“Eg kann viðmæla øllum hetta skeiðið. Tað er eitt gott amboð at hava í skjáttuni, og kann lætta nógv um. Tí tað er ikki neyðugt at hava teldu við allastaðni, man kann gott líka tjekka okkurt á telefonini.”
Luttakari
Kom og fá yvirlit yvir hvussu tú brúkar OneDrive
Í Office 365 finnur tú eina røð av forritum, sum hoyra til tín Officelicens. Eitt av teimum er OneDrive. OneDrive er sostatt nakrar mappur, har tú kann goyma tínar fílur. Tað góða er, at hesar mappur liggja á netinum, men at tú kanst eisini synkronisera tær niður á telduna.
Tað merkir, at tá tú arbeiðir, hevur tú atgongd til mappurnar á telduni uppá vanliga mátan, gjøgnum Stifinder, men at tú eisini hevur atgongd til mappurnar um tú lænir telduna hjá onkrum øðrum. Tað einasta tú skalt gera, er at logga inn á Office.com. Harafturat hevur tú atgongd til fílurnar frá tínari snildfon og teldli.
Trupulleikin hjá nógvum er tó, at finna runt í, hvar fílurnar eru og hvussu tú fært atgongd til tær.
Og tað er júst tað, vit læra á hesum skeiðinum.
“Eg helt hetta var super. NÓGV ivamál, sum eg hevði viðv. OneDrive havi eg fingið svar uppá. SERLIGA gott var hatta við at goyma myndir á telefonini. NÓGV lættari enn allar aðrar cloudskipanir, har man kann goyma myndir, haldi eg.”
Luttakari
Fokus verður á, hvussu tú skalt brúka OneDrive
– í tínum dagliga arbeiði
Hví skal eg læra meg at brúka OneDrive?
Við OneDrive kanst tú synkronisera allar tínar mappur og fílur, so tú hevur atgongd til ALT, bæði frá heimatelduni, arbeiðstelduni, telefonini og eisini frá telduni hjá makanum og øðrum. Tú skalt bara duga at logga á.
Allar fílurnar hjá tær eru privatar og tú kanst sjálv/ur stýra, hvør annar skal hava atgongd.
Tú kanst senda eina leinkju til eina fílu, tá onnur skulu gera rættingar. So hava tit bara eina fílu at fyrihalda tykkum til og vita alla tíðina, hvør tann nýggjasta versiónin er.
Um tit longu rinda fyri Office 365, so er OneDrive ókeypis at brúka.
Brúkar tú og rindar tú fyri td. Dropbox, hevur tú eina púra óneyðuga eykaútreiðslu. Ein kundi hjá okkum spardi 100.000 kr., við aftaná skeiðið, at droppa Dropbox og flyta yvir til OneDrive.
OneDrive er tryggari enn t.d. Dropbox.
Við Officelicens hevur tú 1 Terabyte av uppihaldsplássi pr. brúkara, so tú skalt ikki stressa um plásstrot.
Er hetta nakað fyri teg? So ver vælkomin við.
Brellbitar úr skránni 👇
Fá yvirlit yvir OneDrive
Hvør er munurin á OneDrive og t.d. Dropbox.
Hvussu er trygdin?
Hvussu og hvar fært tú atgongd til tínar fílur í OneDrive?
Nær brúkar tú OneDrive for Business í mun til OneDrive til persónligt brúk?
Kanst tú goyma øll sløg av fílum í OneDrive? Ella er tað bara Microsoftforritini, so um Excel, Word osfr.?
Hvussu syrgir tú fyri, at fílurnar vera synkroniseraðar millum tína teldu, teldil og snildfon?
Lær at brúka Storage Sense (lagurassistentin), so tú ikki fyllir tína teldu upp, tá tú synkroniserar.
Hvussu deilir tú fílur við tínar starvsfelagar og onnur?
Kanst tú geva einum starvsfelaga tíðaravmarkaða atgongd til eina fílu?
Kanst tú geva øðrum, uttanfyri títt arbeiðspláss, atgongd til eina fílu?
Hvussu funkar OneDrive saman við Outlook?
Hvussu steðgar tú við at deila eina fílu?
Hvussu gert tú, um tú og ein starvsfelagi, skulu arbeiða í sama skjalið í senn, tað vit kalla samskriving?
Hvussu bakkar tú aftur til eldri útgávur?
Hvussu brúkar tú OneDrive á telefonini – m.a. til at gera backup av myndum?
Tóri SlættalíðLærari og kandidat í It, læring og organisatorisk omstillingLes meira
Tóri Slættalíð
Tóri Slættalíð hevur útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur aftrat hetta eisini eina kandidaútbúgving: It, læring og organisatorisk omstilling.
Tóri starvast dagliga sum kt-ráðgevi hjá Námi, har hann m.a. vegleiðir lærarum at nýta Office365 pallin. Hann hevur tí nógvar royndir bæði at arbeiða saman við brúkarum á byrjanarstøði og saman við víðarikomnum brúkarum. Tóri elskar at undirvísa og at geva brúkarum amboð, sum kunnu lætta um teirra arbeiðsdagar.
Um skeiðið | Tað praktiska >>
💻Hetta er eitt skeið við undirvísara.
💻Vit hava teldur, so tað er ikki neyðugt at hava teldu við á skeiðið.
💻Tú fært okkurt undir góman kl. 10.00.
Hvat krevst fyri at luttaka?
Fyri at luttaka, mást tú duga at brúka teldu á brúkarastøðið. Tað er gott, um tú kennir til Officepakkan, td. Outlook og Word.
Skrá
Innleiðsla til Onedrive for business:
Hvat er Office 365 og Cloud
OneDrive vs. OneDrive for Business
OneDrive for Business vs. Dropbox mv.
Trygd
Stovna, broyt og strika fílur
Stovna mappur og fílur – ger ein mappustruktur
Sletta fílur
Finn aftur fílur, sum eru strikaðar
Deiling av fílum og mappum
Bjóða øðrum við – innanhýsis / uttanhýsis
Ymiskir mátar at deila
Sum leinkja
Send sum boð
Deiling til lesing / skriving
Steðga deilingini
Steðga deiling við ávísar persónar
Steðga deiling av leinkju
Tíðaravmarkað deiling
Samstarv við fílum
Samskriving
Versionering
Outlook og OneDrive
Deil úr OneDrive sum viðfesti í telduposti
Samstilling (synkronisering) við telduna
Samstilla mappur við telduna
Samstilla Sharepoint við telduna.
Sense Storage
Stegða samstilling
Office-pakkin og OneDrive
Samstilla skjøl frá skriviborðforritinum til OneDrive
Hvat er Office 365?
Office 365 er ein ský-baserað tænasta, sum samantvinnar fleiri hent forrit. Til dømis fært tú atgongd til Office-pakkan, sum inniheldur tey kendu Word, Excel og PowerPoint, og ikki at gloyma Outlook. Men Office 365 gevur atgongd til nógvar aðrar applikatiónir, sum hjálpa tær við skjalahandfaring, fundarplanlegging og -fyriskipan, samarbeiði og nógvum øðrum. Office 365 er sostatt at skilja sum ein pallur, sum savnar alt tað, sum tær nýtist til tess at fáa nógv burtur úr arbeiðinum. Við Office 365 fært tú sjálvvirkandi dagføringar, og tí skalt tú hvørki nýta tíð ella pengar til at tryggja tær, at tú nýtir tær nýggjastu útgávurnar av forritunum.
Office 365 inniheldur (veldst tó um hvat fyri licence tit hava):
Word (forrit til tekstviðgerð)
Excel (roknskaparforrit)
PowerPoint (framløguforrit)
Outlook (telduposttænasta)
OneDrive (online-tænastu til handfaring av fílum)
OneNote (notatforrit)
Teams (samarbeiðsamboð)
Microsoft Power Automate – fyrr Flow (amboð til automatisering av arbeiðsgongdum)
Yammer (sosialt netverk í fyritøkuni)
Forms (amboð til upprætting av kanningum, royndum og atkvøðugreiðslum)
Planner (amboð til planlegging)
Sway (framløguamboð)
Microsoft Stream (trygg videotænasta)
PowerApps (tænasta til at byggja virkisappir)
To-Do (app, sum gevur tær yvirlit yvir, hvat tú skalt gera)
Delve (umsiting av tínum Office 365-profili við viðkomandi upplýsingum fyri teg)
StaffHub (umsiting av tíni arbeiðsætlan)
Video (deiling av video í fyritøkuni)
Personer (skipan av kontaktupplýsingum)
Dynamics 365 (cloud-pallur, sum savnar ERP og CRM)
Opgaver (upprætting og umsiting av uppgávum í Outlook)
Kalender (planlegging og deiling av fundartíðspunktum við sjálvvirkandi áminningum)
Á hesum skeiðinum fokusera vit uppá hvussu vit brúka OneDrive.
Hetta er eitt gott amboð, bæði hjá skúlanæmingum og starvsfólki hjá tí almenna og privata.
– Rannvá Sólheim, Løgtingið
Undirvísarin var sera góður og greiður - tað var lætt at fylgja við :-)
– Luttakari 2020
Super at kunnu goyma myndirnar, sum eru á telefonini, í OneDrive, tað visti eg ikki
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!