Loading Events
Skeið 10. mai 2019

Eftirgjørdur intelligensur – Kom og fá innlit í perspektivini fyri títt arbeiðspláss

10. mai 2019
09:00 - 16:00
Tilmeldingarfreist
9. mai 2019, 16:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
18 luttakarar
2 pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
5800
Kostnaður
Melda til

Hvussu kemur eftirgjørdur intelligensur at ávirka tykkara arbeiðsøki?

Kommersielt hevur eftirgjørdur intelligensur nú av álvara vunnið frama, og ávirkanin sæst longu í nógvum vinnugreinum og organisatiónum.

Á skeiðinum fært tú eina sera góða fatan av eftirgjørdum intelligensi, millum annað Machine Learning og Deep Learning, við denti á bæði tøknifrøði og nýtslu. Stórar broytingar eru ávegis í fyritøkum og felagsskapum. Á skeiðinum tosa vit um tey útlitini og avleiðingarnar, sum vit koma at taka støðu til.

Eftirgjørdur intelligensur er sostatt viðkomandi fyri allar fyritøkur (arbeiðspláss), har KT spælir ein stóran leiklut, fyri at fyritøkan kann fungera.

Kom og fá eina fatan av hvat eftirgjørdur intelligensur er, so tú kanst fyrireika teg uppá, hvussu tað fer at ávirka  – og hjálpa – tykkum.

Skeiðið er ætlað stjórum, ráðgevum, tøkningum, systemmennarum og øðrum, sum hava hug at fáa eina heildarfatan av eftirgjørdum intelligensi og hvussu hesin kemur at ávirka tykkara arbeiðspláss.

 

Eftirgjørdur Intelligensur = Artificial Intelligence = AI

 

Brian Eberhardt er kendur fyri at geva yvirlit og góða tøkniliga fatan av torskildum KT-evnum. Brian greiðir frá AI-hugtøkunum á skilligan hátt, bæði tøkni, nýtslu og avleiðingum.

Ávegis forritar Brian fleiri AI-loysnir live á stórskíggja. Hendan dagin verður denturin lagdur á at skilja eftirgjørdan intelligens, Machine Learning, Deep Learning, neural netverk og Data Mining. At skilja bæði tøknifrøðina, og eisini samfelagsligu útlitini og avleiðingarnar.

Brian tekur teg við á eina ferð, sum tú ongantíð fert at gloyma; eina ferð í veruleikans ævintýri, frá føðingini av universinum og stjørnunum, yvir menningina av lívinum og heilanum og fram til nútíðar og framtíðar eftirgjørdu intelligensir.

Brian gjøgnumgongur eina langa røð av vinnugreinum og vísir, hvussu eftirgjørdur intelligensur longu nú verður nýttur við góðum úrslitum.

 

Luttakari:

“Um eg skuldi valt ein einstakan skeiðsdag, hevði eg valt hendan dagin”.

 

Eftirgjørdur Intelligensur fer at broyta okkara arbeiðslív markant!

Kom og ver við frá byrjan!

 

Tak skeiðið í Føroyum.
Tað kann loysa seg.

Samanlagt er tað nógv bíligari, enn um tú skuldi tikið skeiðið í Danmark! Prísurin fyri sjálvt skeiðið er nemliga tann sami, men tú sparir – ikki tær at siga – bæði flogferð, hotel, ferðadagar osfr.!

 

Eru tit 2? Nýtið avsláttarkoduna: 2fyri1,5

– so fáa tit heili 2900 kr. + mvg. í avsláttur!

Neyðugt er at teknað seg samstundis.

Ása hevur nevnliga tosa pent við Frk. Striks, sum ansar eftir pengunum hjá Synergi, seinastu vikuna. Ása vil fegin sleppa at geva avsláttur uppá hetta spennandi skeið. Frk. Striks er tó sera tvør, men nú – brádliga – er hon við uppá tað. Hon er við uppá, at eru tit 2, sum teknað tykkum saman, so fáa tit nr. 2 fyri ½ prís! So skundið tykkum, áðrenn hon skiftir meining.

Og hon sigur, at eru tit fleiri enn 8, so fáa tit uppaftur betur prís. Men tað mugu tit tosa við Ásu um – asa@synergi.fo | 227464.

 

 

Skeiðið er hjá SuperUsers: SU-600 | Artificial Intelligence – Overblik og Perspektiver 

Details

Date:
10. mai 2019
Time:
09:00 - 16:00
Cost:
$5800
Event Categories:
, ,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Tickets are no longer available