Loading Events
Skeið 2. - 3. apríl 2020

Excel – tey fyrstu fetini | KT Landsins

2. - 3. apríl 2020
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
24. mars 2020, 12:00
Kvíggjartún 1
Argir
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
Einastandandi
Eftirmeting: 9,7/10
Melda til

Blív ein meistari til Excel!

Situr tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt? Ella hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini?

So er tað er nú, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. Kom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-). Tekna teg bara longu beinanvegin. Fyrr ella seinni mást tú læra Excel. Um tú altso arbeiðir við listum, tølum, grafum, hagtølum vm.

 

Eitt sindur um Excel

Excel er eitt rokniark, har tað er møguligt at arbeiða við tølum, listum og grafum upp á allar hugsandi (og óhugsandi) hættir. Við at luttaka á hesum skeiðinum, fært tú grundleggjandi kunnleika til Excel. Tú lærir tær mest brúktu og mest týðandi funkurnar. Aftaná skeiðið kanst tú brúka og fáa stóra gleði av forritinum í tínum dagliga arbeiði. Arbeiðir tú við tølum (t.d. roknar út fíggjarætlanir, kostnað av onkrum projektið, hvat ein vøra ella tænasta kostar) ella listum (td. starvsfólkalistar, tilmeldingarlistar osfr.), so garantera vit, at tú fert at elska Excel.

 

Lærir tú Excel, fer ein heilt nýggjur heimur at opna sær fyri tær 😉

Tað merkir, at tú fert at kunna, á ein einfaldan máta, halda skil á og hava yvirblikk yvir øll tíni mál. Tú fert at kunna gera útrokningar og gera broytingar í útrokningunum, uttan at skula rokna alt út umaftur. Arbeiðir tú t.d. við listum, eitt nú tilmeldingarlistar, so kanst tú uppá 2 sek. finna útav, hvussu nógvar kvinnur og hvussu nógvir menn hava teknað seg, ella hvussu nógv hava teknað seg ein ávísan dag.

 

Tað sum fyrr tók upp í fleiri tímar
– fer at taka tær 3 min.

Og ja, tað er ikki eingongd lygn 🙂

 

 

Eg lærdi fleiri funktiónir í Excel, og í øðrum programmum, sum eg arbeiði við dagliga. Fyri meg var tað eitt gott og væl planlagt skeið.

– Jákup, Hordafor AS

Alt bleiv tikið frá grundini. Dømir blivu víst á talvuni og vit sluppu sjálvi at arbeiða við tí, sum vit høvdu lært. Ása dugur væl at greiða frá og undirvísa. Haldi at tað var gott, at tað vóru fleiri stuttar pausir. Maturin var super.

– Beinta Enni, Skúlin á Giljanesi

Góðar umstøðir, dugnaligur undirvísari, eitt gevandi skeið, sum vit øll fara at gleðast um, tá vit framyvir fara at atbeiða við Excel.

– Tórður J. Poulsen, P/F Faroe Farming

Skeiðið livdi upp til sítt navn - fyrstu fetini. Gott at allir luttarkararnir vóru á sama støði. Tempo'ið perfekt. Nógv góð tips um hvussu tingini kunnu gerast lættari - góð short-cuts. Hyggeligt umhvørvi. Alt í alt vikuliga gott.

– Beinta Jensen, SPEKT

Alt var gott. Ása dugdi væl og var bæði tolin og pedagogisk. Ordiliga læruríkt fyri meg.

– Eydna Bernhardson, Maskinmeistarafelagið

Eg haldi at tað var deiligt at skeiðsluttakararnir vóru nøkulunda á sama støði. Mær dámdi væl mátan ið undirvíst varð uppá.

– Helena Skaalum Mikkelsen, Landssjúkrahúsið

Details

Start:
apríl 2 @ 09:00
End:
apríl 3 @ 15:30
Cost:
Free
Event Tags:
,
Website:
https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/skeid/kt/

Organizer

KT-landsins
Website:
https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/skeid/

Venue

Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
Argir, 160 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
00298227464

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Excel - tey fyrstu fetini | 2.-3. apríl 2020
Legg til merkis! Hetta er eitt skeið, sum vit skipa fyri, saman við Gjaldstovuni og KT-landsins. Skeiðið er tíverri ikki ókeypis, hóast tað stendur 0 kr. her á síðuni. Kostnaðin finnur tú á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni. Gjaldstovan avroknar beinleiðis við stovnin hjá tær.
DKK 0,00
9 available