Loading Events
Skeið 26. feb. - 25. mar. 2020

HR-løgfrøði | Modul 1-3

26. feb. - 25. mar. 2020
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
5. februar 2020, 16:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
14 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
15999 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9.8/10
Melda til

Hetta mást tú vita

Tað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum.

Tað merkir >>

  • at tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera
  • at tú verður tilvitað/ur um, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka
  • at tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum

At tú sum leiðari, starvsfólkaleiðari, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum.

Kennir tú hetta aftur >>

  • Tú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?
  • Tú ert onkuntíð við til at diskutera, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.
  • Tú ert í iva um, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?
  • Og hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?
  • Eisini kanst tú koma í iva um, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?
  • Og hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?
  • Kanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?
  • Hvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?
  • Hvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?
  • Hvat við uppsøgn av teimum, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?

 

Ert tú onkuntíð eitt sindur
– ella nokk so nógv –
í iva um, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?

So er hetta ein útbúgving fyri teg. Kom og fá eina samanhangandi og nágreiniliga útbúgving í øllum teimum vanligu viðurskiftum, sum starvsfólka-løgfrøði snýr seg um.

Aftaná útbúgvingina, vilt tú verða før/ur fyri at ráðgeva øðrum á arbeiðsplássinum, sum hava avbjóðingar á starvsfólkaøkinum.

 

Undirvísingardagar

Modul 1 | 26. februar 2020

Modul 2 | 11. marts 2020

Modul 3 | 25. marts 2020


Tín investering er 15999 kr. + mvg. 

Tað er kanska ikki so nógv, í mun til, hvat ein skeiv avgerð, kann koma at kosta tykkum í útreiðslum til løgfrøðing.

Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt.

– Ulla Joensen, Elektron

Stórur partur var sera viðkomandi og tað var meiri spennandi enn eg hevði roknað við.

– Ólavur Asafson Olsen, KJ-Hydraulik

Nógv av tí sum eg lærdi á skeiðnum kann eg brúka á arbeiðsplássinum, t.d. við at upplýsa starvsfólkum sum arbeiða undir mær hvussu arbeiðstakari skal fyrihalda seg og hvørji rættindir hann hevur sambært lógini. Tað eg eisini lærdi var hvussu fyritøkan skal fyrihalda seg fyri arbeiðstakarinum viðvíkjandi hvat fyritøkan hevur rætt til og ikki. Havi eisini brúkt okkurt av tí eg havi lært at vegleitt leiðsluni hjá mær.

– Robert Poulsen, Faroe Ship

Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku.

– Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen

Details

Start:
26. februar 2020 @ 09:00
End:
25. mars 2020 @ 16:00
Cost:
DKK15999
Event Categories:
, , ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

11 available
HR-løgfrøði | modul 1-3DKK15.999,00

Please fill in all required fields