Search by
Loading Events
Skeið 6. februar 2023

Mentalisering og kreativitetur í pedagogikki

6. februar 2023
09:00 - 15:30
J. H. Schrøtersgøta 9
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1380
Kostnaður
Melda til

| Pedagogiskur dagur |

Um metalisering og kreativitet í gerandisdegnum


Arbeiðir tú innan námsfrøðiliga økið, so kom við, tá vit fara seta sjóneykuna á tvey sera týðandi hugtøk í námsfrøðiliga arbeiðinum:

Mentalisering og Kreativitet

Kom og hoyr Bente Lynge og Vicki Sieling seta fokus á teir teoretisku pallarnar vit kunnu standa á, tá vit ynskja at etablera ein mentaliserandi, viðurkennandi og kreativan pedagogikk.

 

Mentalisering – stigið aftaná viðurkennandi pedagogikk


Mentalisering er eitt sera praktiskt hugtak, tí tað tekur saman um mental og interpersonell sambond á ein meiningsfullan máta. Tað handlar m.a. um hvussu vit skapa meining – saman. Hvussu vit tillaga okkum kensluliga. Hvussu vit avlesa og tillaga okkum í mun til onnur. Hetta er alt nakað, vit brúka tá vit skulu skilja hvønn annan, spæla, læra, granska og skapa eitthvørt saman.

Hóast hugtakið er lutfalsliga nýtt, er tað eitt gamalt fyribrigdi. Tað rúmar nógv av tí, sum námsfrøðingar hava arbeitt við leingi.

Hóast tað, er tað týdningarmikið at hava eina serliga vitan um mentalisering, eitt nú um hvør samanspælsháttur og atburður kann hjálpa til við mentalisering. Harafturat er tað gott at vit minna hvønn annan á, at mentalisering er eitt broytiligt fyribrigdi, sum er sera tengt at, hvørjum samanhangi vit eru í.

Kom og lær um

  • Hvussu vit sum smá læra at lesa okkum sjálvi og onnur
  • Hvussu vit læra at ímynda okkum tankar, ynski og ætlanir hjá øðrum
  • Hvussu bundin vit eru av samspælinum við onnur, so vit kunnu læra at mentalisera. Fyrst við teimum nærmastu umsorganarpersónunum, men longu frá 4-5 ár, við okkara javnaldrum.
  • Vit læra eisini um hvat hendir, tá vit renna okkum í mentaliseringshol, missa meining og samanhang og hvussu vit koma uppá beint aftur.

Kom og lær at brúka mentalisering í tínum dagliga arbeiði  við børnum og ungum.

 

Kreativur pedagogikkur


Vit viðurkenna, at eisini barnið kann koma við íkasti til kreativar mannagongdir. Barnaperspektivið inngongur tá í bólkin av børnum og teirra skapandi arbeiði. Harvið verður barnið myndað, tað mennist og lærir samstundis nakað um heimin og felagsskapir.

Á skeiðinum hyggja vit eftir nógvum konkretum dømum uppá kreativar tilgongdir og aktivitetir, sum kunnu brúkast direkta sum íblástur á tínum egna stovni. Uppleggið er bygt á ymiskar granskingarverkætlanir, sum eru gjørdar í samstarvi við bæði vøggustovu- og barnagarðspedagogar.

Kom og lær um

  • Nýggjar fatanir av kreativiteti í námsfrøðiligum høpi.
  • Hvussu vit kunnu innrætta námsfrøðiliga gerandisdagin, strukturin og fysisku rammurnar soleiðis, at kreativiteturin hjá bæði børnum og vaksnum stimbrast.
  • Hvussu tú við kreativum pedagogikki kanst brúka viðurkenning og mentalisering í gerandisdegnum.
  • Og fá nøkur praktisk boð uppá, hvussu tú námsfrøðiliga kanst møta og inndraga barnaperspektivi í skapandi relatiónir.

 

Undirvísarar | Bente Lynge og Vicki Sieling


 

Vit hava 2 undirvísarar við á hesum skeiðinum. Hetta er við til at gera skeiðið serliga áhugavert og tú fært fleiri perspektiv uppá bæði mentalisering og kreativitet.

Les meiri um undirvísararnar á leinkjuni til høgru (ella niðanfyri, um tú ert á fartelefonini).

 

Tilboð | Eru tit 3 ella fleiri fáa tit 10% í avsláttur | Nýt kotuna: Synergi10

Tekna teg/tykkum her á síðuni, ella send ein t-post til Ásu – asa@synergi.fo. Tað er nógv lættari. Tú kanst eisini ringja á 322355. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Details

Date:
februar 6
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.1.380,00
Event Category:

Venue

Starvsmannafelagið
J. H. Schrøtersgøta 9
Tórshavn, 100
+ Google Map

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are not yet available