Loading Events
Skeið 28. okt. - 8. nov. 2019

Fotobók – 3 seinnapartar. Skeið fyri pensiónistar!

28. okt. - 8. nov. 2019
13:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
23. oktober 2019, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
12 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
1000 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,8/10
Melda til

“Á seinasta skeiðið, gjørdu øll eina fotobók! Onkur gjørdi enntá tvær!”

Ása Andreasen, undirvísari


Kundi tú hugsa tær, at fingið stóra gleði av tínum myndum?

  • Tekur tú ofta myndir av familjuni, tá føðingardagar eru og um høgtíðirnar?
  • Og tá tit eru í summarferiu?
  • Hevur tú myndir liggjandi á telduni av fyrsta ommu- ella abbabarninum? Frá einari uttanlandsferð ella frá onkrum rundum føðingardegi?
  • Gongur tú runt við ringari samvitsku og ert kanska eitt sindur ørkymlað/ur, tí myndirnar liggja heldur óskipaðar á tínari teldu ella kanska enntá fleiri teldum, umframt externum harðdiskum?
  • Spekulerar tú uppá, at teldan kann blíva for gomul og kanska í ringasta føri krasja?
  • Og hyggur tú alt ov sjálvdan eftir myndunum?

 

So kann eg virkuliga viðmæla tær, at læra at gera fotobøkur!

Tá tú dugur at gera fotobøkur, kanst tú altíð hava myndirnar liggjandi frammi í stovuni.

Tá eru tær lættar at taka fram, tá tú fært vitjan og tit tosa um ein føðingardag, eina ferð osfr.

Soleiðis fært tú stóra gleði av teimum.

Nógv størri enn tá tær bara liggja inn á telefonini ella telduni.

 

Kom og lær at gera fotobók uppá 3 seinnapartar!

Dagar 

  • Mánadagin 28. oktober 2019
  • Fríggjadagin 1. november 2019
  • Fríggjadagin 8. november 2019

Klokkan

13.00-16.00

Staður

Synergi
Karlamagnusarbreyt 1
188 Hoyvík

 

Hugnaligt og stuttligt frítíðarítriv!

Vit hava sjálvsagt ein steðg á skeiðinum, har tú fært ein góðan kaffi/temunn við onkrum lekrum afturvið.

 

Ert tú enn í iva, um hetta skeiðið er nakað fyri teg?

 

OBS! Minst til at gera heimaarbeiði áðrenn tú kemur á skeiðið. So fært tú meiri burturúr. Les meiri á høgra bredda >>

Greið undirvísing, Góðar umstøður. Ikki ov nógvir luttakarar. Pedagogiskt uppbygt.

– Bjørt Samuelsen

Praktiskt! Góð kunning áðrenn, góðar teldur, fingu loyvi at royna forritið við øðrum myndum fyrst. Eg lærdi at gera eina fotobók á Cewe, og havi longu bílagt mær eina, og fari at bíleggja nógvar framyvir.

– Sigrid Thomassen

Havi altíd gjørt vanlig myndaalbum, men tídin er farin frá tí, so nú gledi eg meg at gera fotobøkur vid mínum myndum - vænti eg fari at gera í øllum førdum eina um árid. Forritid hevur so nógvar møguleikar, so eg gledi meg at fara ígongd. Eri von at hava fitt av teksti í mínum albumum, so eg eri glad fyri, at eg eisini kann tad nú - og so á ein snotiligan hátt :)

– Tórunn Isholm Guttesen

Tað var avslappandi og róligur andi, sum eg dámi sera væl, so ein kennir seg væl.

– Bodil Finnsson, Suðuroyar Sjúkrahús

Eg lærdi at gera eina fotobók á Cewe, og havi longu bílagt mær eina, og fari at bíleggja nógvar framyvir.

– Fyrrverandi luttakari

Sera gott ... deiligt at man slapp at vera aktivur alt skeiđið, so at man ikki bara sat og hugdi uppá talvuna (so tađ ikki bleiv sum ein fyrilestur). Tađ var deiligt at man slapp sjálvur at royna seg fram, međan hon greiddi frá, soleiđis at trupuleikarnir vóru loystir beinavegin.

– Miriam Borg, Sølufólk

Dugi ikki at siga hvat var serliga gott, fyri meg var alt skeiðið super!

– Jóna Danielsen, Føroya Landfúti

Eri væl nøgd og eri farin ígongd heima :) Var eitt sindur beingin fyri, at eg ikki mintist hvat og hvussu eg skuldi gera, men alt gongur super :o) So eg eri super væl nøgd.

– Maria

Alt var gott. - Havi áður følt tað sera møtumikið at skula fara í gongd við myndabøkur. Tað at myndirnar vera sorteraðar inni í programminum ger alt ein heilan deil lættari :-) Eisini helt eg at "funkurnar" eru nemmar at minnast. :-)

– Trina Johansdóttir

Details

Start:
oktober 28 @ 13:00
End:
november 8 @ 16:00
Cost:
DKK1000
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

10 available
Fotobók - 3 seinnapartarDKK1.000,00Kostnaðurin er íroknaður eina bók á 26 síður. Skeiðið verður 3 seinnapartar: Mánadagin 28. oktober 2019, hósdagin 31. november 2019 og fríggjadagin 8. november 2019.

Please fill in all required fields