Search by
Loading Events
Skeið 18. - 20. november 2024

Bókhald frá grundini

18. - 20. november 2024
09:00 - 15:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
10 luttakarar
6 pláss eftir
Føroyskt
Undirvísingarmál
7180,- u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,7/10
Melda til

Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi

Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit, kassaroknskap, MVG, vøruroknskap, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi, so tú kanst koma í gongd.

Tú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.

Egið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu?

Skeiðið er sera viðkomandi fyri teg, um tú hevur hevur egið virkið, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum.

Skeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði, so øll kunnu vera við.


Kom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!


Men bíða ikki ov leingi, tí skeiðið er nærum altíð útselt.


Alt var gott. Undirvísing, matur og atmosferan. At vit bert vóru 4, fingu vit optimalt burturúr og Tummas hevði tíð til okkum øll og at tíðin strekti til. Haldi ikki at nakað kundi verið betur.

– Sigmar Jacobsen, Herbergi á Dalavegi 1

Tummas dugdi gott at forklára, fyri mín part skyld var tað eisini gott at man føldi seg væl um man ikki forstóð alt beinanveg.

– Kirstin Jacobsen

Støði var passaligt og undirvísingin var so deiliga pedagogisk :)

– Hans Andor, AVLux

Eg eri sera væl nøgd og gleði meg at fara ígongd við egi bókhald.

– Elin Lindenskov

Góður undirvísari, tolin, dugdi væl at greiða frá og fáa øll við. Deiligt høli, og ikki at gloyma tann super góða matin:)

– Annika á Borg, Bilrøkt

Tummas var so tolin, og svaraði allar spurningar so meistarliga.

– Tone Kjeld, SB Bussar/Tora Tourist Traffic

Skeiðsdagarnir vóru uppbygdir so deiliga logiskt, so sjálvt um talan var um nógva og umfatandi vitan, so var tað lætt at skilja og tann reyði tráðurin bleiv ongantíð burtur.

– Súsan Joensen, Fótbúni

Details

Start:
november 18 @ 09:00
End:
november 20 @ 15:00
Cost:
kr.7.180,00
Event Categories:
, , , ,

Organizer

Synergi

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Bókhald frá grundini
kr. 7.180,00
6 available