Loading Events
Skeið 12. februar 2020

Brikveving | Pláss er 23. september 2020

12. februar 2020
17:00 - 21:00
Tilmeldingarfreist
3. januar 2020, 00:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
12 luttakarar
Onki pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
460 u/MVG
Kostnaður

Skeiðið er fullteknað,
men pláss eru til skeiðið 23. september 2020 – Tekna teg her!

 


“Brikveving er ein øgiliga simpul teknikkur, har sum eingin amboð krevjast, 
annað enn tað , sum tú sjálv kanst gera.”


 

Kom í gongd við aldargamla teknikkin uppá eitt kvøld >>

Brikveving er ein fantastiskur vevteknikkur, sum ikki krevur nógv amboð. Hevur tú nøkur kort og eitt sindur av tógvi, so kanst tú koma í gongd.

Vit vita at teknikkurin var nýttur í jarnøldini og summi siga, at hann er uppaftur eldri.

Brikveving var nýtt til bæði at gera praktisk bond, men eisini til prýðing av klæðum. Eitt nú var brikveving nógv brúkt í víkingatíðini og tey, sum hava áhuga fyri víkingaøldini, brúka nógv brikveving til víkingabúnar.

 

 

Prát við Joanu, undirvísaran um skeiðið >>

Hetta kanst tú brúka brikveving til >>

Umframt, at tað altíð er stuttligt at læra nýggjar teknikkir, so kanst tú brúka bondini til alt millum himmal og jør. Fyrr var brikveving brúkt nógv til kantar á kjólum, troyggjum, jakkum ol. Og eisini til daglig brúksting, eitt nú reimar og bond til ymiskt. Her eru nøkur hugskot til, hvat tú kanst brúka tey til í dag >>

  • hundareim
  • bókamerkið
  • lyklatyssi
  • rossateymar
  • beltir
  • reimar til taskur
  • bond til leypar
  • hosubond til føroysk klæðir
  • ol.

Dømi um brikveving >>

 

Details

Date:
februar 12
Time:
17:00 - 21:00
Cost:
DKK460
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.