Loading Events
Skeið 20. januar 2020

Grundleggjandi avtalurættur fyri handverkarar

20. januar 2020
09:00 - 12:00
Tilmeldingarfreist
15. januar 2020, 16:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
20 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1860 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,5/10
Melda til

NB!
Limir í Føroya Handverksmeistarafelag kunnu søkja “Vitan” um at fáa skeiðskostnaðin endurrindaðan.


Ert tú sjálvstøðugur handverkari?

  • Timburmaður?
  • Eletrikari?
  • Málari?
  • Múrari?
  • HVS?
  • Ella arbeiðir innan annað handverk?

So kanst tú koma illa fyri…

…um tú ikki hevur greiða avtalu við kundan áðrenn arbeiði byrjar.

Tú hugsar kanska, at tað er best bara at koma í gongd við arbeiði sum skjótast. Tú hugsar kanska eisini, at flestu fólk, eru skilafólk, so tað man fara at ganga tað heila.
Tað eru tey eisini, skilafólk, men allíkavæl kann tað ganga galið, um eingin skrivlig avtala er. Tað er ikki vist, at tit hava somu fatan av, hvat varð avtalað av fyrstani tíð.

Tí kanst tú veruliga koma illa fyri, um tú ikki hevur gjørt eina skrivliga avtalu, áðrenn arbeiðið er farið í gongd.

Á skeiðnum lærir tú tað heilt grundleggjandi avtalurættarliga innan smærri byggiverkætlanir, har vanliga ABF 06 ikki verður nýtt.

Tú fært 2 avtaluskabelónir, har tú kanst seta tíni tøl inn

Á skeiðnum gera vit tað ordiliga lætt fyri teg. Tú fært tvær skabelónir, har tað er lætt hjá tær at seta tíni tøl inn.

Tann eina er ein skabelón, sum tú bara skalt fylla út, so hevur tú tína avtalu klára. Hin er meira sum ein sáttmáli.

Lættari verður tað ikki – og so hevur tú tryggjað teg, um samskiftið skuldi farið av sporinum og óvæntaðar ósemjur skuldu stungið seg upp, t.d. hvat var íroknað og ikki.

Details

Date:
januar 20
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
DKK1860
Event Categories:
, ,

Organizer

Synergi

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Grundleggjandi avtalurættur fyri handverkarar
DKK 1.860,00
16 available