Loading Events
Skeið 2. okt. - 5. mar. 2020

Aros Mini MBA | Leiðsluútbúgving

2. okt. - 5. mar. 2020
08:00 - 17:00
Tilmeldingarfreist
27. august 2019, 12:00
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík
Óavmarkað pláss
Enn eru pláss eftir
Danskt
Undirvísingarmál
32500 u/MVG
Kostnaður
Melda til

Mest ambitiøsa Mini MBA í Danmark, ment av Steen Hildebrandt
– nú eisini í Føroyum!

Steen Hildebrandt, professari, er helst størsta navnið í Danmark innan leiðslu. Tí er tað ikki av tilvild, at Aros hevur biðið hann lagt grundina fyri Aros Mini MBA. Hann veit, hvat krevst av einum MBA. Hann hevur tryggjað, at siðbundnu MBA-prinsippini eru løgd inn í okkara Mini MBA, og hevur valt út nakrar av bestu undirvísarum í Danmark. Tí eru vit errin av at siga, at vit hava gjørt samstarv við Aros, um at bjóða hesa Mini MBA út í Føroyum, ein Mini MBA, ið hevur eitt fakligt støði, sum hevur uppiborið MBA-heitið.

Steen Hildebrandt og Aros hava saman skipað eina ambitiøsa læringsgongd, sum gevur tær fakliga og praktiska vitan um leiðslu, og sum tryggjar tína persónligu menning sum leiðari.

Leiðsluútbúgvingin gevur tær eina innleiðslu í klassisku MBA-greinirnar, og samstundis fært tú nýggjastu vitanina innan leiðslu. Harafturat gerst tú limur í Aros Management Club, har limaskapurin gevur ókeypis atgongd til eksklusivu fyrilestrarnar, masterclasses og netverkstiltøk. Útbúgvingin gevur ikki ECTS.

 

Steen Hildebrandt um útbúgvingina

 

6 góðar orsøkir til at taka leiðsluútbúgvingina Aros Mini MBA!

  1. Tú fært eina sera ambitiøsa Mini MBA, sum er ment í samstarvi við fremsta leiðsluserfrøðinginum í Danmark, Steen Hildebrandt professara
  2. Tú fært eina leiðsluútbúgving yvir 6 mánaðir við intensum undirvísingardøgum, lestrarbólkum, venjingum og einari endaligari próvtøku
  3. Leiðsluútbúgvingin gevur tær eina innleiðslu í klassisku MBA-greinirnar, harafturat fært tú vitan um framtíðar leiðslu
  4. Tú gerst limur í eksklusiva Aros Management Club
  5. Pensum á leiðsluútbúgvingini er einans bókmentir frá virdum rithøvundum og granskarum! Harafturat er tilfarið í høvuðsheitum á donskum og er vert 2.500 kr
  6. Tú fært eitt breitt netverk, sum tú kanst sparra við á framtíðar leiðsluleið tíni.

Ver vælkomin
til eina leiðsluútbúgving
yvir 6 mánaðir!

Hóast kostnaðurin er eitt vet hægri her í Føroyum, so sparir tú pening, við at taka útbúgvingina her. Tú sparir eina rúgvu í ferðakostnaði, hotel, ferðadagar osfr. So samanumtikið nógv bíligari hjá tær, at taka hana í Føroyum. Eru tit fleiri frá sama arbeiðsplássið, so kunnu vit eisini bjóða ein avsláttur á kr. 1500 + mvg. pr. luttakara!

OBS! Prísurin fer upp 15. august 2019!

 

Her er lýsingin av MiniMBA’ina hjá Aros Business Academy >>

Details

Start:
oktober 2 @ 08:00
End:
5. mars 2020 @ 17:00
Cost:
DKK32500
Event Categories:
,

Venue

Synergi, Karlamagnusarbreyt
Karlamagnusarbreyt 1
Hoyvík, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Phone:
+298 322355
Website:
https://www.synergi.fo

Tilmelding

Óavmarkað available
MiniMBA-Aros Business AcademyDKK32.500,00LEGG TIL MERKIS! Eru tit fleiri frá sama arbeiðsplássið, so er kostnaðurin 31000 kr. + mvg. Tit mugu teknað tykkum samstundis og brúka koduna: SYNERGI1500 á næstu síðu.

Please fill in all required fields