BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240527T090000
DTEND;TZID=UTC:20240527T160000
DTSTAMP:20240508T103233Z
CREATED:20240312T134114Z
LAST-MODIFIED:20240508T103233Z
UID:22438-1716800400-1716825600@www.synergi.fo
SUMMARY:AI boost | Til fíggjardeildir\, kontrolling og "business support"
DESCRIPTION:Vitlíki sum virkisstuðul í fíggjardeildum\nFá ferð á við nýggjastu vitlíkistøknini\, ið hevur tikið heimin við stormi seinasta árið. Kom og fá grundleggjandi vitan um\, hvussu framkomin Ai-tøkni kann brúkast í fíggjarverðini. \nHetta er eitt nýtt skeið\, har tú kanst nema tær vitan um ta nýggju generativu vitlíkis tøknina\, og um hvussu tú/tit koma í gongd við at arbeiða við henni á fíggjardeildum\, kontrolling og innan “business support”. \nVið Generativ AI kann teldan eitt nú koma við nýggjum tølum\, tekstum\, myndum og eisini loysa trupulleikar\, við at brúka ta vitan\, sum teldan longu hevur frá eksisterandi data.\nTú fært grundleggjandi trygd í brúk og atgongd til\, hvussu tú á bestan hátt nýtir tøknina í tínum virki. \n  \nHetta fært tú burturúr… \nEftir AI Boost hevur tú eitt grundleggjandi innlit í\, hvat Generativ AI kann nýtast til\, og hvat tú skalt vera varug/ur við í mun til nýtsluna. \nTú verður betur før/ur fyri at kunna eyðmerkja\, hvat tú eigur at fara í gongd við\, og hvat kann verða ein hjálp í gerandisdegnum. Umframt tað fært tú kvalifiseraða sparring uppá hugskot og loysnir. \nAI boost gevur eisini eina innleiðslu í\, hvussu tú arbeiðir við einum privatum\, virkissermerktum modelli. \n  \nMálbólkur\nSkeiðið vendir sær m.a. til leiðarar\, millumleiðarar og kontrollarar\, sum arbeiða innan fíggjarviðurskifti\, leiðarar og seniorar á fíggjardeildum og fólk\, sum arbeiða sum “business supportarar” og fólk\, sum arbeiða innan fíggjarstýring. \n  \nUppá bert ein dag fært tú….\n\nEina grundleggjandi vitan um\, hvat umskapandi vitlíki (generativ AI) kann brúkast til í fíggjarverðini\nFingrarnar í ítøkiligar birtuvenjingar (prompting)\nInnlit í\, hvat tú skal vera varug/ur við í mun til brúk.\nFørleika at eyðmerkja hvat AI tit eiga at seta í verk\, sum kann gera gerandisdagin lættari.\nVitan um hvat tú ikki skalt rokna við at AI ordnar fyri teg\n\n  \nHeili 2 undirvísarar til max 15 fólk\nHetta skeiðið hevur heili 2 undirvísarar og tað sleppa í mesta lagi 15 fólk við á skeiðið\, so vit mæla til skjóta bílegging.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/ai-boost-vitlikis-stimbran/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,KT,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Vitlíki,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/AI-skeid-covers.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240522T100000
DTEND;TZID=UTC:20240522T140000
DTSTAMP:20240513T133226Z
CREATED:20230912T120250Z
LAST-MODIFIED:20240513T133226Z
UID:20513-1716372000-1716386400@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera (Pláss eru tøk 21. mai 2025)
DESCRIPTION:Skeiðið er útselt. Næsta skeið er 21. mai 2025\nTekna teg HER\n\n\n\n  \n  \nTak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-5-sjukrafravera-6/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240515T100000
DTEND;TZID=UTC:20240515T140000
DTSTAMP:20240502T081702Z
CREATED:20231109T142921Z
LAST-MODIFIED:20240502T081702Z
UID:21208-1715767200-1715781600@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-Løgfrøði - Modul 4 - Arbeiðsgevarans eftirlit við starvfólki
DESCRIPTION:“Hvar gongur markið?”\nHvat kanst tú sum arbeiðsgevari\, og hvar gongur markið\, tá tú vilt vita meira um eitt starvsfólk? \nÁ hesum skeiðinum fært tú svar uppá\, hvat eftirlit arbeiðsgevarin kann hava við sínum starvsfólki. \nKann eg sum arbeiðsgevari:\n\nSpyrja ein fyrrverandi arbeiðsgevara um eitt starvsfólk?\nKanna eftir\, um eitt starvsfólk er til nyttu?\nHalda eyga við mínum starvsfólkum við kamera?\nFylgja starvsfólki við GPS ella øðrum sportøkni?\nBrúka sosialar miðlar ella onnur media at fylgja starvsfólki?\n\n  \nHR-løgfrøði modul 4 kann takast sum eitt sjálvstøðugt modul (skeið)\, ella sum partur av HR-løgfrøði útbúgvingini hjá Synergi. \n  \n\n\nVisti tú…….\n  \n…at tú sum arbeiðsgevari kanst hava GPS eftirlit á einum arbeiðsbili\, men at starvsfólki skal upplýsast um at GPS eftirlit er við bilinum\, og hvat hesir upplýsingar kunnu nýtast til? \n  \n  \n…at tú sum arbeiðsgevari hevur skyldu til at tryggja\, at dátur frá einum eftirliti ikki mugu koma á skeivar hendur. Heldur ikki kann tað nýtast til annað endamál\, enn tað tú hevur upplýst starvsfólkinum? \n  \n\n\nKom við á skeið og fá stýr uppá nær og hvar tú kanst hava vakmyndatól á einum arbeiðsplássi. Fá eisini greiðu á hvørjar skyldur tú sum arbeiðsgevari hevur viðvíkjandi kunning og viðgerð av upptøkunum.\n  \n\n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR4-1000 \n  \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-4-arbeidsgevarans-eftirlit-vid-starvfolki-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/Hr-Logfrodi-modul-4-Arb.gev-eftirlitMynd2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240506T090000
DTEND;TZID=UTC:20240506T153000
DTSTAMP:20240502T102942Z
CREATED:20240205T124419Z
LAST-MODIFIED:20240502T102942Z
UID:22268-1714986000-1715009400@www.synergi.fo
SUMMARY:Lær at brúka Canva
DESCRIPTION:Lær at brúka Canva | Grundskeið\n– til dagligu grafisku uppgávurnar til heimasíðuna og sosialu miðlarnar\n\n  \n\nArbeiðir tú við at leggja tilfar út á heimasíðuna\, intranet\, Facebook\, Instagram\, LinkedIn ol.?\nHevur tú ikki tørv á ella tol til\, at læra tey heilt tungu grafikforritini\, sum InDesign\, Photoshop og Illustrator\, men tú hevur tørv á einari lættari loysn – sum tú kanst læra uppá ein dag?\nSaknar tú eitt forrit\, sum ger tað lætt\, at gera tilfarið lekkurt?\nKundi tú hugsa tær at fingið betri skil fyri visuellum innihaldið og layout?\nKennir tú eitt sindur ótryggan ella ivasaman\, tá tú skalt gera myndir og video til online innihald?\n\nSo kann eg lova\, at tú verður SERA glað/ur fyri Canva!\n  \n\nKom og lær at brúka Canva uppá ein dag!\nLær at framleiða grafiskt innihald til tykkara Facebooksíðu\, Instagram og heimasíðu\n– skjótt og lætt\n\nVið Canva kanst tú kombinera egnar myndir og video við grafikk\, so tú kanst skapa tað\, sum hóskar best til tykkara brand. Skeiðið er ein kombinatión av at læra at brúka Canva og at læra um layoutprinsippir. Vit gjøgnumganga allar møguleikarnar\, sum eru í Canva\, umframt vanligar reglur fyri design. \n  \n\n\nHetta lærir tú\n\n\nUpprætta títt fyrsta dokument í Canva\nLær at brúka layout og elementir\nSoleiðis setir tú tekst inn\, broytir tekstfont vm.\nSoleiðis setir tú tykkara logo inn\nBrúk av myndum í Canva\nLær at brúka video og animatiónnir í Canva\nLær at brúka og tillaga tær óteljandi skabelónirnar í Canva\nLær um designprinsippir\, rættningslinjur og tað gylta snittið\nArbeiði við typografi og um hvat ger ein tekst meiri lesiligan\nKompositiónir\, litir og kontrastir\nVisuel kommunikatión og tann reyði tráðurin\nFramleiðsla av hugskotum og móttakarin\n\nÁ skeiðnum arbeiða vit við Canva\, sum er eitt online grafiskt forrit. Tað finst sum ein ókeypis útgáva og sum keypsútgáva. Á skeiðnum arbeiða vit við keypsútgávuni\, so tú lærir allar funkurnar at kenna. Áðrenn tú møtir á skeiðnum\, mást tú tí hava upprættað eina konto á Canva.com. Ynskir tú ikki at keypa Canva\, kanst tú upprætta eina konto við royndarútgávuni (trial). Men ger ikki tað\, fyrr enn fáir dagar áðrenn skeiðið\, tí royndarútgávan hevur avmarkaða livitíð. \n  \nHvat fært tú burturúr?\n\nAftaná skeiðið dugur tú at brúka Canva til at gera lýsingar\, kunningartilfar\, videotilfar\, animatiónir vm. Eisini uppsløg til prent. Tú dugur at brúka og tillaga allar tær skabelónir\, sum frammanundan eru tøkar í Canva. \nUm tú hevur hug at vita\, hvussu vit her hjá Synergi brúka Canva\, kanst tú vitja okkara Facebooksíðu. Allar tær seinastu lýsingarnar vit hava har\, eru gjørdar í Canva. \n  \n  \nOBS! Møguleiki fyri einstaklingaundirvísing!\n\nKundi tú hugsað tær at lært at brúkt Canva\, men liggur ikki fyri júst handan dagin ella kundi tú hugsað tær\, at lært Canva og fingið hjálp til eina ávísa verkætlan\, sum tú ert í gongd við\, so er einstaklingaundirvísing ein super møguleiki.  Tú fært undirvísaran fyri teg sjálva/n í ein heilan dag og verður ikki “órógva/ur” av spurningum frá øðrum luttakarum. \nHevur tú ein ella fleiri starvsfelagar\, sum eisini kundu hugsað sær at lært Canva\, so ber hetta eisini til. Tak tey við. \nKostnaður | Undirvísing kl. 9-15.30 \n\nKr. 6000 + mvg. pr. dag um tað bara er tú\nKr. 2000 + mvg. pr. luttakara pr. dag fyri luttakara nr. 2\, 3 og uppeftir\n\nVið einstaklingaundirvísing sleppur tú at arbeiða við júst tí tú hevur tørv á. Tú kanst hava eitt projekt við\, sum tú arbeiðir við. Men tú kanst eisini velja at brúka uppgávurnar\, sum undirvísarin hevur við til tín.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-bruka-canva/
LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:KT,Onlineskeið,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/03/canva-heimasidan.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240502T090000
DTEND;TZID=UTC:20240502T120000
DTSTAMP:20240212T101012Z
CREATED:20240205T103114Z
LAST-MODIFIED:20240212T101012Z
UID:22261-1714640400-1714651200@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Outlook - tær snildu funkurnar
DESCRIPTION:Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook\n– uppá 3 tímar\n\n\nBrúkar tú dagliga Outlook?\nEr tað kanska fleiri “Outlook’ versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\n  \nSo ert tú komin til rætta stað! \nUppá 3 tímar\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Tí tað er nógv stuttligari\, at duga at gera tingini uppá tann rætta og lætta mátan 😉 \nTú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur og hugsa: \n“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?” \n  \nKom og lær at brúka Outlook optimalt!\n  \n  \nG.G. \nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-outlook-taer-snildu-funkurnar-3/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/08/shutterstock_281081798.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240423T090000
DTEND;TZID=UTC:20240423T120000
DTSTAMP:20240422T092226Z
CREATED:20240216T094549Z
LAST-MODIFIED:20240422T092226Z
UID:22427-1713862800-1713873600@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Lær PowerPoint - eisini tær snildu funkurnar
DESCRIPTION:Kom og lær at gera eina flotta framløgu við teimum spildurnýggju funkunum í PowerPoint!\n\n\nBrúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?\nEr tað kanska fleiri “PowerPoint-versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nEisini spildurnýggjar funkur? \nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\n  \nSo ert tú komin til rætta stað!\n\nUppá ½ dag\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita\, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá\, men at tú bara ikki dugur tað. \n  \nTú fert at læra spildurnýggjar funkur!\n\nEitt nú … \n\nZoom\nTransition Morph\nSletta bakgrund á einari mynd\nInnseta 3d-icon\nInnseta onlinevideo\nTeksta tína framløgu\nTaka video av skerminum\n\n  \n  \nLær at teksta og/ella umseta tína framløgu >>\n\nTeksta? Ja\, um tú t.d. heldur tína framløgu á donskum\, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað tú sigur – LIVE. Sera gott um tú skalt halda upplegg fyri onkrum útlendingum. So kanst tú tosa tað málið sum tú dugur best (tó enn ikki føroyskt)\, og fáa umsett tað tú sigur\, til nógv ymisk mál. \nUmseta? Ja\, um tú t.d. hevur fingið ein tekst á enskum\, sum tú vilt umseta og seta inn í títt PowerPoint\, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað fyri teg. Eisini til føroyskt (tó er tað føroyska ikki 100% rætt enn) \n\n\n  \n  \nG.G.\nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-laer-powerpoint-eisini-taer-snildu-funkurnar-3/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/08/cup-of-coffee-1280537_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240422T090000
DTEND;TZID=UTC:20240422T153000
DTSTAMP:20240408T095945Z
CREATED:20231212T103949Z
LAST-MODIFIED:20240408T095945Z
UID:21708-1713776400-1713799800@www.synergi.fo
SUMMARY:ChatGPT og vitlíki | Kom gott í gongd
DESCRIPTION:Eru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði? \nElla kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið. \n  \nKom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er\nVitlíki\, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð\, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær\, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við\, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur. \nÁ skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um\, hvat vitlíki er\, og hvat tað kann brúkast til. \n\nVit leggja serliga dent á ChatGPT \nSkeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði\, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí. \n\nBrellbitar úr skránni: \n✅ Um vitlíki \n✅ ChatGPT \n✅ Bard (AI assistenturin hjá Google) \n✅ Microsoft Copilot \n✅ Lóggáva \n✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda \n\nKom á skeið og lær eina rúgvu um\, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/chatgpt-og-vitliki-fa-eitt-grundleggjandi-yvirlit/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Vitlíki
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/ChatGPT.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240417T090000
DTEND;TZID=UTC:20240419T160000
DTSTAMP:20240415T073523Z
CREATED:20230630T121627Z
LAST-MODIFIED:20240415T073523Z
UID:20029-1713344400-1713542400@www.synergi.fo
SUMMARY:Power BI | Fá yvirlit og finn megina í tínum dátum
DESCRIPTION:Nú er skeiðið longt til 3 dagar\, so vit kunna fara enn meira nágreiniliga til verka við Power BI. 🤩\n\n\n\nMicrosoft Power BI\n… er eitt tól\, ið hjálpir tær at fáa eitt skjótt og greitt yvirlit yvir tínar dátur. Power BI samlar dátur frá ymiskum keldum\, og gevur tær eina visuella mynd\, víst sum diagramm ella líknandi. Á hendan hátt kanst tú lætt handfara stórar dátumongdir uttan at nýta nógva tíð uppá dátuviðgerð. \n  \n\n  \nUppá 3 dagar fer Poul at læra okkum Power BI frá grundini\, við sínum serliga róliga og nærverandi hátti.   \n  \n\n  \nFinn gullið í tykkara dátum\nErt tú vanur/von við at arbeiða við stórum dátumongdum\, so veitst tú\, hvussu torført tað kann vera at hava tamarhald yvir øll inputtini. Tað kann vera ringt at avgera\, hvørjar dátur tú skalt nýta og hvørjir faktorar eru teir týdningarmiklastu. \nDátur eru gull fyri fyritøkuna\, og nýtir tú tínar dátur rætt\, kunna tær nýtast til at leiða fyritøkuna á røttu leið. Við góðum dátum kanst tú taka avgerðir grundað á fakta heldur enn eina kenslu. Dátur eru góðar at fanga broytingar í rákinum\, so at tú tíðliga kanst virka í samsvari við sveiggini í upp- og niðurgangstíðum. \n  \nDroymir tú \n\num at læra\, hvussu tú gagnnýtir lidnar rapportir og dashboards?\nVilt tú eisini skilja interaktión\, filtrering og staklutir í Power BI?\nDroymir tú um at gera og útgeva rapportir og dashboards?\nYnskir tú at fáa eitt yvirlit yvir\, hvat goymir seg í skjalamappuni hjá Power BI?\nVilt tú vita\, hvørjar dátur kunna nýtast í Power BI verðini?\nYnskir tú at kenna møguleikarnar fyri at nýta rapportir\, dashboards og apps?\n\nSvarar tú ja uppá omanfyristandandi\, so er hettar skeiðið júst nakað fyri teg! \n  \n\nEndamál\nSkeiðið er til tín\, ið vil koma gott í gongd við at gera frágreiðingar í Power BI. Tú verður ílatin til at skilja týdningarmiklu meginreglurnar aftanfyri PowerBI umframt at brúka megingrundarlagi í Power BI til effektiva dátugreining og visualisering. Tú kemur eisini at nema við\, hvussu tú útgevur og deilur rapportir og dashboards (Tólbretti) í Power BI service. \n  \n\n  \nInnihald\nÁ hesum skeiðinum fert tú at sniðgeva og útgeva tínar egnu rapportir umframt at gera dashboards\, har visualiseringar frá ymiskum rapportum kunnu samlast\, og harvið geva eitt skjótt yvirlit. \nSkeiðið gevur tær innlit í tilgongdina at gera rapportir\, har tað er av størsta týdningi at hava eitt gott dátumodell\, ið ger rapportina meira effektiva og ger tað lættari at gera útrokningar. Alt hettar kann gerast uttan at tú sjálv/ur er KT-mennari. Oftast kemur tú á mál uttan at koda eina einastu kodu. \nVið Power BI kann dátugrundarlagið skapast frá fleiri dátukeldum\,  har dáta kann umleggjast og setast í eitt dátumodell\, ið er miðstøð fyri útrokningar eins og tað visuella. Tú lærir\, hvussu samband skapast til fleiri dátukeldur. \nAftaná skeiðið kanst tú samantvinnaða tínar egnu dátur og arbeiða víðari við teimum í Power BI. \n  \n\n  \nMálbólkur\nSkeiðið hóskar væl til fólk\, ið eru í byrjanini av eini størri Power BI verkætlan. So tú kanst fáa eina góða byrjan við Power Bi og harvið kunna samskifta á einum góðum tekniskum støði við veitarar. Skeiðið er eisini upplagt fyri tey\, ið skula í gongd við tilgongdina frá a til z; at fara frá dátukeldum til lidnar rapportir\, dashboards og apps.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/power-bi-fa-yvirlit-og-finn-megina-i-tinum-datum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,KT,Leiðsla og HR,NL,Skrivstova og samskifti,SuperUsers
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/03/Power-BI-1200x500-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240408T090000
DTEND;TZID=UTC:20240408T120000
DTSTAMP:20240411T131835Z
CREATED:20240223T124854Z
LAST-MODIFIED:20240411T131835Z
UID:22506-1712566800-1712577600@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Lær OneNote
DESCRIPTION:Lær at skipa tínar notur og hugskot við OneNote \nÓansæð hvar tú ert\, kanst tú notera tær tíni gullkorn!\n  \n\nHevur tú ofta nógvar bóltar í luftini?\nEr borðið og teldan hjá tær kanska yvirklistrað við gulum seðlum?\nVaknar tú ofta mitt um náttina\, tí tú hevur gloymt at skriva tingini niður?\nKundi tú hugsað tær eitt amboð\, sum kann hjálpa tær at skipa og halda stýr á øllum hesum?\n\nSo er OneNote eitt sera gott amboð til tín. Við OneNote er lætt at halda stýr á øllum tínum notatum\, hugskotum og øllum hugsandi tilfari. \n  \n\nTak alskyns notatir á einum stað\, uttan at missa yvirlitið\n\n\nKom á skeið og lær m.a. >>\n\nLær at skipa OneNote júst til tín tørv\nLær at nýta OneNote\, sum títt dagliga notatamboð – bæði á telduni og telefonini\nLær at goyma teldupostar saman við viðkomandi tilfari – t.d. í sambandi við verkætlanir\, planleggingar o.a.\nLær at leggja tilfar beinleiðis av netinum í OneNote\nLær at deila notatbøkur\, so fleiri kunnu arbeiða saman\n\n  \n  \nVælkomin á skeið í OneNote!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-laer-onenote-3/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/09/women-1209678_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240331T080000
DTEND;TZID=UTC:20240331T170000
DTSTAMP:20240116T093255Z
CREATED:20240116T085940Z
LAST-MODIFIED:20240116T093255Z
UID:22026-1711872000-1711904400@www.synergi.fo
SUMMARY:Test
DESCRIPTION:Hetta er eitt test-tiltak
URL:https://www.synergi.fo/skeid/test/
CATEGORIES:KT
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240318T090000
DTEND;TZID=UTC:20240319T150000
DTSTAMP:20240307T115853Z
CREATED:20230922T091108Z
LAST-MODIFIED:20240307T115853Z
UID:20597-1710752400-1710860400@www.synergi.fo
SUMMARY:Excel Víðkað
DESCRIPTION:Lær at brúka Excel meira professionelt!\nKundi tú eisini hugsað tær at tikið næsta stigið í tíni nýtslu av Excel? At duga at nýtt Excel til meira enn bara tað mest grundleggjandi? \nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg! \n  \nFá stýr uppá skabelónir\, innlit í pivottabellir o.m.a.\nNógv av okkum\, sum arbeiða dagliga við Excel\, duga at nýta forritið soleiðis nøkulunda. Men vit vita\, at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn teir\, vit vanliga nýta. Vit vita eisini\, at vit kunnu gera arbeiðið nógv skjótari og meiri effektivt. \nHetta skeiðið er ætlað teimum\, sum duga tað grundleggjandi í Excel\, men sum kundu hugsað sær at tikið næstu fetini. \n  \nGóður møguleiki at spyrja\nExcel víðkað er eitt tvey daga skeið og hetta merkir\, at tú fært góðar stundir til at læra allar tær nýggju\, snildu og framkomnu funkurnar. Eisini verður góður møguleiki at spyrja. Undirvísingin gongur fyri seg partvíst “á talvuni”\, men luttakararnir sleppa eisini alla tíðina at royna seg við hvør síni teldu.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-vidkad-10/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/06/blogging-336376_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240315T090000
DTEND;TZID=UTC:20240315T153000
DTSTAMP:20240313T102340Z
CREATED:20240111T145932Z
LAST-MODIFIED:20240313T102340Z
UID:21970-1710493200-1710516600@www.synergi.fo
SUMMARY:Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk
DESCRIPTION:Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk…\n\nAndlit til andlit\nÍ telefonini\nFá eisini innlit í trupult samskifti á skrift.\n\n\n👉Tú sleppur ikki undan at hitta trupul fólk…\n\n…men tá skeiðið er liðugt\, dugur tú at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð\n\n– felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, ineffektivitetur\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan\, at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina læruríka og gevandi verkstovu um at handfara ósemjur\n\nÓsemjuhandfaring og truplar samrøður við kundar\, borgarar\, sjúklingar\, limir ella íbúgvar er gerandisdagur í nógvum størvum. Tann ónøgdi og kanska kensluborni mótstøðupartur kann hava góðar orsøkir til at streingja á at fáa sítt ígjøgnum. Tú kanst eisini halda\, at hann er órímiligur. Tín uppgáva er at finna fram til kjarnan í støðuni og at at koma við einum uppbyggiligum uppskoti\, soleiðis at báðir partar eru nøgdir. Við røttu amboðunum\, er lættari hjá tær at koma fram til nøgdsemi hjá báðum pørtum. \n#Tak leiðsluna\n\n\nLær háttin at avtala endamál við samrøðuni við hin partin. Onkutíð krevst tað\, at tú fólkaliga brýtir av\, men tó heldur fast. Tá endamálið við samrøðuni er orðað\, kanst tú endurtaka tað\, hvørja ferð samrøðan fer av slóðini. Hendan úrslitagóða mannagongdin fer at hjálpa tær í samrøðuni og at koma skjótari á mál. \n#Hav ein góðan tóna\, eisini tá mótparturin glepsar\n\n\nSoleiðis syrgir tú fyri\, at tit hava eina felags fatan og halda ein góðan uppbyggjandi tóna\, eisini tá mótparturin glepsar at tær og roynir at trýsta teg við kenslubornum útsagnum. \n#Lurta virkin\n\n\nTað er ein misskiljing at tú skalt lurta óavmarkað. Tú skalt lurta í tann mun\, tað hósar til endamálið og tú skalt hava stýr á tínum hjálparamboum (samandráttur\, spurningar) og hvussu tú stýrir samrøðuni víðari. \n#Motivatiónstrappan\n\n\nSkeiðið gevur tær amboð at flokka og skilja tilburðirnir út frá sálarliga motorinum\, sum drívur hin partina. Okkara royndir vísa\, at hesin hátturin er nógv meira úrslitagóður enn aðrir hættir. Samstundis so gevur hesin hátturin eitt gott grundarlag fyri at tosa um tær kenslur\, sum eru grundarlag fyri eini konflikt. \n#Spyrjiteknikkur\n\n\nUndirvísarin hevur ment ein spyrjiteknik\, har ið útgangsstøði eru endamálið við spurninguum. Tú arbeiðir teg gjøgnum 5 trin\, sum stigvíst ávirka mótpartin. \n#Handfaring av álopum og avsporingum.\n\n\nUndirvísarin hevur ment nøkur amboð\, sum hjálpir tær at venda eina álopið ella manipulatión í samskiftinum til egnan fyrimun. \n#Áhugadialogur\n\n\nTá tú skalt samráðast um eina loysn\, mást tú ógjøgnum ein áhugadialog áðrenn tú kanst tosa um sjálva loysnina. Tað krevur eisini amboð og økta tilvitan. \n#Onkutíð mást tú siga nei\n\n\nOnkutíð mást tú siga nei. Tað skalt tú kunna gera á ein slíkan hátt\, at støðan ikki versnar. Tað finnast góð amboð\, sum lætta um eina slíka støðu. \n👉Hav frí\, tá tú hevur frí👌\n\n\nHøvuðbrot\, órógv og svøvntrupulleikar kunnu gerast ein keðilig avleiðing í tínum arbeiði\, har nógvar klagur og/ella trupul fólk eru at taka sær av. Tí fært tú eisini nøkur ráð um\, hvussu hetta kann fylla minni hjá tær í tíni frítíð. \n  \n\nTak ein starvsfelaga við og fá 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\nHvat fært tú í skjáttuna\, og hvat fær fyritøkan/stovnurin burturúr?\n\nTú fært nýggja vitan um\, hvussu tú handfer aktuttar støður umframt úrslitagóð amboð sum ger teg føra/n at fáa truplu samrøðurnar at enda jaligt. Tú kanst brúka amboðini bæði tá tú tosar andlit til andlit\, í telefon umframt tú eisini fært hugskot til\, hvussu tú handfer trupult samskifti á skrift. Við at læra teg at brúka røttu amboðini\, sleppur tú undan at brúka óneyðuga tíð og orku uppá trupult samskifti umframt at tú\, fert at hava eina betri kenslu\, tá tú hevur avgreitt truplu samrøðurnar\, sum stjala óneyðuga orku frá tær.\nHvussu kundin sær tykkum\, er týdingarmikil kapitalur fyri tykkum. Hetta skeiðið er við til at røkja og menna hendan kapitalin. Um starvsfólkini læra at handfara truplar støður\, sum ofta eru kenslubornar og neiligar\, til nakað meira jaligt\, er nógv vunnið. Samstundis verður nógv orka og tíð leysgivin\, tí onki er so tíðarkrevjandi sum fastlæstar truplar støður ella samrøður.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/truplar-samrodu-vid-onogd-folk/
LOCATION:Hotel Brandan\, OKNARVEGUR 2\, Tórshavn\, 100
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240314T090000
DTEND;TZID=UTC:20240314T153000
DTSTAMP:20240313T084147Z
CREATED:20240215T131312Z
LAST-MODIFIED:20240313T084147Z
UID:22409-1710406800-1710430200@www.synergi.fo
SUMMARY:EYKA SKEIÐ | Lær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk
DESCRIPTION:Skeiðið 15. mars er útselt! Eyka skeið 14. mars!\nLær at handfara truplar samrøður við ónøgd fólk…\n\nAndlit til andlit\nÍ telefonini\nFá eisini innlit í trupult samskifti á skrift.\n\n\n👉Tú sleppur ikki undan at hitta trupul fólk…\n\n…men tá skeiðið er liðugt\, dugur tú at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð\n\n– felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, ineffektivitetur\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan\, at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina læruríka og gevandi verkstovu um at handfara ósemjur\n\nÓsemjuhandfaring og truplar samrøður við kundar\, borgarar\, sjúklingar\, limir ella íbúgvar er gerandisdagur í nógvum størvum. Tann ónøgdi og kanska kensluborni mótstøðupartur kann hava góðar orsøkir til at streingja á at fáa sítt ígjøgnum. Tú kanst eisini halda\, at hann er órímiligur. Tín uppgáva er at finna fram til kjarnan í støðuni og at at koma við einum uppbyggiligum uppskoti\, soleiðis at báðir partar eru nøgdir. Við røttu amboðunum\, er lættari hjá tær at koma fram til nøgdsemi hjá báðum pørtum. \n#Tak leiðsluna\n\n\nLær háttin at avtala endamál við samrøðuni við hin partin. Onkutíð krevst tað\, at tú fólkaliga brýtir av\, men tó heldur fast. Tá endamálið við samrøðuni er orðað\, kanst tú endurtaka tað\, hvørja ferð samrøðan fer av slóðini. Hendan úrslitagóða mannagongdin fer at hjálpa tær í samrøðuni og at koma skjótari á mál. \n#Hav ein góðan tóna\, eisini tá mótparturin glepsar\n\n\nSoleiðis syrgir tú fyri\, at tit hava eina felags fatan og halda ein góðan uppbyggjandi tóna\, eisini tá mótparturin glepsar at tær og roynir at trýsta teg við kenslubornum útsagnum. \n#Lurta virkin\n\n\nTað er ein misskiljing at tú skalt lurta óavmarkað. Tú skalt lurta í tann mun\, tað hósar til endamálið og tú skalt hava stýr á tínum hjálparamboum (samandráttur\, spurningar) og hvussu tú stýrir samrøðuni víðari. \n#Motivatiónstrappan\n\n\nSkeiðið gevur tær amboð at flokka og skilja tilburðirnir út frá sálarliga motorinum\, sum drívur hin partina. Okkara royndir vísa\, at hesin hátturin er nógv meira úrslitagóður enn aðrir hættir. Samstundis so gevur hesin hátturin eitt gott grundarlag fyri at tosa um tær kenslur\, sum eru grundarlag fyri eini konflikt. \n#Spyrjiteknikkur\n\n\nUndirvísarin hevur ment ein spyrjiteknik\, har ið útgangsstøði eru endamálið við spurninguum. Tú arbeiðir teg gjøgnum 5 trin\, sum stigvíst ávirka mótpartin. \n#Handfaring av álopum og avsporingum.\n\n\nUndirvísarin hevur ment nøkur amboð\, sum hjálpir tær at venda eina álopið ella manipulatión í samskiftinum til egnan fyrimun. \n#Áhugadialogur\n\n\nTá tú skalt samráðast um eina loysn\, mást tú ógjøgnum ein áhugadialog áðrenn tú kanst tosa um sjálva loysnina. Tað krevur eisini amboð og økta tilvitan. \n#Onkutíð mást tú siga nei\n\n\nOnkutíð mást tú siga nei. Tað skalt tú kunna gera á ein slíkan hátt\, at støðan ikki versnar. Tað finnast góð amboð\, sum lætta um eina slíka støðu. \n👉Hav frí\, tá tú hevur frí👌\n\n\nHøvuðbrot\, órógv og svøvntrupulleikar kunnu gerast ein keðilig avleiðing í tínum arbeiði\, har nógvar klagur og/ella trupul fólk eru at taka sær av. Tí fært tú eisini nøkur ráð um\, hvussu hetta kann fylla minni hjá tær í tíni frítíð. \n  \n\nTak ein starvsfelaga við og fá 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\nHvat fært tú í skjáttuna\, og hvat fær fyritøkan/stovnurin burturúr?\n\nTú fært nýggja vitan um\, hvussu tú handfer aktuttar støður umframt úrslitagóð amboð sum ger teg føra/n at fáa truplu samrøðurnar at enda jaligt. Tú kanst brúka amboðini bæði tá tú tosar andlit til andlit\, í telefon umframt tú eisini fært hugskot til\, hvussu tú handfer trupult samskifti á skrift. Við at læra teg at brúka røttu amboðini\, sleppur tú undan at brúka óneyðuga tíð og orku uppá trupult samskifti umframt at tú\, fert at hava eina betri kenslu\, tá tú hevur avgreitt truplu samrøðurnar\, sum stjala óneyðuga orku frá tær.\nHvussu kundin sær tykkum\, er týdingarmikil kapitalur fyri tykkum. Hetta skeiðið er við til at røkja og menna hendan kapitalin. Um starvsfólkini læra at handfara truplar støður\, sum ofta eru kenslubornar og neiligar\, til nakað meira jaligt\, er nógv vunnið. Samstundis verður nógv orka og tíð leysgivin\, tí onki er so tíðarkrevjandi sum fastlæstar truplar støður ella samrøður.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-at-handfara-truplar-samrodur-vid-onogd-folk/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/01/Heimasidan-5.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240311T090000
DTEND;TZID=UTC:20240311T140000
DTSTAMP:20240301T085304Z
CREATED:20230929T121758Z
LAST-MODIFIED:20240301T085304Z
UID:20680-1710147600-1710165600@www.synergi.fo
SUMMARY:SharePoint og OneDrive | Fílagoymsla í skýnum
DESCRIPTION:Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tykkara fílur í?\nSo hevur tað alstóran týdning\, at tit gera tað rætt – frá byrjan!\nGera tit ikki tað\, kann tað fáa stórar fylgjur\, eitt nú tá starvsfólk fara úr starvi. Tí goyma starvsfólk týdningamiklar upplýsingar í sínum OneDrive\, so verða hesir slettaðir\, tá viðkomandi fer úr starvi (tú fært 3 mðr.). Tí hevur tað týdning\, at fílurnar vera goymdar rætt\, beinanvegin. Hetta er bara ein av nógvum orsøkum til\, at tit eiga at seta tykkum inn í nýtsluna av OneDrive og SharePoint 😉 \n\n  \nHugsar tú onkuntíð um >>\n\nHvør er munurin á SharePoint og OneDrive?\nNær skal eg goyma í OneDrive?\nNær er betur at brúka SharePoint?\nEr tað kanska líkamikið?\n\nJa\, tað er ikki so løgi\, at nógv ivast í hvat er hvat\, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 for Business og bæði hava datalagur í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta. Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tínar fílur í\, so hevur tað alstóran týdning\, at tit gera hetta rætt – frá byrjan. Eitt nú tá fólk fara úr starvið\, kann tað vera sera\, sera óheppið\, um viðkomandi hevur goymt alskyns felags tilfar inni á sínum egnum OneDrive og tit ikki varnast tað\, fyrr enn ov seint. \n  \n\nKom á skeið og fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive – og ikki minst\, nær tú brúkar hvat.\n\nSharepoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfari\, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kanst lættliga gera ymiskar síður\, sum vísa júst tað\, sum tit hava brúk fyri at nýta. \nVið OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar (sum bara tú skalt hava atgongd til) á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office-skjølum\, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum. \n  \n\nLær at skipa tykkara fílur rætt.\n\n\nVælkomin á skeið í SharePoint og OneDrive.\nTú fert ikki at angra tað.\n  \nLegg til merkis\, at hetta skeiðið er sera gott til fyritøkur\, deildir og stovnar\, sum vilja deila skjøl regluliga. Legg eisini til merkis\, at vit á hesum skeiðnum fokusera uppá fílu-partin av Sharepoint. Tvs. vit koma ikki til at undirvísa í øllum SharePoint funkunum. 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sharepoint-og-onedrive-filagoymsla-i-skynum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/02/sharepoint-1201-×-500px2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240229T090000
DTEND;TZID=UTC:20240229T120000
DTSTAMP:20240226T113054Z
CREATED:20231031T085941Z
LAST-MODIFIED:20240226T113054Z
UID:21031-1709197200-1709208000@www.synergi.fo
SUMMARY:Góð og effektiv fundarleiðsla
DESCRIPTION:Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu\nVið effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós\, finna felags mál og syrgja fyri\, at tit fáa tað burturúr fundinum\, sum tit fegin vilja.\nTey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava\, at teir eru effektivir\, geva meining\, skapa úrslit\, ikki fara av sporinum o.s.fr. \nOfta gongst ikki sum ætlað\nHetta kemst av\, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er\, at fundirnir eru væl fyriskipaðir\, at tey røttu fólkini luttaka\, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir\, ið verða tiknar á fundunum. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.\n  \nÁ skránni\n\nYmisk sløg av fundum\nEndamál við fundinum\nFyrireiking av tí góða fundinum\nHvør skal luttaka\, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?\nFundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?\nHvussu tryggja vit\, at øll vera hoyrd?\nHvussu tryggja vit\, at fundurin ikki fer av sporinum?\nHvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning\, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?\nUppfylging av fundum\nHvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera\, so vit tryggja\, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.\n\n  \nVælkomin á skeið í fundarleiðslu!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/god-og-effektiv-fundarleidsla-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/08/Taks-Starvsfolkamyndir-HQ-0907-scaled.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240214T090000
DTEND;TZID=UTC:20240315T160000
DTSTAMP:20240214T143631Z
CREATED:20230531T082945Z
LAST-MODIFIED:20240214T143631Z
UID:19773-1707901200-1710518400@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Vegna veður er HR-løgfrøði útsett\, soleiðis at vit byrja 14. februar. \n\nHetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 14. februar 2024 \nModul 2 | 28. februar 2024 \nModul 3 | 15.  mars 2024 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-6/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR