Search by
Loading Events
Skeið 5. oktober 2022

Handfaring av persónsupplýsingum, GDPR | Grundskeið

5. oktober 2022
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
22. september 2022, 23:55
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
20 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
3500 u/mvg
Kostnaður
Melda til

Fá innlit í krøvini í nýggju Dátuverndarlógini


Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum, og slepp undan stórari bót.

Upplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar.

Kom á skeið og fá eitt gott innlit í, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit, á tínum arbeiðsplássi, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar.

 

Fá vitan og ítøkilig amboð heim við


Á skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av nýggju dátuverndarlógini, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í nýggju lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar.

 

Brellbitar úr skránni:


  • Hvat er persónsupplýsingar?
  • Hvat er GDPR?
  • Hvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?
  • Meginreglur
  • Farspor (cookies)
  • Viðgerðarheimild
  • Krøv um kunning og dokumentatión
  • Rættindi hjá skrásetta
  • Innanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl
  • Viðgerðartrygd
  • Handfarin av trygdarbroti
  • Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti

Luttakarar siga:


“Eg var ikki stúrin, men meira forvitin, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”

Luttakari frá fakfelag

“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir, sum Helga kom við.”

Teldumaður

“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur, so forbrýtur mann seg, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”

Luttakari frá almennum arbeiðsplássi

“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.

Luttakari frá privatum arbeiðsplássið

“Eg var stúrin fyri at hon fór at “fleingja” støðuna á arbeiðsplássunum  í FØ.”

Luttakari frá privatum arbeiðsplássið

“Eg kann viðmæla øllum skeiðið, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”

Luttakari frá almennum arbeiðsplássi

 

Kom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina
– jú fyrr, jú betur! 

Eg kann viðmæla øllum skeiðið, sum eru dátuábyrgdara og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.

– Luttakari 2020

Gott at fáa stutta og greiða frágreiðing og svar uppá tað ið verður spurt um.

– Luttakari 2020

Hon dugir sera væl at greiða frá, so heildin hon legði fram var góð

– Luttakari 2020

Skeiðið klárleygi nøkur viðurskifti, ið vóru mær nakað ógreið frammanundan. Serliga við tí fyri eyga, at nýggja datalóg kemur í gildi 1. jan. 2021.

– Luttakari 2020

Details

Date:
oktober 5
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.3.500,00
Event Categories:
, , ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Skeið í GDPR
kr. 3.500,00
14 available