
  • arbeiða við størri dokumentum
  • brúka reglubrotsformateringar og at formatera tekstin hjá tær
  • gera preflight profilar (vangar)
  • arbeiða við rættlesnaði í samband við kundar
  • geva tekstir út online
  • o.m.a.

Tú ert vælkomin at arbeiða við egnum uppgávum á skeiðinum ella at fáa ráð til tekstir tú arbeiðir við.

 


OBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!

Kundi tú hugsað tær at lært at brúkt InDesign, men liggur ikki fyri júst hendan dagin ella kundi tú hugsað tær, at lært InDesign og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan, sum tú ert í gongd við, td. ein størri bókling ella eina bók, ella bara onkra lítla verkætlan, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum.

Hevur tú ein ella fleiri starvsfelagar, sum eisini kundu hugsað sær at lært InDesign, so ber hetta eisini til. Tak tey við.

Kostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30

Kr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú
Kr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2, 3 og uppeftir
Við einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar, sum undirvísarin hevur við til tín.

Details

Date:
februar 21
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.2.500,00
Event Categories:
,

Organizer

Synergi

Venue

Online
Online 188 Faroe Islands + Google Map
Phone:
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available