BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-WR-CALNAME:Synergi
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240318T090000
DTEND;TZID=UTC:20240319T150000
DTSTAMP:20240307T115853Z
CREATED:20230922T091108Z
LAST-MODIFIED:20240307T115853Z
UID:20597-1710752400-1710860400@www.synergi.fo
SUMMARY:Excel Víðkað
DESCRIPTION:Lær at brúka Excel meira professionelt!\nKundi tú eisini hugsað tær at tikið næsta stigið í tíni nýtslu av Excel? At duga at nýtt Excel til meira enn bara tað mest grundleggjandi? \nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg! \n  \nFá stýr uppá skabelónir\, innlit í pivottabellir o.m.a.\nNógv av okkum\, sum arbeiða dagliga við Excel\, duga at nýta forritið soleiðis nøkulunda. Men vit vita\, at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn teir\, vit vanliga nýta. Vit vita eisini\, at vit kunnu gera arbeiðið nógv skjótari og meiri effektivt. \nHetta skeiðið er ætlað teimum\, sum duga tað grundleggjandi í Excel\, men sum kundu hugsað sær at tikið næstu fetini. \n  \nGóður møguleiki at spyrja\nExcel víðkað er eitt tvey daga skeið og hetta merkir\, at tú fært góðar stundir til at læra allar tær nýggju\, snildu og framkomnu funkurnar. Eisini verður góður møguleiki at spyrja. Undirvísingin gongur fyri seg partvíst “á talvuni”\, men luttakararnir sleppa eisini alla tíðina at royna seg við hvør síni teldu.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-vidkad-10/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/06/blogging-336376_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240315T090000
DTEND;TZID=UTC:20240315T153000
DTSTAMP:20240313T102340Z
CREATED:20240111T145932Z
LAST-MODIFIED:20240313T102340Z
UID:21970-1710493200-1710516600@www.synergi.fo
SUMMARY:Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk
DESCRIPTION:Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk…\n\nAndlit til andlit\nÍ telefonini\nFá eisini innlit í trupult samskifti á skrift.\n\n\n👉Tú sleppur ikki undan at hitta trupul fólk…\n\n…men tá skeiðið er liðugt\, dugur tú at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð\n\n– felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, ineffektivitetur\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan\, at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina læruríka og gevandi verkstovu um at handfara ósemjur\n\nÓsemjuhandfaring og truplar samrøður við kundar\, borgarar\, sjúklingar\, limir ella íbúgvar er gerandisdagur í nógvum størvum. Tann ónøgdi og kanska kensluborni mótstøðupartur kann hava góðar orsøkir til at streingja á at fáa sítt ígjøgnum. Tú kanst eisini halda\, at hann er órímiligur. Tín uppgáva er at finna fram til kjarnan í støðuni og at at koma við einum uppbyggiligum uppskoti\, soleiðis at báðir partar eru nøgdir. Við røttu amboðunum\, er lættari hjá tær at koma fram til nøgdsemi hjá báðum pørtum. \n#Tak leiðsluna\n\n\nLær háttin at avtala endamál við samrøðuni við hin partin. Onkutíð krevst tað\, at tú fólkaliga brýtir av\, men tó heldur fast. Tá endamálið við samrøðuni er orðað\, kanst tú endurtaka tað\, hvørja ferð samrøðan fer av slóðini. Hendan úrslitagóða mannagongdin fer at hjálpa tær í samrøðuni og at koma skjótari á mál. \n#Hav ein góðan tóna\, eisini tá mótparturin glepsar\n\n\nSoleiðis syrgir tú fyri\, at tit hava eina felags fatan og halda ein góðan uppbyggjandi tóna\, eisini tá mótparturin glepsar at tær og roynir at trýsta teg við kenslubornum útsagnum. \n#Lurta virkin\n\n\nTað er ein misskiljing at tú skalt lurta óavmarkað. Tú skalt lurta í tann mun\, tað hósar til endamálið og tú skalt hava stýr á tínum hjálparamboum (samandráttur\, spurningar) og hvussu tú stýrir samrøðuni víðari. \n#Motivatiónstrappan\n\n\nSkeiðið gevur tær amboð at flokka og skilja tilburðirnir út frá sálarliga motorinum\, sum drívur hin partina. Okkara royndir vísa\, at hesin hátturin er nógv meira úrslitagóður enn aðrir hættir. Samstundis so gevur hesin hátturin eitt gott grundarlag fyri at tosa um tær kenslur\, sum eru grundarlag fyri eini konflikt. \n#Spyrjiteknikkur\n\n\nUndirvísarin hevur ment ein spyrjiteknik\, har ið útgangsstøði eru endamálið við spurninguum. Tú arbeiðir teg gjøgnum 5 trin\, sum stigvíst ávirka mótpartin. \n#Handfaring av álopum og avsporingum.\n\n\nUndirvísarin hevur ment nøkur amboð\, sum hjálpir tær at venda eina álopið ella manipulatión í samskiftinum til egnan fyrimun. \n#Áhugadialogur\n\n\nTá tú skalt samráðast um eina loysn\, mást tú ógjøgnum ein áhugadialog áðrenn tú kanst tosa um sjálva loysnina. Tað krevur eisini amboð og økta tilvitan. \n#Onkutíð mást tú siga nei\n\n\nOnkutíð mást tú siga nei. Tað skalt tú kunna gera á ein slíkan hátt\, at støðan ikki versnar. Tað finnast góð amboð\, sum lætta um eina slíka støðu. \n👉Hav frí\, tá tú hevur frí👌\n\n\nHøvuðbrot\, órógv og svøvntrupulleikar kunnu gerast ein keðilig avleiðing í tínum arbeiði\, har nógvar klagur og/ella trupul fólk eru at taka sær av. Tí fært tú eisini nøkur ráð um\, hvussu hetta kann fylla minni hjá tær í tíni frítíð. \n  \n\nTak ein starvsfelaga við og fá 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\nHvat fært tú í skjáttuna\, og hvat fær fyritøkan/stovnurin burturúr?\n\nTú fært nýggja vitan um\, hvussu tú handfer aktuttar støður umframt úrslitagóð amboð sum ger teg føra/n at fáa truplu samrøðurnar at enda jaligt. Tú kanst brúka amboðini bæði tá tú tosar andlit til andlit\, í telefon umframt tú eisini fært hugskot til\, hvussu tú handfer trupult samskifti á skrift. Við at læra teg at brúka røttu amboðini\, sleppur tú undan at brúka óneyðuga tíð og orku uppá trupult samskifti umframt at tú\, fert at hava eina betri kenslu\, tá tú hevur avgreitt truplu samrøðurnar\, sum stjala óneyðuga orku frá tær.\nHvussu kundin sær tykkum\, er týdingarmikil kapitalur fyri tykkum. Hetta skeiðið er við til at røkja og menna hendan kapitalin. Um starvsfólkini læra at handfara truplar støður\, sum ofta eru kenslubornar og neiligar\, til nakað meira jaligt\, er nógv vunnið. Samstundis verður nógv orka og tíð leysgivin\, tí onki er so tíðarkrevjandi sum fastlæstar truplar støður ella samrøður.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/truplar-samrodu-vid-onogd-folk/
LOCATION:Hotel Brandan\, OKNARVEGUR 2\, Tórshavn\, 100
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240314T090000
DTEND;TZID=UTC:20240314T153000
DTSTAMP:20240313T084147Z
CREATED:20240215T131312Z
LAST-MODIFIED:20240313T084147Z
UID:22409-1710406800-1710430200@www.synergi.fo
SUMMARY:EYKA SKEIÐ | Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk
DESCRIPTION:Skeiðið 15. mars er útselt! Eyka skeið 14. mars!\nLær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk…\n\nAndlit til andlit\nÍ telefonini\nFá eisini innlit í trupult samskifti á skrift.\n\n\n👉Tú sleppur ikki undan at hitta trupul fólk…\n\n…men tá skeiðið er liðugt\, dugur tú at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð\n\n– felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, ineffektivitetur\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan\, at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina læruríka og gevandi verkstovu um at handfara ósemjur\n\nÓsemjuhandfaring og truplar samrøður við kundar\, borgarar\, sjúklingar\, limir ella íbúgvar er gerandisdagur í nógvum størvum. Tann ónøgdi og kanska kensluborni mótstøðupartur kann hava góðar orsøkir til at streingja á at fáa sítt ígjøgnum. Tú kanst eisini halda\, at hann er órímiligur. Tín uppgáva er at finna fram til kjarnan í støðuni og at at koma við einum uppbyggiligum uppskoti\, soleiðis at báðir partar eru nøgdir. Við røttu amboðunum\, er lættari hjá tær at koma fram til nøgdsemi hjá báðum pørtum. \n#Tak leiðsluna\n\n\nLær háttin at avtala endamál við samrøðuni við hin partin. Onkutíð krevst tað\, at tú fólkaliga brýtir av\, men tó heldur fast. Tá endamálið við samrøðuni er orðað\, kanst tú endurtaka tað\, hvørja ferð samrøðan fer av slóðini. Hendan úrslitagóða mannagongdin fer at hjálpa tær í samrøðuni og at koma skjótari á mál. \n#Hav ein góðan tóna\, eisini tá mótparturin glepsar\n\n\nSoleiðis syrgir tú fyri\, at tit hava eina felags fatan og halda ein góðan uppbyggjandi tóna\, eisini tá mótparturin glepsar at tær og roynir at trýsta teg við kenslubornum útsagnum. \n#Lurta virkin\n\n\nTað er ein misskiljing at tú skalt lurta óavmarkað. Tú skalt lurta í tann mun\, tað hósar til endamálið og tú skalt hava stýr á tínum hjálparamboum (samandráttur\, spurningar) og hvussu tú stýrir samrøðuni víðari. \n#Motivatiónstrappan\n\n\nSkeiðið gevur tær amboð at flokka og skilja tilburðirnir út frá sálarliga motorinum\, sum drívur hin partina. Okkara royndir vísa\, at hesin hátturin er nógv meira úrslitagóður enn aðrir hættir. Samstundis so gevur hesin hátturin eitt gott grundarlag fyri at tosa um tær kenslur\, sum eru grundarlag fyri eini konflikt. \n#Spyrjiteknikkur\n\n\nUndirvísarin hevur ment ein spyrjiteknik\, har ið útgangsstøði eru endamálið við spurninguum. Tú arbeiðir teg gjøgnum 5 trin\, sum stigvíst ávirka mótpartin. \n#Handfaring av álopum og avsporingum.\n\n\nUndirvísarin hevur ment nøkur amboð\, sum hjálpir tær at venda eina álopið ella manipulatión í samskiftinum til egnan fyrimun. \n#Áhugadialogur\n\n\nTá tú skalt samráðast um eina loysn\, mást tú ógjøgnum ein áhugadialog áðrenn tú kanst tosa um sjálva loysnina. Tað krevur eisini amboð og økta tilvitan. \n#Onkutíð mást tú siga nei\n\n\nOnkutíð mást tú siga nei. Tað skalt tú kunna gera á ein slíkan hátt\, at støðan ikki versnar. Tað finnast góð amboð\, sum lætta um eina slíka støðu. \n👉Hav frí\, tá tú hevur frí👌\n\n\nHøvuðbrot\, órógv og svøvntrupulleikar kunnu gerast ein keðilig avleiðing í tínum arbeiði\, har nógvar klagur og/ella trupul fólk eru at taka sær av. Tí fært tú eisini nøkur ráð um\, hvussu hetta kann fylla minni hjá tær í tíni frítíð. \n  \n\nTak ein starvsfelaga við og fá 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\nHvat fært tú í skjáttuna\, og hvat fær fyritøkan/stovnurin burturúr?\n\nTú fært nýggja vitan um\, hvussu tú handfer aktuttar støður umframt úrslitagóð amboð sum ger teg føra/n at fáa truplu samrøðurnar at enda jaligt. Tú kanst brúka amboðini bæði tá tú tosar andlit til andlit\, í telefon umframt tú eisini fært hugskot til\, hvussu tú handfer trupult samskifti á skrift. Við at læra teg at brúka røttu amboðini\, sleppur tú undan at brúka óneyðuga tíð og orku uppá trupult samskifti umframt at tú\, fert at hava eina betri kenslu\, tá tú hevur avgreitt truplu samrøðurnar\, sum stjala óneyðuga orku frá tær.\nHvussu kundin sær tykkum\, er týdingarmikil kapitalur fyri tykkum. Hetta skeiðið er við til at røkja og menna hendan kapitalin. Um starvsfólkini læra at handfara truplar støður\, sum ofta eru kenslubornar og neiligar\, til nakað meira jaligt\, er nógv vunnið. Samstundis verður nógv orka og tíð leysgivin\, tí onki er so tíðarkrevjandi sum fastlæstar truplar støður ella samrøður.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-handfara-truplar-samrodur-vid-onogd-folk/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240311T090000
DTEND;TZID=UTC:20240311T140000
DTSTAMP:20240301T085304Z
CREATED:20230929T121758Z
LAST-MODIFIED:20240301T085304Z
UID:20680-1710147600-1710165600@www.synergi.fo
SUMMARY:SharePoint og OneDrive | Fílagoymsla í skýnum
DESCRIPTION:Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tykkara fílur í?\nSo hevur tað alstóran týdning\, at tit gera tað rætt – frá byrjan!\nGera tit ikki tað\, kann tað fáa stórar fylgjur\, eitt nú tá starvsfólk fara úr starvi. Tí goyma starvsfólk týdningamiklar upplýsingar í sínum OneDrive\, so verða hesir slettaðir\, tá viðkomandi fer úr starvi (tú fært 3 mðr.). Tí hevur tað týdning\, at fílurnar vera goymdar rætt\, beinanvegin. Hetta er bara ein av nógvum orsøkum til\, at tit eiga at seta tykkum inn í nýtsluna av OneDrive og SharePoint 😉 \n\n  \nHugsar tú onkuntíð um >>\n\nHvør er munurin á SharePoint og OneDrive?\nNær skal eg goyma í OneDrive?\nNær er betur at brúka SharePoint?\nEr tað kanska líkamikið?\n\nJa\, tað er ikki so løgi\, at nógv ivast í hvat er hvat\, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 for Business og bæði hava datalagur í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta. Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tínar fílur í\, so hevur tað alstóran týdning\, at tit gera hetta rætt – frá byrjan. Eitt nú tá fólk fara úr starvið\, kann tað vera sera\, sera óheppið\, um viðkomandi hevur goymt alskyns felags tilfar inni á sínum egnum OneDrive og tit ikki varnast tað\, fyrr enn ov seint. \n  \n\nKom á skeið og fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive – og ikki minst\, nær tú brúkar hvat.\n\nSharepoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfari\, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kanst lættliga gera ymiskar síður\, sum vísa júst tað\, sum tit hava brúk fyri at nýta. \nVið OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar (sum bara tú skalt hava atgongd til) á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office-skjølum\, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum. \n  \n\nLær at skipa tykkara fílur rætt.\n\n\nVælkomin á skeið í SharePoint og OneDrive.\nTú fert ikki at angra tað.\n  \nLegg til merkis\, at hetta skeiðið er sera gott til fyritøkur\, deildir og stovnar\, sum vilja deila skjøl regluliga. Legg eisini til merkis\, at vit á hesum skeiðnum fokusera uppá fílu-partin av Sharepoint. Tvs. vit koma ikki til at undirvísa í øllum SharePoint funkunum. 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sharepoint-og-onedrive-filagoymsla-i-skynum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/02/sharepoint-1201-×-500px2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240229T090000
DTEND;TZID=UTC:20240229T120000
DTSTAMP:20240226T113054Z
CREATED:20231031T085941Z
LAST-MODIFIED:20240226T113054Z
UID:21031-1709197200-1709208000@www.synergi.fo
SUMMARY:Góð og effektiv fundarleiðsla
DESCRIPTION:Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu\nVið effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós\, finna felags mál og syrgja fyri\, at tit fáa tað burturúr fundinum\, sum tit fegin vilja.\nTey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava\, at teir eru effektivir\, geva meining\, skapa úrslit\, ikki fara av sporinum o.s.fr. \nOfta gongst ikki sum ætlað\nHetta kemst av\, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er\, at fundirnir eru væl fyriskipaðir\, at tey røttu fólkini luttaka\, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir\, ið verða tiknar á fundunum. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.\n  \nÁ skránni\n\nYmisk sløg av fundum\nEndamál við fundinum\nFyrireiking av tí góða fundinum\nHvør skal luttaka\, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?\nFundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?\nHvussu tryggja vit\, at øll vera hoyrd?\nHvussu tryggja vit\, at fundurin ikki fer av sporinum?\nHvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning\, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?\nUppfylging av fundum\nHvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera\, so vit tryggja\, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.\n\n  \nVælkomin á skeið í fundarleiðslu!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/god-og-effektiv-fundarleidsla-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/08/Taks-Starvsfolkamyndir-HQ-0907-scaled.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240214T090000
DTEND;TZID=UTC:20240315T160000
DTSTAMP:20240214T143631Z
CREATED:20230531T082945Z
LAST-MODIFIED:20240214T143631Z
UID:19773-1707901200-1710518400@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Vegna veður er HR-løgfrøði útsett\, soleiðis at vit byrja 14. februar. \n\nHetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 14. februar 2024 \nModul 2 | 28. februar 2024 \nModul 3 | 15.  mars 2024 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-6/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR