Stimbra títt fokus og fá ein effektivan arbeiðsdag

Fá meira burturúr gerandisdegnum!
– av tí, sum hevur týdning
Høvdið á tær er á tremur við týðandi uppgávum, sum tú ikki má gloyma. Tú verður áhaldandi avbrotin í arbeiðnum, og nýggjar uppgávur koma i heilum inn á borðið hjá tær. Tínir t-postar liggja í rúgvum, og innbakkin er ovurfullur. Flestu av okkum kenna aftur myndina, men tey fægstu duga sjálvi at finna loysnina á, hvussu vit fáa tíðina at røkka.
Hetta skeiðið gevur tær amboðini at broyta arbeiðslag og at skipa arbeiðsdagin. Tú fært samstundis høvi at kenna aftur ringu vanarnar og umlopsgerðirnar og beina fyri nøkrum av størstu tíðartjóðunum.
- Stýrir tú sjálv/ur ella stýra onnur tínari tíð?
- Ert tú tíðaroptimist, tíðarrealist ella tíðarpessimist?
- Ert tú troytt/ur av at vera avbrotin?
- Ert tú troytt/ur av umlopsgerðum og vilt tú fegin hava tingini avgreidd?
- Hevur tú starvsfelagar, sum fyrihalda seg heilt øðrvísi til tíð – enn tú? Skapar tað onkuntíð frustratiónir?
- Hevur tú av og á tankameldur og fær illa hugsavnað teg?
- Roynir tú at hugsavna teg um tað, sum tú ert í gongd við, men hoppar tú ofta aftur og fram millum hugskot, uppgávur og aktivitetir?
Kennir tú eitt ella fleiri av omanfyristandandi punktum aftur?
So er hetta skeiðið sum skraddaraseymað til tín. Kom og fá øll amboðini til, hvussu tú kanst styrkja tíni evni til at finna – og halda – fokus.
| Spar nógva tíð | Spar pengar |

Trine Kolding hevur skrivað fleiri bøkur um tíð og effektivitet. Við útgangsstøðið í síni nýggju bók «FOKUS – sådan skaber du gode arbejdsbetingelser for din hjerne», fer hon at geva tær íblástur og amboð til, at hvessa títt fokus og at til at halda uppmerksemi eitt stað í senn.
Við einum sterkari fokusvødda, fært tú meiri tíð, yvirskot og nærveru. Samstundis sum tú boostar tín persónliga effektivitet.
Ert tú tíðaroptimist, tíðarrealist ella tíðarpessimsit?
Hvat við tínum starvsfeløgum?
Kom við á skeiðið og fá innlit í, hvat slag av tíðarfólki tú ert og hvat slag onnur eru. Tær ymisku tíðartypurnar siga nakað um, hvussu tú fyriheldur teg til tíð. Tín persónliga tíðartypa er avgerðandi fyri, hvussu tú planleggur, ikki minst fyri, um tínar ætlanir halda ella ikki.
Kom og fá ein góðan amboðskassa, so tú kanst skapa tær ein effektivan arbeiðsdag.
OBS! Eru tit 3?
Spar 500 kr. pr. pers.
Nýt koduna: Synergi500