Matskeið við Anne Hjernøe

Vit hava tvey skeið við Anne Hjernøe í oktober. Eitt fyri tey, sum arbeiða við at gera mat til onnur og eitt til tey, sum bara hava hug til at læra at gera sunnan og vælsmakkandi mat til familjuna heima.

Matskeið til professionell

Arbeiðir tú, við at gera mat til onnur? Tryggja tær pláss longu nú!

Tað er ikki lætt at fáa avtalu í lagt við Anne Hjernøe, tí hon er ein upptikin dama. Men tað hevur eydnast okkum, at fáa hana at hava skeið fyri professionellir kokkar, tvs. fólk, sum arbeiða í kantinum, á stovnskøkum, við catering og fólk sum hava eina lítla matstovu sjálvi í oktober. Arbeiðir tú professionelt við at gera mat til onnur, so tryggja tær pláss á skeiðinum longu nú! Avmarkað pláss!

Matskeið til privat

Elskar tú at gera mat og kundi tú hugsa tær á skeið við Anne Hjernøe? Sum privatperónur?

So tekna teg upp á listan niðanfyri, so fært tú boð, so skjótt tað er klárt at tekna seg.