BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251121T090000
DTEND;TZID=UTC:20251121T120000
DTSTAMP:20251117T150534Z
CREATED:20250909T142922Z
LAST-MODIFIED:20251117T150534Z
UID:25298-1763715600-1763726400@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis stuðlar tú børnum eftir skilnað | v/Søren Marcussen
DESCRIPTION:Upp til 3. hvørt barn upplivir\, at foreldrini fara hvør til sítt\nHetta merkir\, at í hvørjari vøggustovu og barnagarði búgva upp til ein triðingur av børnunum antin hjá tí mammuni ella pápanum ella eisini búgva tey skiftisvís hjá báðum. \nSkeiðið gevur tykkum fakligt innlit í\, hvussu tit kunnu skilja og stuðla hesum børnum á rættan hátt og skapa tryggleika og støðufesti í teirra gerandisdegi. \n  \nÁ hesum skeiðinum seta vit sjóneykuna á:\n\nHvussu børn ávirkast\, tá foreldrini fara hvør til sítt\nHvussu tað kennist fyri barni\, tá foreldrini enda í stórari ósemju\nHvussu vit stuðla børnum\, har foreldrini eru farin hvør til sítt\, og hvussu vit hjálpa børnunum við at hjálpa foreldrunum\n\nDagurin gevur innlit í\, hvussu skilnaður ávirkar trivnaðin hjá børnum og ungum. Harumframt fært tú eisini innlit í\, hvussu trupult tað er hjá børnunum\, tá talan eru um skilnað\, sum er merktur av nógvum og stórum ósemjum. Tú fært eisini vitan um\, hvussu tú sum fakfólk kanst stuðla børnum og foreldrum og vísa á víðari til hjálp\, tá tørvur er á tí. \nDagurin er ein samanrenning av fyrilestri\, reflektión og dialogi í plenum. \n  \n“Søren Marcussen er ein ótrúliga góður undirvísari\, \nfaktiskt tann besti skeiðleiðarin eg havi havt.”\nFøroyskur luttakari\, sum hevur verið á skeiði hjá Søren Marcussen.\n  \nUndirvísari: Søren Marcussen\nSøren Marcussen er ráðgevi og deildarleiðari hjá Styrk Familierne (fyrrverandi Center for Familieudvikling). Hann leggur stóran dent á\, at børnini hava brúk fyri vaksnum\, sum eru til staðar\, seta orð á tað\, sum hendir\, og skapa tryggleika í gerandisdegnum. \nSøren hevur síðani 2008 veri við til at gera tilboð til fráskildar familjur millum annað:\n\nSamrøðubólkar til børn\, har foreldrini eru farin hvør til sítt\nKIFF-skeið til foreldur\nRáðgeving og terapi fyri foreldur\nMenning av tilboðinum “Sammen om Børnene“\, sum er til familjur í stórum ósemjum.\n\n  \nBrellbitar úr skránni: \nVitan: Hvat sigur granskingin um ávirkanina av skilnaði á børn og vaksin? \nFakligheit: Hvussu kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk skapa støðufesti og tryggleika? \nAmboð: Fá ítøkiligt innlit í\, hvussu tú møtir kenslunum hjá barninum\, og til at samstarva við foreldrini á ein góðan hátt. Lær hvussu tú kanst orða teg\, og hvat tú annars kanst gera fyri at hjálpa barninum. \nLuttakararnir fara heim við innliti í støðurnar hjá børnum\, har foreldrini eru farin hvør til sítt. Eitt innlit sum kann brúkast beinanvegin í arbeiðnum við børnum – og við einum felags máli\, sum styrkir samstarvið í starvsfólkahópinum. \n  \nEitt skeið fyri øll\, sum arbeiða við børnum ella hava áhuga fyri evninum.\n  \n\n💰💰💰\nKostnaður fram til 14. november bert 1285 kr. + mvg! (Spar 300 kr.)\nKostnaðurin eftir 14. november er 1585 kr. + mvg pr. persón.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/namsfrodilig-ambod-til-skilnadarborn-v-soren-marcussen/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Børn og ung,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/09/Tekning-skilnadur-1-scaled.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251111T090000
DTEND;TZID=UTC:20251113T150000
DTSTAMP:20251028T104712Z
CREATED:20250505T084428Z
LAST-MODIFIED:20251028T104712Z
UID:24811-1762851600-1763046000@www.synergi.fo
SUMMARY:Bókhald frá grundini
DESCRIPTION:Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \n\nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\n\nMen bíða ikki ov leingi\, tí skeiðið er nærum altíð útselt.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-17/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251110T090000
DTEND;TZID=UTC:20251208T160000
DTSTAMP:20251022T113043Z
CREATED:20250408T090611Z
LAST-MODIFIED:20251022T113043Z
UID:24727-1762765200-1765209600@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 10. november 2025 \nModul 2 | 24. november 2025 \nModul 3 | 8. desember 2025 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-8/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251024T090000
DTEND;TZID=UTC:20251024T153000
DTSTAMP:20251021T081504Z
CREATED:20241004T091448Z
LAST-MODIFIED:20251021T081504Z
UID:23555-1761296400-1761319800@www.synergi.fo
SUMMARY:Handfaring av persónsupplýsingum\, GDPR | Grundskeið
DESCRIPTION:Tú ert ikki einsamøll/ur\, um tú hevur hug at halda fyri oyruni\, tá tú hoyrir um GDPR\n– men tú verður glað/ur\, tá tú hevur fingið yvirlit yvir tað!\n\nTað kann kennast eitt sindur ógvusligt\, tá vit hoyra um GDPR. Sum um vit ikki fáa arbeitt\, tí vit skulu uppfylla so nógv krøv. Men hvør veit\, kanska skulu tit bara gera fáar og einfaldar justeringar? Tað fært tú yvirlit yvir\, á hesum skeiðinum. \n  \nKom og fá innlit í krøvini í Dátuverndarlógini\n\nHetta er faktiskt eitt sera hugaligt skeið\, betri enn tú heldur. Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum\, og slepp undan stórari bót. Tað kunnu tey flestu fyrihalda seg til. \nUpplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Men tað er ikki líka mikið\, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar. \nKom á skeið og fá eitt gott innlit í\, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit\, á tínum arbeiðsplássi\, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar. \n  \nFá vitan og ítøkilig amboð heim við\n\nÁ skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av dátuverndarlógini\, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar. \n  \nUndirvísari | Helga á Borg\n\n \n  \nBrellbitar úr skránni:\n\n\nHvat er persónsupplýsingar?\nHvat er GDPR?\nHvørji grundleggjandi krøv til viðgerð av persónsupplýsingum skal fyritøkan lúka ísv. dagligu málsviðgerðina?\nMeginreglur\nFarspor (cookies)\nViðgerðarheimild\nKrøv um kunning og dokumentatión\nRættindi hjá skrásetta\nInnanhýsis skjøl og mannagongdir og onnur skjøl\nViðgerðartrygd\nHandfarin av trygdarbroti\nViðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við setanarviðurskifti\n\n\nLuttakarar siga:\n\n“Eg var ikki stúrin\, men meira forvitin\, tí tað er so ringt at finna upplýsingar um sovorið uttan at kontakta onkran sakførara.”\nLuttakari frá fakfelag \n“Eg var serliga glaður fyri at hoyra um fleiri ítøkilig dømir\, sum Helga kom við.”\nTeldumaður \n“Eg havi fingið nakrar óvissir uppá pláss\, sum eru sera týdningarmiklar. Týdningarmiklar\, tí um mann ikki geri tingini sum lógin ásetur\, so forbrýtur mann seg\, sum í ringasta føri hevur bót við sær.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um\, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg var stúrin fyri at hon fór at “fleingja” støðuna á arbeiðsplássunum  í FØ.”\nLuttakari frá privatum arbeiðsplássið \n“Eg kann viðmæla øllum skeiðið\, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingar í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.”\nLuttakari frá almennum arbeiðsplássi \n  \nKom við og fá yvirlit yvir dátuverndarlógina\n– jú fyrr\, jú betur! 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/handfaring-av-personsupplysingum-gdpr-grundskeid-8/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/11/GDPR.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20251006T090000
DTEND;TZID=UTC:20251007T150000
DTSTAMP:20251002T082557Z
CREATED:20250502T105036Z
LAST-MODIFIED:20251002T082557Z
UID:24801-1759741200-1759849200@www.synergi.fo
SUMMARY:Excel - tey fyrstu fetini
DESCRIPTION:Hetta skeiðið er útselt – \nnæsta skeið er 1.-2. desember\nTekna teg her 👉 Excel – tey fyrstu fetini\n\n“Skeiðið hevur fingið meg sjálvboðið\nog við sjálvsáliti í gongd at brúka excel.\nHavi longu brúkt hetta í verki. ”\n \n__ \n“Eg visti onki um Excel áðrenn skeiðið….\nSkeiðið hevur givið mær hug og mót uppá at fara í gongd.” \n__ \n“Við skeiðnum havi eg sæð\,\nat Excel kann nýtast bæði til arbeiðis\nog sanniliga eisini privat.” \n__ \n“Sera greitt\, við ítøkiligum dømum.” \n\n\nTað sum fyrr tók hálvan tíma\n– fer at taka 2 min.\nSitur tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum\, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti\, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun\, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini? \nTað er nú\, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. \nKom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-).\nTekna teg bara longu nú\, tí plássið er avmarkað! \n \n“Eg lærdi at gera listar\, brúka autosum\, frysta rútar o.a. Eg dugdi EINKI tá eg kom á skeiðið. Akk tilpas tempo til mín. Tolin skeiðleiðari\, sum gav sær tíð at hjálpa.”\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-tey-fyrstu-fetini-17/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Byggivinnan,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/05/Excel-til-heimasiduna.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250929T090000
DTEND;TZID=UTC:20250930T150000
DTSTAMP:20250915T080834Z
CREATED:20250107T090959Z
LAST-MODIFIED:20250915T080834Z
UID:24293-1759136400-1759244400@www.synergi.fo
SUMMARY:Excel Víðkað
DESCRIPTION:Lær at brúka Excel meira professionelt!\nKundi tú eisini hugsað tær at tikið næsta stigið í tíni nýtslu av Excel? At duga at nýtt Excel til meira enn bara tað mest grundleggjandi? \nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg! \n  \nFá stýr uppá skabelónir\, innlit í pivottabellir o.m.a.\nNógv av okkum\, sum arbeiða dagliga við Excel\, duga at nýta forritið soleiðis nøkulunda. Men vit vita\, at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn teir\, vit vanliga nýta. Vit vita eisini\, at vit kunnu gera arbeiðið nógv skjótari og meiri effektivt. \nHetta skeiðið er ætlað teimum\, sum duga tað grundleggjandi í Excel\, men sum kundu hugsað sær at tikið næstu fetini. \n  \nGóður møguleiki at spyrja\nExcel víðkað er eitt tvey daga skeið og hetta merkir\, at tú fært góðar stundir til at læra allar tær nýggju\, snildu og framkomnu funkurnar. Eisini verður góður møguleiki at spyrja. Undirvísingin gongur fyri seg partvíst “á talvuni”\, men luttakararnir sleppa eisini alla tíðina at royna seg við hvør síni teldu.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-vidkad-12/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/06/blogging-336376_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250923T090000
DTEND;TZID=UTC:20250925T160000
DTSTAMP:20250903T103658Z
CREATED:20250429T123315Z
LAST-MODIFIED:20250903T103658Z
UID:24766-1758618000-1758816000@www.synergi.fo
SUMMARY:Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum
DESCRIPTION:Ein útbúgving í 3 modulum um praktiska og strategiska fundraising \nHevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging? Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul? Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum.  \n  \nKom við og lær eina rúgvu\, sum tú kanst brúka beinanvegin!\nMarknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð\, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum\, ið standa fyri at søkja\, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar\, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini. \nFundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum. \n  \nLær alt um fundraising\nÁ teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi. \n  \nEndamál\nEndamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er\, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar\, men eisini eina greiða fatan av\, hvussu ein umsókn\, sum er verd at stuðla\, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum\, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa. \n  \n👉👉Útbúgvingin gav mær amboðini at søkja grunnar\, sum endaði við eini\n👍6-siffraðari játtan frá Spar Nord Fonden\nCharlotte Thyberg\, Stifter\, Det Kærlige Måltid \n  \n2 høvuðsundirvísarar og 3 gestaundirvísarar\nDennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar\, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).\nTeir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu\, altjóða sølu\, marknaðarføring v.m. síðani 2005\, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk  og í fyritøkuni Fonde.dk P/S\, sum er størsta stuðulssíða í Danmark. \nTeir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið. \n  \n👉👉Fundraiseren hevur í 15 ár veitt ráðgeving innan verkætlanarmenning og stuðulsfígging \n👍 og fingið meira enn 650 milliónir kr. til verkætlanir\nSíðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir\, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini\, so tú ert í tryggum hondum. \nEin góð íløga – kom við!\nRætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!\nEin sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni\, pulju ella líknandi
URL:https://www.synergi.fo/skeid/fundraising-studulsinnsavnan-styttri-utbugving-i-3-modulum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/04/Business-central-Heimasidan-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250630T080000
DTEND;TZID=UTC:20250630T170000
DTSTAMP:20250613T112204Z
CREATED:20250613T112204Z
LAST-MODIFIED:20250613T112204Z
UID:24957-1751270400-1751302800@www.synergi.fo
SUMMARY:Lunnar test event
DESCRIPTION:
URL:https://www.synergi.fo/skeid/lunnar-test-event/
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250604T090000
DTEND;TZID=UTC:20250604T120000
DTSTAMP:20250602T105010Z
CREATED:20241204T113221Z
LAST-MODIFIED:20250602T105010Z
UID:23996-1749027600-1749038400@www.synergi.fo
SUMMARY:Góð og effektiv fundarleiðsla
DESCRIPTION:Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu\nVið effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós\, finna felags mál og syrgja fyri\, at tit fáa tað burturúr fundinum\, sum tit fegin vilja.\nTey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava\, at teir eru effektivir\, geva meining\, skapa úrslit\, ikki fara av sporinum o.s.fr. \nOfta gongst ikki sum ætlað\nHetta kemst av\, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er\, at fundirnir eru væl fyriskipaðir\, at tey røttu fólkini luttaka\, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir\, ið verða tiknar á fundunum. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.\n  \nÁ skránni\n\nYmisk sløg av fundum\nEndamál við fundinum\nFyrireiking av tí góða fundinum\nHvør skal luttaka\, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?\nFundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?\nHvussu tryggja vit\, at øll vera hoyrd?\nHvussu tryggja vit\, at fundurin ikki fer av sporinum?\nHvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning\, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?\nUppfylging av fundum\nHvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera\, so vit tryggja\, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.\n\n  \nVælkomin á skeið í fundarleiðslu!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/god-og-effektiv-fundarleidsla-5/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Snarskeið
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/08/Fundarleidsla.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250602T090000
DTEND;TZID=UTC:20250603T150000
DTSTAMP:20250522T075445Z
CREATED:20250225T122230Z
LAST-MODIFIED:20250522T075445Z
UID:24528-1748854800-1748962800@www.synergi.fo
SUMMARY:Excel - tey fyrstu fetini |
DESCRIPTION:  \n\n“Skeiðið hevur fingið meg sjálvboðið\nog við sjálvsáliti í gongd at brúka excel.\nHavi longu brúkt hetta í verki. ”\n \n__ \n“Eg visti onki um Excel áðrenn skeiðið….\nSkeiðið hevur givið mær hug og mót uppá at fara í gongd.” \n__ \n“Við skeiðnum havi eg sæð\,\nat Excel kann nýtast bæði til arbeiðis\nog sanniliga eisini privat.” \n__ \n“Sera greitt\, við ítøkiligum dømum.” \n\n\nTað sum fyrr tók hálvan tíma\n– fer at taka 2 min.\nSitur tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum\, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti\, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun\, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini? \nTað er nú\, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. \nKom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-).\nTekna teg bara longu nú\, tí plássið er avmarkað! \n \n“Eg lærdi at gera listar\, brúka autosum\, frysta rútar o.a. Eg dugdi EINKI tá eg kom á skeiðið. Akk tilpas tempo til mín. Tolin skeiðleiðari\, sum gav sær tíð at hjálpa.”\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-tey-fyrstu-fetini-16/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Byggivinnan,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/05/Excel-til-heimasiduna.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250526T090000
DTEND;TZID=UTC:20250528T150000
DTSTAMP:20250520T105225Z
CREATED:20240903T084936Z
LAST-MODIFIED:20250520T105225Z
UID:23338-1748250000-1748444400@www.synergi.fo
SUMMARY:Bókhald frá grundini | ÚTSELT - Pláss eru tøk 11.-13. november
DESCRIPTION:ÚTSELT !\nPláss eru tøk 11. – 13. oktober\nTekna teg HER\n\n\nEftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \n\nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\n\nMen bíða ikki ov leingi\, tí skeiðið er nærum altíð útselt.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-16/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250522T000000
DTEND;TZID=UTC:20250523T000000
DTSTAMP:20250519T101636Z
CREATED:20250319T153644Z
LAST-MODIFIED:20250519T101636Z
UID:24614-1747872000-1747958400@www.synergi.fo
SUMMARY:Tann góða HR-tilgongdin | Frá rekruttering til starvsenda
DESCRIPTION:Menn tínar HR førleikar👇\nFrá fyrsta prát við nýggja starvsfelagan til viðkomandi hevur seinasta arbeiðsdag!\n\n\nSálarfrøðilig trygd · Rekruttering · PREboarding · ONboarding · OFFboarding · MUS\nÁ skeiðnum fært tú ítøkilig amboð og innlit í\, hvussu tú tryggjar sálarfrøðiliga trygd\, styrkir starvsfólkamentanina og brandið og byggir eitt professionelt HR-arbeiði líka frá rekruttering til off-boarding. \nSkeiðið gevur eina praktiska og holistiska tilgongd til mest týðandi leiðslu og -HR-disciplinir. Endamálið er at útbúgva luttakararnar við ítøkiligum metodum\,  amboðum og innlit í\, hvussu tú skapar ein sterkan HR-struktur\, sum stuðlar eini positivari starvsfólkauppliving gjøgnum alla setanartilgongdina. Serligur dentur verður lagdur á sálarfrøðiliga trygd\, gott samskifti og leiklutin hjá HR í at styrkja mentanina og brandið hjá fyritøkuni. \n\nVerð við at byggja eina arbeiðsmentan\, har fólk trívast – frá fyrsta arbeiðsdegi til seinasta arbeiðsdag!\n👉 Lær hvussu tú:\n\nRekrutterar rætt og styrkir brandið\nSkapar ein pre- og onboarding\, sum gevur meining\nHevur virðisskapandi MUS-samrøður við uppfylging\nSyrgir fyri virðiligari offboarding\nOg ikki minst: Setur sálarfrøðiliga trygd í hjarta av øllum HR-tilgongdunum\n\n\n\n\nSera góður undirvísari\, sum hevur vunnið undirvísingarvirðisløn\nJette Skeem\, CEO\, Cand. Negot\, hevur fleiri ára royndir við at undirvísa í leiðslu og HR og hevur vunnið virðislønir fyri besta undirvísara og fyrilesara.\nJette hevur havt starsfólka- og leiðsluábyrgd fyri upp til 600 starvsfólk\, so umframt holla teoretiska vitan\, hevur hon eisini drúgvar praktiskar royndir. \n\n🔥 Tilmeldingin er opin – tryggja tær plássið í dag!\nSkeiðið er 22. mai kl. 9 – 16.00 og 23. mai kl. 9 – 12
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-fra-rekruttering-til-off-boarding/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,Leiðsla og HR,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/03/Jette-Skeem.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250521T100000
DTEND;TZID=UTC:20250521T140000
DTSTAMP:20250513T101344Z
CREATED:20240513T132148Z
LAST-MODIFIED:20250513T101344Z
UID:23073-1747821600-1747836000@www.synergi.fo
SUMMARY:Sjúkrafrávera | HR-løgfrøði | Modul 5
DESCRIPTION:Tak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-5-sjukrafravera-7/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250515T090000
DTEND;TZID=UTC:20250515T153000
DTSTAMP:20250512T131156Z
CREATED:20241212T122251Z
LAST-MODIFIED:20250512T131156Z
UID:24070-1747299600-1747323000@www.synergi.fo
SUMMARY:ChatGPT og vitlíki | Kom gott í gongd | ÚTSELT - skriva teg á bíðilista
DESCRIPTION:ÚTSELT!\nSkriva teg á bíðilista nú\n>> Bíðilisti <<\n  \n\nEru tit byrjað at brúka ChatGPT í tykkara arbeiði? \nElla kundu tit kanska hugsað tykkum at komið gott í gongd við tað og annað AI (vitlíki)? Kom við til hetta grundleggjandi skeiðið. \n  \nKom og lær at brúka ChatGPT og aðrir chatbottar og fá eitt gott yvirlit yvir hvat vitlíki er\nVitlíki\, ella AI (Artificial Intelligence) breiður seg við rúkandi ferð\, bæði í okkara privatlívi og arbeiðslívi. Hetta hevur við sær\, at vit skulu venja okkum við ein heilt nýggjan máta at arbeiða uppá. Og tað ræður um at fylgja við\, tí tøknin drønar av stað – og tað er skjótt at gerast eftirbátur. \nÁ skeiðinuim fært tú eina grundleggjandi vitan um\, hvat vitlíki er\, og hvat tað kann brúkast til. \n\nVit leggja serliga dent á ChatGPT \nSkeiðið hevur eitt praktiskt útgangstøði\, soleiðis at tú lærir hvat tú kanst brúka vitlíki til í tínum arbeiði og hvussu tú ítøkilig kanst fáa gagn av tí. \n\nBrellbitar úr skránni: \n✅ Um vitlíki \n✅ ChatGPT \n✅ Gemini (AI assistenturin hjá Google) \n✅ Microsoft Copilot \n✅ Lóggáva \n✅ Annað – sí alla skránna á høgra bredda \n\nKom á skeið og lær eina rúgvu um\, hvussu tú kanst fáa gleði av vitlíki.\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/chatgpt-og-vitliki-kom-gott-i-gongd-2/
LOCATION:synergi\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Vitlíki
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/06/ChatGPT.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250331T090000
DTEND;TZID=UTC:20250401T150000
DTSTAMP:20250328T135311Z
CREATED:20241017T104316Z
LAST-MODIFIED:20250328T135311Z
UID:23592-1743411600-1743519600@www.synergi.fo
SUMMARY:Excel - tey fyrstu fetini
DESCRIPTION:  \n“Skeiðið hevur fingið meg sjálvboðið\nog við sjálvsáliti í gongd at brúka excel.\nHavi longu brúkt hetta í verki. ”\n \n__ \n“Eg visti onki um Excel áðrenn skeiðið….\nSkeiðið hevur givið mær hug og mót uppá at fara í gongd.” \n__ \n“Við skeiðnum havi eg sæð\,\nat Excel kann nýtast bæði til arbeiðis\nog sanniliga eisini privat.” \n__ \n“Sera greitt\, við ítøkiligum dømum.” \n\n\nTað sum fyrr tók hálvan tíma\n– fer at taka 2 min.\nSitur tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum\, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti\, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun\, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini? \nTað er nú\, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. \nKom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-).\nTekna teg bara longu nú\, tí plássið er avmarkað! \n \n“Eg lærdi at gera listar\, brúka autosum\, frysta rútar o.a. Eg dugdi EINKI tá eg kom á skeiðið. Akk tilpas tempo til mín. Tolin skeiðleiðari\, sum gav sær tíð at hjálpa.”\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/excel-tey-fyrstu-fetini-15/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,Byggivinnan,KT,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/05/Excel-til-heimasiduna.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250326T090000
DTEND;TZID=UTC:20250326T153000
DTSTAMP:20250320T121053Z
CREATED:20220325T075425Z
LAST-MODIFIED:20250320T121053Z
UID:13494-1742979600-1743003000@www.synergi.fo
SUMMARY:"Gævi mín leiðari var høvdingi" | Øðrvísi\, kveikjandi leiðslu-verkstova
DESCRIPTION:Kom við á hesa øðrvísi\, kveikjandi leiðslu-verkstovuna v/Dennis Nørmark!\n\nVánalig leiðsla er ein hin størsta avbjóðingin í arbeiðslívinum.\nSøgur um happing\, misnýtslu av valdi\, vantrivna\, ágang og tyranniskan atburð eru ikki ókendar. Men hví er tað so trupult? Og nýtist tað at vera ein yvirmenniskjalig uppgáva at leiða onnur? Ein uppgáva\, sum næstan er ógjørlig at útinna uttan at gera mistøk? \n  \nVerður ov stórt trýst lagt á leiðsluna?\nKann tað vera\, at vit leggja ov stórt trýst á leiðsluna? Eingin kann gera undurverk\, og veruleikin er\, at leiðarin hevur ikki so avgerandi týdning fyri alla organisatiónina\, sum vit ofta halda. Tó hevur leiðarin stóran týdning fyri síni starvsfólk – bæði á góðan og ringan hátt. Tí mugu vit leggja minni dent á tað\, sum fólk ikki dáma við teirra leiðara\, og heldur leggja dent á tað\, sum starvsfólkini virðismeta. \n  \nHøvuðsleikluturin hjá leiðararnum er ikki at vera tann\, ið ræður og tekur avgerðir\nÍ bókini ”Gid min chef var høvding” roynir Dennis Nørmark saman við kolleganum Christian Groes at endursiga søguna um leiðaran og at vísa á\, at tað ikki er í leiklutinum sum tann\, ið ræður ella tann\, ið tekur avgerðir\, at leiðarin skal finna sítt høvuðsendamál. Hann skal finna sítt endamál í sínum førleika at styðja uppundir felagsskapin\, at savna træðrirnir\, at lurta og at tryggja samstarv. Tað er júst tað slagið av leiðarum\, sum vit evolutionert hava lært okkum at dáma best. Og tað var tað slagið av leiðarum\, sum vóru til í upprunasamfeløgunum\, áðrenn vit fingu hieraki og framíhjárættir. Hetta var áðrenn leiðsla fór at hugtaka ov mangir sjálvsnøktarar og karrienomadar… \n  \nÁ verkstovuni fáa vit íblástur frá høvdingum bæði úr fortíðini og nútíðini\, høvdingar\, sum hava fingið góð úrslit í sínum leiðslustíli\nÍ hesari verkstovu fer Dennis Nørmark at vísa\, hvat vit fáa burturúr at venda vanligu pyramiduni á høvdið og byrja at síggja makt sum nakað annað enn at ræða yvir øðrum\, og hvussu vit kunnu fáa íblástur hjá úrslitagóðum høvdingum úr fortíðini og nútíðini. Á henda hátt kunnu vit aftur geva leiðaranum umráðandi og realistiskar uppgávur at útinna. \nSum leiðari lærir tú at finna høvdinga menningarmøguleikar í tær sjálvum\, ella finnir tú útav\, at tú longu útinnir høvdingaleiðslu\, ella um tú kanska hevur eitt gott petti eftir at koma á mál. \n  \nDjúpt í norðurlendsku mentanini\nVit hyggja eftir\, hvussu vit venda perspektivinum\, at makt er avgerandi\, til at vera fokuseraði uppá at økja um ávirkan\, fáa fylgiskap\, ráðgeva og  venda sær móti felagsskapinum. Vit beina fyri mytunum um leiðslu og finna íblástur í einum máta at orientera seg uppá\, sum finst djúpt i norðurlendsku mentanini. \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/gaevi-min-leidari-var-hovdingi/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/03/Dennis-test-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250312T130000
DTEND;TZID=UTC:20250312T160000
DTSTAMP:20250310T152145Z
CREATED:20250203T091623Z
LAST-MODIFIED:20250310T152145Z
UID:24460-1741784400-1741795200@www.synergi.fo
SUMMARY:Lær Outlook | Fá yvirlit yvir tínar teldupostar og tær snildu funkurnar
DESCRIPTION:Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook\n\n\nBrúkar tú dagliga Outlook?\nKennist tað sum um tað eru 1000 ár síðani\, at tú hevur verið á skeið í Outlook\nHevur Outlook fingið nýtt snið og nýggjar funkur\, sum tú als ikki dugur?\nVeitst tú\, at hesar nýggju funkurnar eru faktiskt sera snildar og kunnu gera arbeiði hjá tær nógv lættari og stuttligari?\nFært tú barasta ikki tikið teg saman at læra tað?\n\n\nUppá bert ½ dag…\n… kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Onkrar av teimum kennir tú kanska\, men eg lovi tær\, at nógvar (ordiliga góðar) hevur tú ongantíð hoyrt um ella sæð. Hóast tær slett ikki royna at fjala seg uppá nakran máta. \nEinki er so irriterandi og frustrerandi sum at vita\, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá\, sum tú bara ikki dugur. \nTú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur um fleiri av funkunum og hugsa: \n“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?”\n  \nLuttakarar siga:\n  \n“Eg nýti nú funkur\, sum eg als ikki hugdi at áðrenn.”\n\n“Vit lærdu nógvar “smutvegir” og nógv annað\, ið eg komi at brúka.”\n\n“Eg komi at klippa burtur úr heimasíðu okkara og leggja leinkju til útkliptu myndina.”\n\n“Eg komi eisini at gera mær ymiskar signaturar og fleiri fastar tekstir.”\n\n“Eg havi broytt mítt Outlook til\, at eg kann lesa teldupostar\, uttan at teir síggja út sum lisnir\, tvs. at eg nú skal dupulttrýsta á teldupostin\,  fyri at hann skal síggja lisin út. Hetta er gott\, tí vit eru fleiri\, ið síggja felags postkassan\, og eg brúkti nógva tíð uppá at gera teir ólisnar út aftur.”\n\n  \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/laer-outlook-fa-yvirlit-yvir-tinar-teldupostar-og-taer-snildu-funkurnar-6/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:KT,Skrivstova og samskifti,Snarskeið
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2019/06/team-3373638_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250312T090000
DTEND;TZID=UTC:20250312T120000
DTSTAMP:20250306T140810Z
CREATED:20240618T094118Z
LAST-MODIFIED:20250306T140810Z
UID:23205-1741770000-1741780800@www.synergi.fo
SUMMARY:Ger flottar framløgur\, uppá tann lætta mátan | Lær PowerPoint
DESCRIPTION:“Eg vil viðmæla fólkum at taka skeiðið\, sum eru nýggj í PowerPoint\nella sum hava brúkt hetta í mong ár.\nHer er nógv at læra hjá bæði royndum og óroyndum.”\nLeiðari innan tað almenna \n\n\nKom og lær at gera eina flotta framløgu við teimum spildurnýggju funkunum í PowerPoint!\n\nBrúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?\nEr tað kanska fleiri “PowerPoint-versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nEisini nýggjar funkur? \nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\n\nSo ert tú komin til rætta stað!\nUppá ½ dag\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita\, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá\, men at tú bara ikki dugur tað. \n  \n  \nTú fert at læra nýggjar funkur!\nEitt nú …\n\nZoom\nTransition Morph\nSletta bakgrund á einari mynd\nInnseta 3d-icon\nInnseta onlinevideo\nTeksta tína framløgu\nTaka video av skerminum\n\nHarumframt gjøgnumganga vit allar tær týdningarmiklastu funkurnar í PowerPoint. Tú fært innlit í allar funkur\, sum gera tað møguligt hjá tær\, at lær at gera eina góða framløgu.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/ger-flottar-framlogur-uppa-tann-laetta-matan-laer-powerpoint-5/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:KT,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/12/Frontur-til-PowerPoint.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250306T130000
DTEND;TZID=UTC:20250306T160000
DTSTAMP:20250304T091029Z
CREATED:20250304T091029Z
LAST-MODIFIED:20250304T091029Z
UID:24539-1741266000-1741276800@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Kom gott í gongd við Teams | Snarskeið
DESCRIPTION:  \nÍ Office 365 finnur tú eina røð av forritum\, sum hoyra til tín Officelicens. Eitt av teimum er Teams. \n  \nÁ hesum skeiðinum – fokusera vit uppá TEAMS >>\n  \nÁ skránni 👇\n\nFá yvirlit yvir Teams\nLær at deila fílur við Teams\nLær at kjatta gjøgnum Teams\nLær at brúka Teams fundir\nLær at deila skerm\, so tú kanst vísa hinum tín skerm\nLær at deila framløgur\, Excelfílar vm.\nLær hvussu tit kunnu taka fundin uppá\, so tit hava atgongd seinni\, til hvat var sagt (slepp undan fundarfrágreiðing)\nOnnur tips og spurningar\n\nEitt vanligt Teamsskeið\, har tú lærir alt frá A-Z\, er eitt heildagsskeið.\nMen við hesum snarskeiðið\, koma vit skjótt í gongd 😉\nSo kanst tú læra rest seinni;) \n  \n  \nHvat er Teams?\nTeams er ein forrit\, sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum\, deildum og toymum. Óansæð um tit sita á sama matrikkli ella um tit eru í hvør sínum enda av landinum/heiminum\, so er Teams ein sera hentur samstarvspallur. \nTeams kann samanlíknast við bólkar á Facebook. Facebook brúkar tú til privata nýtslu. Tí er Teams eitt kærkomið trygt tól hjá øllum\, sum hava tørv á og hug til\, at skipa sítt samskifti í bólkum\, sum á Facebook. \nUndir Teams kunnu tit td. kjatta\, hava skjøl\, samrøður\, online fundir og nógv annað í einum stað. Tit fáa eitt greitt og produktivt samarbeiðsrúm. \nHarafturat ber eisini til at sameina Teams við nógv onnur amboð og tænastur. Eitt nú Planner\, sum vit eisini læra at brúka á skeiðinum. \n  \n  \n  \nG.G.\nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi. \n  \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-kom-gott-i-gongd-vid-teams-snarskeid-3/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2020/03/webinar-4216601_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250225T090000
DTEND;TZID=UTC:20250225T120000
DTSTAMP:20241119T123643Z
CREATED:20241119T123643Z
LAST-MODIFIED:20241119T123643Z
UID:23789-1740474000-1740484800@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Outlook - tær snildu funkurnar
DESCRIPTION:Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook\n– uppá 3 tímar\n\n\nBrúkar tú dagliga Outlook?\nEr tað kanska fleiri “Outlook’ versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\n  \nSo ert tú komin til rætta stað! \nUppá 3 tímar\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Tí tað er nógv stuttligari\, at duga at gera tingini uppá tann rætta og lætta mátan 😉 \nTú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur og hugsa: \n“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?” \n  \nKom og lær at brúka Outlook optimalt!\n  \n  \nG.G. \nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-outlook-taer-snildu-funkurnar-5/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/08/shutterstock_281081798.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250218T090000
DTEND;TZID=UTC:20250218T120000
DTSTAMP:20241210T082345Z
CREATED:20241210T082345Z
LAST-MODIFIED:20241210T082345Z
UID:24021-1739869200-1739880000@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Lær Planner | Fá stýr á og legg tínar uppgávur til rættis
DESCRIPTION:Planner | Eitt hent og einfalt tól\, til at stýra og bólka uppgávur á ymiskan hátt eftir tørvi\n\n\nHevur tú eina verkætlan – lítla ella stóra?\nEru tit eru fleiri fólk\, ið arbeiða saman um hana?\nGloyma tit onkuntíð\, hvørjar avtalur tit hava um hvør ger hvat?\n\nSo er Planner eitt sera hent og einfalt tól\, sum hjálpir tykkum at stýra øllum uppgávunum. Tit kunnu lættliga halda skil á hvør ger hvat\, hvørjar uppgávur eru loystar og hvørjar eru eftir. Tit síggja nær deadline er\, um nógv manglar osfr. \n  \nHvat er Planner?\nPlanner er eitt stýringstól\, sum fylgir við Office 365 for Business haldinum.  Planner er ein einføld onlineskipan\, sum riggar væl bæði til teldu\, teldil og á telefonini. Planner arbeiðir saman við Outlook\, Teams og øðrum Microsoft produktum. \n  \n  \nLær m.a.:\nat stovna eina nýggja ætlan og uppgávur \n\nat stovna eina ætlan í Planner\nat leggja uppgávur og tíðarfreistir afturat\nat býta eina verkætlan upp í smærri uppgávur\n\nat býta út uppgávur og at fylgja framgongdini \n\nat býta uppgávur út til ymiskar persónar í bólkinum\nhvussu ein fylgir framgongd og dagførir status á uppgávum\n\nat leggja viðheft skjøl og viðmerkingar afturat \n  \n  \nVið Planner hevur tú altíð yvirlit yvir\, hvussu verkætlanin gongur\nVið at filtrera uppgávurnar í Planner\, kanst tú skjótt og lætt síggja\, hvørjar uppgávur tú hevur\, hvørjar hasta mest osfr. Tú kanst eisini fáa yvirlit yvir uppgávurnar hjá hinum og síggja um onkur t.d. hevur fingið ov nógvar uppgávur tillutaðar. Tú kanst seta deadlines\, deila fílur og tit kunnu kjatta um uppgávurnar og annars fylgja við í\, hvussu verkætanin gongur. \nTit fáa sostatt eitt gott yvirlit yvir allar uppgávurnar. Óansæð um tað eru tínar egnu ella uppgávurnar hjá hinum verkætlanarluttakarunum. \nHarumframt fært tú eitt flott grafiskt yvirlit eisini\, har tú sært status og um tað er onkur uppgáva sum tú eigur at halda eitt serligt eyga við. \n  \nKom og lær at brúka Planner uppá 3 tímar\n– og nýt tað alt fyri eitt\n  \nG.G.\nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-laer-planner-fa-styr-a-og-legg-tinar-uppgavur-til-raettis-5/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/06/Planner-1920-×-800px.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20250205T090000
DTEND;TZID=UTC:20250305T160000
DTSTAMP:20250130T171809Z
CREATED:20240325T081148Z
LAST-MODIFIED:20250130T171809Z
UID:22844-1738746000-1741190400@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 5. februar 2025 \nModul 2 | 19. februar 2025 \nModul 3 | 5. mars 2025 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-7/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241205T090000
DTEND;TZID=UTC:20241205T160000
DTSTAMP:20241115T084843Z
CREATED:20240910T085746Z
LAST-MODIFIED:20241115T084843Z
UID:23362-1733389200-1733414400@www.synergi.fo
SUMMARY:Soleiðis handfer tú trupul fólk
DESCRIPTION:Ósemjur kosta tíð\, pengar\n– og orku!\nOg ja\, vit kunnu helst øll fella í grøvina við hvørt og vera tann trupli persónurin;) \n\nKom og fá ítøkiliga og praktiska vegleiðing í\, at handfara trupul fólk og ósemjur\n\nSummi eru trupul í eina tíð\, onnur eru tað fulla tíð – felags eyðkenni fyri bæði sløgini er\, at tey stjala tíðina hjá tær og í kjalarvørrinum er frustratión\, inneffektivitet\, illsinni og øsing. Tú sleppir ongantíð undan hesum fólkunum\, men tú kann menna tíni evni at handafara tey jaligt\, so tú sleppir undan at tey brúka alla tína orku og oyðileggja góða lagið. \nGleð teg til eina tætt stúgvaða skrá\, sum vil hjálpa tær at greiða mongu avbjóðingarnar í dagliga arbeiðslívinum. Fá innlit í ymiskar persónsmenskur og í teirra atburð. Lær um ítøkilig amboð og hættir\, sum gera teg føra at greiða tær orrustir\, sum koma\, har menniskju hittast. \nAmboðini rigga\, og ástøðini og modellini hava staðið sína roynd í veruliga lívinum: \ná skrivstovuni\, í tannlæknastovuni\, í móttøkuni\, á byggiplássinum og á parkeringsplássinum.\n  \nOg tey rigga eisini heima. \nTú kennir tað – ein rokaligan gerandisdag við nógvari ferð\, nógvum broytingum og nógvum ymiskum fólki\, sum øll vænta ella enntá krevja okkurt av tær. \nTað kann vera sín søk at fara skynsamliga við øllum – eisini hóast tú fegin vilt – og tað kann geva orsøk til ósemjur. \n\nHittir tú trupul fólk\, sum tú ikki dugir at fáast við?\nHevur tú verið í keðiligum støðum við einum starvsfelaga\, einum viðskiftafólki ella einum leiðara\, uttan at tú skilti hví?\nSaknar tú ein einfaldan og virknan máta at sleppa undan neiligum ósemjum\, og vilt tú fegin styrkja tína ávirkan og slagkraft?\n\nSo er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. \nTak ein starvsfelaga við. Tað er altíð betur\, so eru tit fleiri\, sum hava fingið somu vitan og kunnu minna hvønnannan á tað aftaná. \n\nEru tit 3 ella fleiri frá sama arbeiðsplássi fáa tit 10% í avsláttur!\nNýt avsláttarkoduna: Synergi10\n\n  \nHvat fært tú í skjáttuna?\n\nDagurin er settur soleiðis saman\, at tú skiftir millum framløgur og venjingar. Soleiðis miðja vit móti innlæring\, og tá skeiðið er liðugt\, hevur tú fingið eina røð av amboðum\, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin. Tú lærir at avlesa tey tekinini\, sum boða frá\, at ein ósemju er í umbúna\, tí ósemjuhandfaring snýr seg um at hava góða tíð at fyrireika ymiskar strategiir. \nVit kunnu ikki lova tær at sleppa undan at hitta trupul fólk\, tá skeiðið er liðugt\, men tú kanst læra at stýra undan teirra mynstrum og handfara tey jaliga\, so tey ikki mergsúgva og frustrera teg. \n  \nÁ skránni\n\n\nLær at kenna persóntypur aftur – og legg eina strategi.\nTað finnast 12 neilig atferðarmynstur. Fá uppskriftina til at handfara tey!\nFríger tínar samskiftisførleikar\, so tú kanst taka stýringina.\nLær at vera rólig/ur í spentum støðum\, so tær ikki mergsúgva teg.\nFá dirvið at seta mørk – finn tín natúrliga myndugleika.\n\n  \n  \nMálbólkur\n\nØll\, sum vilja duga at handfara trupul fólk og sum vilja sleppa undan\, at lata hesi fólk oyðileggja tær dagin og sleppa undan\, at tey taka alla arbeiðsgleðina frá tær.  \n  \nUndirvísari: Sebastian Nybo\n\n  \n \n\nSummi eru trupul eitt stutt tíðarskeið\, meðan onnur eru trupul fulla tíð;)\n\nKom og lær at handfara bæði sløgini\, sum bæði eru slítandi
URL:https://www.synergi.fo/skeid/soleidis-handfer-tu-trupul-folk-2/
LOCATION:Hotel Hafnia\, Áarvegur\, Tórshavn\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Byggivinnan,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/06/Trupul-folk-heimasidan-1600600.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241127T090000
DTEND;TZID=UTC:20241127T120000
DTSTAMP:20241125T100434Z
CREATED:20240823T135501Z
LAST-MODIFIED:20241125T100434Z
UID:23301-1732698000-1732708800@www.synergi.fo
SUMMARY:Góð og effektiv fundarleiðsla
DESCRIPTION:Fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu\nVið effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós\, finna felags mál og syrgja fyri\, at tit fáa tað burturúr fundinum\, sum tit fegin vilja.\nTey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava\, at teir eru effektivir\, geva meining\, skapa úrslit\, ikki fara av sporinum o.s.fr. \nOfta gongst ikki sum ætlað\nHetta kemst av\, at vit ikki hava gjørt okkum greitt hvussu umráðandi tað er\, at fundirnir eru væl fyriskipaðir\, at tey røttu fólkini luttaka\, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir\, ið verða tiknar á fundunum. \n\nÁ hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.\n  \nÁ skránni\n\nYmisk sløg av fundum\nEndamál við fundinum\nFyrireiking av tí góða fundinum\nHvør skal luttaka\, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?\nFundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?\nHvussu tryggja vit\, at øll vera hoyrd?\nHvussu tryggja vit\, at fundurin ikki fer av sporinum?\nHvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning\, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?\nUppfylging av fundum\nHvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera\, so vit tryggja\, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.\n\n  \nVælkomin á skeið í fundarleiðslu!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/god-og-effektiv-fundarleidsla-4/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Snarskeið
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/08/Fundarleidsla.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241119T130000
DTEND;TZID=UTC:20241119T160000
DTSTAMP:20241114T154437Z
CREATED:20240510T075455Z
LAST-MODIFIED:20241114T154437Z
UID:23054-1732021200-1732032000@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Lær PowerPoint - eisini tær snildu funkurnar
DESCRIPTION:Kom og lær at gera eina flotta framløgu við teimum spildurnýggju funkunum í PowerPoint!\n\n\nBrúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?\nEr tað kanska fleiri “PowerPoint-versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nEisini spildurnýggjar funkur? \nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\n  \nSo ert tú komin til rætta stað!\n\nUppá ½ dag\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari – og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita\, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá\, men at tú bara ikki dugur tað. \n  \nTú fert at læra spildurnýggjar funkur!\n\nEitt nú … \n\nZoom\nTransition Morph\nSletta bakgrund á einari mynd\nInnseta 3d-icon\nInnseta onlinevideo\nTeksta tína framløgu\nTaka video av skerminum\n\n  \n  \nLær at teksta og/ella umseta tína framløgu >>\n\nTeksta? Ja\, um tú t.d. heldur tína framløgu á donskum\, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað tú sigur – LIVE. Sera gott um tú skalt halda upplegg fyri onkrum útlendingum. So kanst tú tosa tað málið sum tú dugur best (tó enn ikki føroyskt)\, og fáa umsett tað tú sigur\, til nógv ymisk mál. \nUmseta? Ja\, um tú t.d. hevur fingið ein tekst á enskum\, sum tú vilt umseta og seta inn í títt PowerPoint\, so kanst tú fáa PowerPoint at umseta tað fyri teg. Eisini til føroyskt (tó er tað føroyska ikki 100% rætt enn) \n\n\n  \n  \nG.G.\nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-laer-powerpoint-eisini-taer-snildu-funkurnar-4/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/08/cup-of-coffee-1280537_1920.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241119T090000
DTEND;TZID=UTC:20241119T120000
DTSTAMP:20241114T153533Z
CREATED:20240510T074908Z
LAST-MODIFIED:20241114T153533Z
UID:23049-1732006800-1732017600@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Outlook - tær snildu funkurnar
DESCRIPTION:Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook\n– uppá 3 tímar\n\n\nBrúkar tú dagliga Outlook?\nEr tað kanska fleiri “Outlook’ versiónir” síðani\, tú hevur verið á skeið ;)?\nOg ert tú klár/ur yvir\, at har eru nógvar funkur\, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?\nMen sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?\n\n  \nSo ert tú komin til rætta stað! \nUppá 3 tímar\, kanst tú læra eina røð av snildum funkum\, sum gera dagligdagin hjá tær lættari – og stuttligari. Tí tað er nógv stuttligari\, at duga at gera tingini uppá tann rætta og lætta mátan 😉 \nTú fert heilt sikkurt at verða ordiliga glað/ur og hugsa: \n“Arghhh….Hví havi eg ikki langt síðani lært meg hasa funkuna?” \n  \nKom og lær at brúka Outlook optimalt!\n  \n  \nG.G. \nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-outlook-taer-snildu-funkurnar-4/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/08/shutterstock_281081798.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241118T090000
DTEND;TZID=UTC:20241120T150000
DTSTAMP:20241114T090528Z
CREATED:20231128T145012Z
LAST-MODIFIED:20241114T090528Z
UID:21584-1731920400-1732114800@www.synergi.fo
SUMMARY:Bókhald frá grundini | ÚTSELT - Pláss er 26.-28. mai 2025
DESCRIPTION:Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \n\nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\n\nMen bíða ikki ov leingi\, tí skeiðið er nærum altíð útselt.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-15/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241115T090000
DTEND;TZID=UTC:20241115T120000
DTSTAMP:20240925T090410Z
CREATED:20240925T085600Z
LAST-MODIFIED:20240925T090410Z
UID:23496-1731661200-1731672000@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Lær Planner | Fá stýr á og legg tínar uppgávur til rættis
DESCRIPTION:Planner | Eitt hent og einfalt tól\, til at stýra og bólka uppgávur á ymiskan hátt eftir tørvi\n\n\nHevur tú eina verkætlan – lítla ella stóra?\nEru tit eru fleiri fólk\, ið arbeiða saman um hana?\nGloyma tit onkuntíð\, hvørjar avtalur tit hava um hvør ger hvat?\n\nSo er Planner eitt sera hent og einfalt tól\, sum hjálpir tykkum at stýra øllum uppgávunum. Tit kunnu lættliga halda skil á hvør ger hvat\, hvørjar uppgávur eru loystar og hvørjar eru eftir. Tit síggja nær deadline er\, um nógv manglar osfr. \n  \nHvat er Planner?\nPlanner er eitt stýringstól\, sum fylgir við Office 365 for Business haldinum.  Planner er ein einføld onlineskipan\, sum riggar væl bæði til teldu\, teldil og á telefonini. Planner arbeiðir saman við Outlook\, Teams og øðrum Microsoft produktum. \n  \n  \nLær m.a.:\nat stovna eina nýggja ætlan og uppgávur \n\nat stovna eina ætlan í Planner\nat leggja uppgávur og tíðarfreistir afturat\nat býta eina verkætlan upp í smærri uppgávur\n\nat býta út uppgávur og at fylgja framgongdini \n\nat býta uppgávur út til ymiskar persónar í bólkinum\nhvussu ein fylgir framgongd og dagførir status á uppgávum\n\nat leggja viðheft skjøl og viðmerkingar afturat \n  \n  \nVið Planner hevur tú altíð yvirlit yvir\, hvussu verkætlanin gongur\nVið at filtrera uppgávurnar í Planner\, kanst tú skjótt og lætt síggja\, hvørjar uppgávur tú hevur\, hvørjar hasta mest osfr. Tú kanst eisini fáa yvirlit yvir uppgávurnar hjá hinum og síggja um onkur t.d. hevur fingið ov nógvar uppgávur tillutaðar. Tú kanst seta deadlines\, deila fílur og tit kunnu kjatta um uppgávurnar og annars fylgja við í\, hvussu verkætanin gongur. \nTit fáa sostatt eitt gott yvirlit yvir allar uppgávurnar. Óansæð um tað eru tínar egnu ella uppgávurnar hjá hinum verkætlanarluttakarunum. \nHarumframt fært tú eitt flott grafiskt yvirlit eisini\, har tú sært status og um tað er onkur uppgáva sum tú eigur at halda eitt serligt eyga við. \n  \nKom og lær at brúka Planner uppá 3 tímar\n– og nýt tað alt fyri eitt\n  \nG.G.\nUm tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir\, at tú hevur meldað teg til\, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit\, um bíleggingin er í lagi.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-laer-planner-fa-styr-a-og-legg-tinar-uppgavur-til-raettis-4/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2022/06/Planner-1920-×-800px.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241114T090000
DTEND;TZID=UTC:20241115T153000
DTSTAMP:20241105T111457Z
CREATED:20240228T145603Z
LAST-MODIFIED:20241105T111457Z
UID:22570-1731574800-1731684600@www.synergi.fo
SUMMARY:Fyrisitingarrættur fyri teg\, ið ikki er løgfrøðingur
DESCRIPTION:Ivast tú sum málsviðgeri onkuntíð í\n\nhvørt tú hevur notatplikt ella ikki?\num ALT skal noterast ella hvar markið gongur?\num tú ert ógegnig/ur í einum málið?\nhvør tað er\, sum skal hoyrast\, tá tit skulu hoyra onnur í einum málið?\nhvørjar tær røttu mannagongdirnar eru?\nOg ivast tú kanska eisini í vegleiðingarskylduni\, partshugtakinum\, ummælisrættinum\, viðger av trúnaðarupplýsingum\, hvussu tú skalt grundgeva\, kæruvegleiðingini osfr. osfr.\n\nSo er hetta skeiðið nakað fyri teg. \n  \nAftaná skeiðið ert tú ikki í iva um nær\, hvat\, hvør og hvussu;)\nÁ hesum skeiðnum fært tú alla ta vitan sum tú skalt hava\, sum málsviðgeri innan tað almenna. Tú fært alla ta vitan\, sum tær tørvar\, til at halda fyrisitingarlógina\, sum er gjørd við tí endamálið m.a. at tryggja\, at allir borgarar verða viðfarnir rættvíst og eftir sama leisti. Tú lærir alt um fyrisitingarlógina frá A-Z og ikki minst\, hvussu hon virkar í praksis. Tú fært innlit í\, hvørjar fellur eru og tú tryggjar at tíni viðskiftafólk\, fáa eina meiri professionella og rættvísa málsviðgerð. \nEndamálið við skeiðnum er at geva tær grundleggjandi kunnleika til øll málsviðgerðarkrøvini í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum annars. Aftaná skeiðið hevur tú eitt gott yvirlit og innlit í høvuðsprinsippini fyri málsviðgerð innan tað almenna. Tú fert at duga at eyðmerkja løgfrøðiligar fellur og tú fært stýr á\, hvat tú sum málsviðgeri skalt duga. \nTú fært gott skeiðstilfar\, ið kann brúkast sum vegleiðingaramboð í dagliga arbeiðinum. \nÁ skeiðnum hevur tú høvið at spyrja spurningar og tú fært eisini nógv burturúr\, av at tosa við hinar luttakararnar. \n  \nMálbólkur | Skeið fyri øll\, sum arbeiða innanfyri fyrisitingarlógina\, men sum ikki eru løgfrøðingar\nSkeiðið er ætlað málsviðgerðum innan tað almenna\, sum hava tørv á at læra um\, hvussu tú fremur rætta og rættvísa málsviðgerð. Eisini er skeiðið ætlað teimum\, sum hava arbeitt innan tað almenna í nógv ár\, men sum hava hug til at uppfríska fyrisitingarlógina og prinsippini í henni. \nErt tú nýggjur málsviðgeri í almennu fyrisitingini\, so er skeiðið ætla til tín. Men tað er eisini ætlað til tín\, sum hevur arbeitt sum málsviðgeri í nøkur ár. Kanska komst tú ongantíð so langt tá ella er tað  øgiliga langt síðani\, at tú hevur verið á skeið\, so tú ert farin at ivast í tí ymiska. Hvussu og hvat. \nKom við og slepp undan at ivast í\, um tú gjørt tingini rætt. \n  \nEitt skeið\, ið allir málsviðgerar innan tað almenna/kommunala eiga at taka:)\n\nUndirvísari: Petur Elias Nielsen\, løgfrøðingur\n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/fyrisitingarraettur-fyri-teg-id-ikki-er-logfrodingur-3/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL,Skrivstova og samskifti
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/Heimasidan-17.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241112T090000
DTEND;TZID=UTC:20241112T120000
DTSTAMP:20240912T133558Z
CREATED:20240912T133558Z
LAST-MODIFIED:20240912T133558Z
UID:23429-1731402000-1731412800@www.synergi.fo
SUMMARY:KT | Lær Forms - online tilmeldingarsíður\, kanningar vm.
DESCRIPTION:Lær at gera kanningar\, eftirmetingar\, atkvøðugreiðslur o.l.\n– skjótt og lætt!\n\n  \n\nHevur tú onkuntíð tørv á at savna upplýsingar frá øðrum?\nEitt nú í samband við \n\nonkra kanning\neina uppgávu\ntilmelding til jólafrokostin\, veitsluna\, starvsfólkadagin\,\nella kanska okkurt heilt annað?\n\n\n\n  \nTá kann Forms vera hent at duga!\nForms er eitt sera snilt forrit tá tað kemur til at savna upplýsingar\, sum tú á ein einfaldan hátt kanst arbeiða við og deila.  \nT.d. kanst tú\, tá upplýsingarnar eru komnar inn\,  gera einfaldar og víðkaðar greiningar av úrslitunum\, við at nýta hagtalsyvirlitið í Forms ella Excel.  \n  \n\nKom og lær at brúka Forms uppá 3 tímar!
URL:https://www.synergi.fo/skeid/kt-laer-forms-online-tilmeldingarsidur-kanningar-vm-3/
LOCATION:Gjaldstovan\, Kvíggjartún 1\, Argir\, 160\, Faroe Islands
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/09/Heimasidan-forms.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR