Loading Events
Skeið 7. - 11. oktober 2019

Certified Ethical Hacker (CEH)

7. - 11. oktober 2019
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
19. september 2019, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
25000 u/MVG
Kostnaður
Melda til

Lær hvussu tú kanst tryggja teg móti hackaraálopum,
– so tú kanst sova gott um náttina!

Kom við á Certified Ethical Hacker’liðið 

Á hesari útbúgving lærir tú at skanna, testa, hacka og tryggja tínar egnu skipanir við framkomnum hackingaramboðum og -tøkni.

Útbúgvingin er eitt gott bland av ástøði og royndum sum tryggjar, at tú bæði skilir, hvussu amboðini virka, og hvussu tey skulu nýtast. Sum partur av undirvísingartilfarinum fært tú atgongd til tey amboðini, sum verða nýtt í undirvísingini, so tú eisini kanst nýta tey, tá tú fert aftur til arbeiðis.

Vit arbeiða m.a. við hesum 5 stigunum:

  • Reconnaissance
  • Gaining Access
  • Enumeration
  • Maintaining Access
  • Covering your tracks

Íroknaður er ein virðisseðil til 1 próvtøkuroynd!

Viðrið 6000 kr. +mvg.

 

Til tess at vinna á einum hackara mást tú skilja, hvussu hackarin hugsar!

 

10. útgávan av hesum skeiðnum er dagførd við tí fyri eyga, at tú fært somu amboðini og mannagongdirnar, sum hackarar og serkøn innan kt-trygd nýta at bróta seg inn í telduskipanir av øllum slag. Skeiðið gevur tær eitt “Hacker Mindset”, so tú lærir at hugsa sum ein hackari og harvið betur kanst verja teg móti framtíðar álopum. Tú sleppur at stýra í einum hands-on venjingarumhvørvi, har tú skalt royna eina skipaða ethical hacking-tilgongd.

Tú verður alla tíðina útsett/ur fyri kreativar teknikkir, sum hava til endamáls at røkka bestu kt-trygdarstøðuna í fyritøkuni, sum er í miðdeplinum – við at hacka hana! Tú lærir, hvussu tú kanst scanna, testa, hacka og tryggja skipanir, sum miðað verður ímóti. Skeiðið snýr seg um tey fimm stigini í Ethical Hacking: Tú lærir um kanning (reconnaissance), at fáa atgongd (gaining access), greining (enumeration), at varðveita atgongdina (maintaining access) og at fjala sporini (covering your tracks).

Á skeiðnum lærir tú alt um amboðini og mannagongdirnar í øllum fimm stigunum, og eingin onnur skeiðsskrá bjóðar tær somu breiddina av lærutilfari, venjingarumhvørvum, amboðum og mannagongdum sum skráin hjá CEH v10.

Til tess at vinna á einum hackara mást tú skilja, hvussu hackarin hugsar!

 

 

Hvat er ein “Etichal Hacker”?

Ethical Hacking verður ofta umrødd sum ein tilgongd, har tú roynir at sleppa inn í tína egnu teldu ella teldur, sum tú hevur fingið loyvi at royna at sleppa inn í. Hetta verður gjørt til tess at staðfesta, um skipanin hevur viðbrekin øki, og í so fall seta í verk fyribyrgjandi, rættandi og verjandi tiltøk, áðrenn skipanin veruliga verður álopin.

 

Kom og blív ein Certified Ethical Hacker!

Sum Certified Ethical Hacker ert tú eitt yrkisfólk, sum skilir veikleikar og brek í kt-skipanum og veitst, hvussu tú skalt finna tey. Til hetta nýtir tú somu vitanina og amboðini sum ein illviljaður hackari, men á lógligan hátt við tí fyri eyga at avgera trygdarstøðuna í einari skipan. CEH-skjalið er prógv hjá einstaklingum í Ethical Hacking netverkstrygd út frá einum óheftum sjónarmiði.

 

Mábólkur

Hendan útbúgving, er fyri øll sum arbeiða – ella ynskja at arbeiða – við netverkstryd.

Certified Ethical Hacker-prógvið styrkir vitanina hjá trygdarstarvsfólki, grannskoðarum, umsitarum og øllum øðrum, sum hava áhuga í trygdini í einum netverki.

 

Tak útbúgvingina í Føroyum!
Tað kann loysa seg.

Samanlagt er tað nógv bíligari, enn um tú skuldi tikið hana í Danmark! Prísurin fyri sjálva útbúgvingina er tann sami, men tú sparir – ikki tær at siga – bæði flogferð, hotel, ferðadagar osfr.!

Hetta er skeiðið hjá SuperUsers: SU-415 Certified Ethical Hacker (CEH)

Details

Start:
oktober 7 @ 09:00
End:
oktober 11 @ 16:00
Cost:
DKK25000
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

8 available
Certified Ethichal HackerDKK25.000,00Prísurin er íroknaður eina test á kr. 6000 + mvg.. Testin kann tíverri ikki veljast frá. Hetta eru reglar sum eru galdandi internationalt fyri júst hesa útbúgving.

Please fill in all required fields