Search by
Loading Events
Skeið 20. oktober 2023

Dorthe Birkmose

20. oktober 2023
09:00 - 12:00
Tilmeldingarfreist
6. september 2023, 00:00
Hotel Føroyar
Tórshavn
Danskt
Undirvísingarmál
995,- u/mvg
Kostnaður
Melda til

KOM VIÐ!


Skeiðið tekur útgangsstøði í nýggju bókini hjá Dorthe Birkmose
“Menniskjan er motiverað”

Hvat er forráan?

Øll sum arbeiða við menniskjum eru í vanda fyri forráan. Forráan er, tá góð menniskju gerast meira og meira rá. Tað er, tá fakligheitin ikki røkkur, og vit í máttloysi gera ymiskt, sum vit vanliga ikki høvdu gjørt, mótvegis teimum vit í veruleikanum ynskja at hjálpa.

  • Vit skelda tey
  • Vit tosa harðari
  • Vit kveistra tey burtur
  • Vit gera gjøldur við teimum
  • Vit ignorera tey
  • Vit revsa tey

Hetta hóast vit vita betri. Her er talan um forráan, sum í veruleikanum er eitt stórt tabu. Vit kenna hetta aftur frá bókini hjá Dorthe Birkmose “Når gode mennesker handler ondt”.

 

Á hesum skeiðinum taka vit fetið víðari frá forráan | Menniskjan er motiverað

Dorthe Birkmose tekur okkum eitt fet víðari í nýggjastu bókini “Mennesket er motiveret”. Sum fakfólk kunnu vit koma til at hjálpa ov nógv, ov lítið, skeivt, mest fyri egnu skuld ella bara hjálpa, har tað sæst. Tað er eisini vandi fyri at vit stýra ov nógv. Menniskjan er motiverað til loysa trupulleikar, og til at liva eitt innihaldsríkt lív. Nýggja bókin er ein uppgerð ímóti stýring, sum er blivið eitt risarák. Hjálpararbeiði er so sera nógv meira enn at stýra. Og leiðsla er eisini so sera nógv meira enn at stýra.

 

“Vit hava roynt alt, men onki riggar!”

Tá ið vit, sum fakfólk, hitta menniskju, sum eru trupul at hjálpa, kunnu vit í berum máttloysi hugsa ”vit hava roynt alt, men einki riggar”. Sannleikin man tó vera, at hóast vit hava roynt nógv, so hava vit ikki roynt alt. Óansæð hvussu trupul og løst støðan sýnist, so er tað altíð okkurt vit kunnu royna. Tað gevur eina vón – eina vón um, at vit altíð kunnu gera eitt sindur meira fyri at hjálpa øðrum.

Sálarfrøðingurin Dorthe Birmose fer at siga frá, hvussu vit kunnu koma til at undirmeta motivatiónina hjá øðrum. Harafturat hvussu vit eisini undirmeta okkara egna úrval av ymiskum háttaløgum at samstarva. Grundarlagið undan øllum hættum at hjálpa er perspektivskifti sum metoda.


Serprísur til tey skjótu🤸‍♂️👌👇

Tekna teg innan 6. september og fá skeiðið fyri serprís.

Harafturat bert til at fáa bólkaavsláttur:

  • Teknar tú 5 fólk til fært tú 5 % í bólkaavsláttri
  • Teknar tú 10 fólk til fært tú 10 % í bólkaavsláttri

So tað kann loysa seg at melda til í góðari tíð – ikki minst um tit eru fleiri!

👇Kom við!👇

🙋‍♀️🧡👨‍👩‍👧‍👦💛👩‍🔬💚👩‍🦽💜👩‍⚖️🤎👨‍👧‍👧💗👩🏾‍🤝‍👩🏾🤍👮‍♂️🤎👨‍🦯💖👵💙👌

Details

Date:
oktober 20
Time:
09:00 - 12:00
Cost:
kr.895,00
Event Categories:
, ,

Organizer

Synergi

Venue

Hotel Føroyar
Hotel Føroyar
Tórshavn, Føroyar 100
+ Google Map

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Dorthe Birkmose
Tekna teg seinast 6. sept. og fá skeiðið fyri serprís 895,-
kr. 895,00
Unlimited