Search by
Loading Events
Skeið 7. desember 2022

SharePoint vs OneDrive | Lær at skipa tykkara egnu og felags fílur rætt

7. desember 2022
09:00 - 14:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
2.740,- u/MVG
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,4/10
Melda til

Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tínar fílur í?

So hevur tað alstóran týdning, at tit gera tað rætt – frá byrjan!


 

Hugsar tú onkuntíð um >>

  • Hvør er munurin á SharePoint og OneDrive?
  • Nær skal eg goyma í OneDrive?
  • Nær er betur at brúka SharePoint?
  • Er tað kanska líkamikið?

 

Ja, tað er ikki so løgi, at nógv ivast í hvat er hvat, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 for Business og bæði hava datalagur í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta. Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tínar fílur í, so hevur tað alstóran týdning, at tit gera hetta rætt – frá byrjan. Eitt nú tá fólk fara úr starvið, kann tað vera sera, sera óheppið, um viðkomandi hevur goymt alskyns felags tilfar inni á sínum egnum OneDrive og tit ikki varnast tað, fyrr enn ov seint.

 


Kom á skeið og fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive – og ikki minst, nær tú brúkar hvat.


Sharepoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfari, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kanst lættliga gera ymiskar síður, sum vísa júst tað, sum tit hava brúk fyri at nýta.

Við OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar (sum bara tú skalt hava atgongd til) á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office-skjølum, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum.

 


Lær at skipa tykkara fílur rætt.


Vælkomin á skeið í SharePoint og OneDrive.
Tú fert ikki at angra tað.

 

Legg til merkis, at hetta skeiðið er sera gott til fyritøkur, deildir og stovnar, sum vilja deila skjøl regluliga. Legg eisini til merkis, at vit á hesum skeiðnum fokusera uppá fílu-partin av Sharepoint. Tvs. vit koma ikki til at undirvísa í øllum SharePoint funkunum. 

Hetta er eitt gott amboð, bæði hjá skúlanæmingum og starvsfólki hjá tí almenna og privata.

– Rannvá Sólheim, Løgtingið

Grundleggjandi innleiðsla í OneDrive og Sharepoint, sum eg lítið og einki visti um frammanundan.

– Luttakari 2020

Fekk greiðu á muninum millum OneDrive og SharePoint

– Luttakari 2020

Details

Date:
desember 7
Time:
09:00 - 14:00
Cost:
kr.2.740,00
Event Categories:
, ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Lær at brúka SharePoint og OneDrive rætt til fílugoymslu
kr. 2.740,00
12 available