Loading Events
Skeið 23. - 24. mai 2019

At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari

23. - 24. mai 2019
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
25. apríl 2019, 16:00
Tvørgøta 13
Tórshavn
14 luttakarar
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
8365 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,6/10
Melda til

Skeið fyri teg, sum leiðir
– uttan at vera sett/ur
sum leiðari

  • Hvat er góð leiðsla?
  • Hvør leiðsluháttur hóskar best til tín?
  • Soleiðis eyðmerkir og lyftir tú einstaklinga styrkir og førleikar hjá starvsfeløgum
  • Lær at handfara “truplar” persónar í dagliga arbeiðnum
  • Leiðslusamskifti – soleiðis skapar tú eldhuga og jaligan framdrátt hjá øðrum

Faklig vitan og
ítøkilig amboð

Gjøgnum tveir læruríkar skeiðsdagar fært tú gjøgnum fakliga vitan og ítøkilig amboð eitt haldgott tak um persónligu leiðsluna.

  • Tú styrkir fakligu vitanina, soleiðis at tú verður ein betri leiðari í tí tú gert
  • Tú fært vitan og amboð til, hvussu tú leiðir og motiverar fólk
  • Tú lærir hvussu tú tillagar títt samskifti til ymiskar støður og til ymiskar typur
  • Tú fært amboðini at handfara mótvilja ella ein “truplan” starvsfelaga
  • Tú lærir hvussu tú skapar eldhuga og fær fólk at kenna, at tey “eiga” málini
  • Tú lærir hvussu tú kann fáa autoritet, uttan at tú formelt hevur tað á pappírinum
    – og uttan at starvsfelagar taka hetta negativt

Frálíkt. Ábyrgdarfullir skeiđsluttakarar og skeiđshaldari. Góđir karmar. Sera læruríkt!

– Fyrrverandi luttakari

Góð blanding teori og praksis. Dynamisk og fleksibel undirvísari. Loftaði dømum og tillagaði undirvísingina til tað.

– Fyrrverandi luttakari

Haldi at undirvísarin var super góð. Trúverdig og grounded.

– Fyrrverandi luttakari

Details

Start:
23. mai 2019 @ 09:00
End:
24. mai 2019 @ 16:00
Cost:
DKK8365
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Rabarbuhúsið
Tvørgøta 13
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

13 available
At leiða onnur uttan at vera leiðariDKK8.365,00

Please fill in all required fields