Search by
Loading Events
Skeið 3. mai 2022

Eginumsorgan og fyribyrgjan av umsorganarmøði

3. mai 2022
09:00 - 15:30
Stoffalág 17
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
1180 +mvg.
Kostnaður
Melda til

Skeið fyri teg sum arbeiðir við menniskjum

Ver tín egni besti vinur 


Umsorganararbeiði er gevandi og slítandi


  • Arbeiðir tú á dagstovni, bústovni ella á annan hátt við fólki?
  • Hevur tú eitt stórt umsorganargen?
  • Trívist tú væl við at geva umsorgan til onnur?
  • Men kennir tú eisini á tær, at tað til tíðir kann vera sera slítandi?

So er hetta skeiðið til tín!

At arbeiða við fólki – í øllum aldrum – er eitt sera týdningarmikið arbeiði. Í hesum døgum verður tað alt meiri týðiligt fyri øll. Serliga nú tað er so stórur tørvur eftir heitum hondum, verður tað meiri og meiri eyðsæð, at vit mugu ansa eftir teimum starvsfólkum, sum longu eru á økinum.

Viðurkenna

Við at viðurkenna og tosa um, at umsorganararbeiði bæði er gevandi og slítandi uppá nógvar mátar, kunnu vit varðveita tær heitu hendurnar, sum longu eru á økinum.

Tað er týdningarmikið at tú – sum vit, nú og í framtíðini – hava stóran tørv á, áhaldandi trívist og mennist, so tú eisini framyvir hevur hug at arbeiða við at menna, fjálga um og taka tær av okkara borgarum; tað verið seg børn, fólk við breki, okkara eldri borgarum, sjúklingum vfl. Tí eiga vit á økinum, í stóran mun seta fokus á eginumsorgan og fyribyrgjan av umsornanarmøði.

 


Hetta skeiðið snýr seg um eginumsorgan og fyribyrgjan av umsorganarmøði hjá námsfrøðingum og øðrum, sum arbeiða við menniskjum.


Ansa eftir, ikki at verða rakt/ur av umsorganarmøði

Í sálarfrøðini tosa vit um umsorganarmøði sum eitt fyribrigdi, sum uppstendur, tá ið arbeiði gerst kensluliga tungt.

Sum professionellur umsorganargevari, ert tú í vanda fyri at verða rakt/ur av umsorganarmøði. Tí er neyðugt við amboðum, so tú kanst ansa eftir tær sjálvari/um og tínum starvsfeløgum.

Á hesum skeiðinum, seta vit fokus á, hvussu fólk, ið arbeiða við menniskjum, kunnu ansa eftir sær sjálvum. Hetta fyri at minka um vandan fyri at “mangla umsorgan”, sum er ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Sum umsorganargevi, hevur tað stóran týdning, at tú hevur umsorganargoymsluna fulla, bæði hjá tær sjálvari/sjálvum og hjá teimum menniskjum, sum tú arbeiðir við.

Vit læra at minka um strongd og fokus verður á uggan (beroligelse), og hvussu tú lærir at vera minni sjálvkritisk/ur. Vit læra, hvussu tú tvørturímóti skalt vera tín egni besti vinur.

 


Kom og lær hvussu tú ansar væl eftir tær sjálvari/sjálvum
– so tú kanst ansa eftir øðrum


 

Skeiðið leggur dent á koblingina millum ástøði og praksis, við fleiri praktiskum venjingum og ítøkiligum hugskotum, sum tú kanst arbeiða víðari við á tínum arbeiðsplássi.

 

Hvat fært tú burturúr við at luttaka?

Tú fert at fáa vitan og amboð til, hvussu tú ansar eftir tær sjálvari/sjálvum – og tínum starvsfeløgum – í einum strævnum gerandisdegi. Við útgangsstøðið í granskingini hjá Kristin Neff um ‘self-compassion’, kombinera við einari røð av háttum og amboðum, lærir tú at síggja vandatekin.

Tú fert frá skeiðinum við einari kenslu av, at tú ikki skalt døma teg sjálva/n og starvsfelagar so hart og samstundis fært tú nýggja vitan um, hvat skal til, fyri at gera eina áhaldandi broyting, sum kann hava stóran týdning fyri framtíðina hjá tykkum.

 

Details

Date:
3. mai 2022
Time:
09:00 - 15:30
Cost:
kr.1.180,00
Event Category:

Venue

Føroya Arbeiðarafelag
Stoffalág 17
Tórshavn, Faroe Islands
+ Google Map

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available