Leiga hølir til konfirmatión vm.

– Kundu tit hugsað tykkum, at sloppi undan at ummøblera alt húsið, tá tit skulu hava konfirmatión?

– Kundu tit hugsað tykkum at leiga høli og sleppa undan øllum strínum heima?

So hygg her >>

Vit hava hølir, sum tit leiga. Tey eru í tveimum:

Skeiðshøli: Her er pláss fyri at 30-40 fólk kunnu sita væl og hugna sær í okkara skeiðhølum. Lampurnar kunnu dempast og tit kunnu koyra gardinurnar fyri, um tit ynskja eitt myrkari høli.

Kaféin: Her er pláss til ca. 16 – 20 fólk. Onkur hevur dekka til 24 fólk, men tá er kanska nokk so trongligt;). Konfirmaturin brúkar ofta kaféina til síni vinfólk. Her er bara hyggeljós;)

Praktiskt

Tit sleppa inn leygardag kl. 12.00. Um hølini eru tøk, sleppa tit inn fríggjadag. Hølini skulu ruddast áðrenn tit fara úr teimum sunnukvøldið. Eru hølini ikki upptikin, kunnu tit rudda hølini mánadag.

Vit taka okkum av reingerð.

Vit hava tallerkar, kaffikoppar, bestik vm.

Vit hava borð og stólar.

Kostnaður

Depositum á 500 kr. skal gjaldast við bílegging. Restgjaldið rindar tú 14 dagar áðrenn og tá er eisini seinasta freist fyri avlýsing:) Depositum verður ikki afturgoldið, um tú avlýsir.

Er hetta áhugavert so ring ella skriva til okkara og spyr um prís.

Og minst til at avtalað tíð at síggja hølini, áðrenn tit bestemma tykkum;).

Vinarliga
Synergi

322355 | 227464 | synergi@synergi.fo

Undirvísingarhølini

Kaféin