Search by
Loading Events
Skeið 30. november 2022

HR-løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera

30. november 2022
10:00 - 14:00
Tilmeldingarfreist
21. november 2022, 16:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
14 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
4.375,- u/MVG
Kostnaður
Framúrskarandi
Eftirmeting: 9,4/10
Melda til

Tak røttu avgerð
og slepp undan at ivast

Vit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.
Kom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru.

 

Lær um galdandi lógar- og sáttmálareglur

Á skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku.

M.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku, nær dagpeningaskipanin tekur við, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a.

 

GG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000

Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku.

– Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen

Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt.

– Ulla Joensen, Elektron

Nógv av tí sum eg lærdi á skeiðnum kann eg brúka á arbeiðsplássinum, t.d. við at upplýsa starvsfólkum sum arbeiða undir mær hvussu arbeiðstakari skal fyrihalda seg og hvørji rættindir hann hevur sambært lógini. Tað eg eisini lærdi var hvussu fyritøkan skal fyrihalda seg fyri arbeiðstakarinum viðvíkjandi hvat fyritøkan hevur rætt til og ikki. Havi eisini brúkt okkurt av tí eg havi lært at vegleitt leiðsluni hjá mær.

– Robert Poulsen, Faroe Ship

Stórur partur var sera viðkomandi og tað var meiri spennandi enn eg hevði roknað við.

– Ólavur Asafson Olsen, KJ-Hydraulik

Details

Date:
november 30
Time:
10:00 - 14:00
Cost:
kr.4.375,00
Event Categories:
, ,

Organizer

Synergi

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
HR-løgfrøði Modul 5 Sjúkrafrávera
kr. 4.375,00
14 available