Kom og fá betur yvirlit og størri arbeiðsgleði við Teams & OneDrive


Nýtt skeið >>


Kom og lær at brúka Teams & OneDrive, so tit altíð vita hvar tingini eru og ganga fyri seg! Slepp undan at brúka Outlook til eitt nú innanhýsis samskifti! Við Teams & OneDrive kunnu tit betur skipa tykkara skjøl, kunning, samskiftið á einum stað.

Við Teams vita øll í verkætlanini/deildini/bólkinum hvar tingini ganga fyri seg!

Í Office 365 finnur tú eina røð av forritum, sum hoyra til tín Officelicens. Eitt av teimum er Teams. Eitt annað er OneDrive. Fleiri onnur eru eisini.

Á okkara skeiðið um Teams & OneDrive, fert tú at læra, hvussu tú kanst brúka bæði forritini, soleiðis at tit fáa samstarvið at glíða betur, eitt nú tá tit skulu deila skjøl og kunning annars. Alt uttan at senda mailar aftur og fram.

Við at brúka Teams og OneDrive, fært tú yvirblikk yvir tað sum hendir og tit kunnu arbeiða lættari saman.

Hvat er Teams?

Teams er eitt forrit, sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum, deildum og toymum. Óansæð um tit sita á sama matrikkli ella um tit eru í hvør sínum enda av landinum/heiminum, so er Teams ein sera hentur samstarvspallur.

Teams kann samanlíknast við bólkar á Facebook. Facebook brúkar tú til privata nýtslu. Tí er Teams eitt kærkomið trygt tól hjá øllum, sum hava tørv á og hug til, at skipa sítt samskifti í bólkum, sum á Facebook.

Undir Teams kunnu tit td. tjatta, hava skjøl, samrøður, online fundir og nógv annað í einum stað. Tit fáa eitt greitt og produktivt samarbeiðsrúm.

Harafturat ber eisini til at sameina Teams við nógv onnur amboð og tænastur. Eitt nú Planner, sum vit eisini læra at brúka á skeiðinum.

Hvat er OneDrive?

OneDrive er ein online-tænasta til handfaring av fílum. Tvs. at tú kanst goyma tínir persónligu fílur á einum stað, deila tær við onnur, og fáa atgongd til tær frá einari og hvørjari eind við netsambandi. Sera gott, eitt nú tá tit eru fleiri, sum skulu rætta í einum dokumenti.

Nú sleppa tit undan at senda dokumentið við t-posti til Per og Pól og Káru. Sum øll gera sínar rættingar, sum tú mást sita og samla upp aftaná.

Við OneDrive kanst tú senda teimum eina leinkju!
Eina leinkju til eitt skjal.
Sum tit øll kunnu rætta í.
Í senn. Ella tá tað liggur fyri hjá teimum einstøku.

Tað finst sostatt bara ein versión.
Og tit kunnu altíð bakka, til eina eldri versión!

Hví umhugsa Microsoft Teams?

Tey flestu av okkum arbeiða heilt øðrvísi nú, enn fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Fyrr arbeiddu vit ofta meiri sjálvstøðugt við uppgávunum, í einum hierarkiskum bygnaði, har vit sendu nógv færri teldupostar við viðheftum skjølum. Í dag arbeiða vit oftari í verkætlanarbólkum (toymum), og sama starvsfólk kann ofta vera limur í fleiri toymum. Talið á teldupostum kann vera øgiligt.

Toymislimir eru meira flytførir, og ofta sita vit ikki í sama staði, tá vit skulu samarbeiða. Vit hava tí tørv á, at fáa atgongd til okkara fílur og samskiftið nógvastaðnis frá. Tað er møguligt við Teams, uttan stórt hóvasták.

Eitt toymi kann hava ymiskar støddir. Líka frá einum lítlum vørutoymi til eina deild, ein heilan stovn ella fyritøku. Teams er tí ikki bara ætlað, til tað vit traditionelt hugsa sum verkætlanararbeiði. Teams er eisini sera gott sum samskiftisamboð á tykkara einari deild td.

Eisini ber væl til at bjóða eksternum samstarvspartnarum við í tykkara Team.

Kom og fá upplæring í
hvussu Teams & OneDrive
virka og hvar tit skulu byrja!

Áðrenn tit fara holt við at brúka Teams, viðmæla vit, at tit seta tykkum inn í, hvussu Teams virkar, og hvussu tað virkar saman við Office 365.

Tí so kunnu tit taka eina kvalificeraða avgerð um, hvørt tit skulu fara í holt við Teams og hvussu tit kunnu fáa góða nyttu úr Teams.

Á hesum skeiðinum fært tú góða hjálp til at koma í gongd. 

Tað er eisini møguligt at booka ein teknikara frá Synergi, til at hjálpa tykkum at seta alt upp, aftaná skeiðið.

Teknið tykkum
til skeiðið, sum bólkur >>

Við at koma á skeiðið saman, sum bólkur, sum deild osfr., so fáa tit beinanvegin gjørt avtalur um, hvussu tit skulu skipa tykkara Teams og brúk av OneDrive.

Vit viðmæla, at t.d. deildarleiðarar, superbrúkarar, verkæltanarleiðarar ella onnur, sum eru við til at skipa samskiftið á arbeiðsplássinum, fyrst seta seg inn í, hvat Teams kann. Síggja hesi “ljósið”, so er bara at bjóðað hinum á arbeiðsplássinum við.

Teams er ein heilt nýggjur máti at arbeiða uppá og tí hevur tað týdning, at centralir persónar eru við í broytingini.

Bið um óbindandi tilboð!

Kundu tit hugsað tykkum at lært at brúkt Teams & OneDrive? So slá uppá tráðin og bið um tilboð uppá skeið. Vit hjálpa fegin við upplæring og uppsetan.

Skeiðið kann vera inni hjá tykkum ella í spildurnýggju og hugnaligu hølunum hjá Synergi.

Ert tú í iva um eitthvørt hesum viðvíkjandi, kanst tú eisini líka tosa við Ásu fyrst, hon kennir Teams og OneDrive og ráðgevur fegin, um tað er okkurt tú ivast í.

Hevur tú spurningar, so vend tær endiliga til okkara.

Vinarliga
Synergi

Ása, Birita & Annika
322355 | 227464 | asa@synergi.fo

Kom í gongd við
Teams & OneDrive