Search by
Loading Events
Skeið 18. - 19. oktober 2023

At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari

18. - 19. oktober 2023
09:00 - 15:30
Tilmeldingarfreist
6. oktober 2023, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
12 luttakarar
Onki pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
8365 u/MVG
Kostnaður
Einastandandi
Eftirmeting: 9,6/10

Fá góð úrslit sum óformellur leiðari

  • Hvat er góð leiðsla?
  • Hvør leiðsluháttur hóskar best til tín?
  • Soleiðis eyðmerkir og lyftir tú einstaklinga styrkir og førleikar hjá starvsfeløgum
  • Lær at handfara “truplar” persónar í dagliga arbeiðnum
  • Leiðslusamskifti – soleiðis skapar tú eldhuga og jaligan framdrátt hjá øðrum

 


“Nú fari eg at duga betur at lova øðrum framat at finna loysnir og at forventningsavstemma, soleiðis at vit vita, hvussu øll uppfata uppgávuna.”


Gjøgnum tveir læruríkar skeiðsdagar,
fært tú gjøgnum fakliga vitan og ítøkilig amboð,
eitt haldgott tak um persónligu leiðsluna

  • Tú styrkir fakligu vitanina, soleiðis at tú verður ein betri leiðari í tí tú gert
  • Tú fært vitan og amboð til, hvussu tú leiðir og motiverar fólk
  • Tú lærir hvussu tú kanst tillaga títt samskifti til ymiskar støður og til ymiskar typur
  • Tú fært amboðini at handfara mótvilja ella ein “truplan” starvsfelaga
  • Tú lærir hvussu tú skapar eldhuga og fær fólk at kenna, at tey “eiga” málini
  • Tú lærir hvussu tú kann fáa autoritet, uttan at tú formelt hevur tað á pappírinum
    – og uttan at starvsfelagar taka hetta negativt

 

Aftaná skeiðið, fert tú at duga betur at fáa fólk við tær, at siga frá og leiðsluparturin fer at kennast lættari. 

 

Ver vælkomin við.


Luttakararnir siga:

“Eg haldi, at tað er áhugavert og gevandi at viðgera teoretisk amboð saman við øðrum, sum eru í eini líknandi støðu.”

“Eg haldi eg kenni meg tryggari í leiklutinum sum óformellur leiðari. Nógv góð amboð komu fram á skeiðnum.”

“Eg fekk innlit í mín persónliga leiðslustíl, og hvussu eg kann virka yvirfyri øðrum.”

Details

Start:
oktober 18 @ 09:00
End:
oktober 19 @ 15:30
Cost:
kr.8.365,00
Event Categories:
, , ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone
+298 322355
View Venue Website

Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.