BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.2//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260518T090000
DTEND;TZID=UTC:20260520T160000
DTSTAMP:20260505T133327Z
CREATED:20260109T151232Z
LAST-MODIFIED:20260505T133327Z
UID:26268-1779094800-1779292800@www.synergi.fo
SUMMARY:Samstarv við Dansk Standard| Víðkað diplom­skeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini
DESCRIPTION:Fá eina gjølla innleiðslu í altjóða standardar fyri kunningartrygd.\nÍ samstarv við Dansk Standard\, kann Synergi nú bjóða hetta víðkaða diplomskeiðið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000 røðini\n  \n\nSkeiðið\nInnleiðsla til ISO/IEC 27001 við denti á ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005.\nSkeiðið gevur tær eina samlaða innleiðslu til standardarnar ISO/IEC 27001\, ISO/IEC 27002 og ISO/IEC 27005. Soleiðis fært tú bæði innlit í krøvini\, sum verða sett til eitt leiðslukervi fyri kunningartrygd (ISMS) í ISO/IEC 27001\, og íblástur til hvussu títt virki kann skipa sína tilgongd til at stýra kunningartrygdarváðar sambært ISO/IEC 27005. At enda fært tú eisini vegleiðing í\, hvussu útvald tiltøk úr ISO/IEC 27002 kunnu setast í verk. \nSkeiðið sameinar frálæru í teori við praktiskar venjingar og dømi\, so tú fært eina djúpari fatan av kunningartrygd og hvussu arbeiðið við henni verður stýrt í tíni fyritøku. Tú fært innlit í kjarnu­elementini í øllum trimum standardunum og teirra týdning fyri kunningartrygd og nettrygd. \nPróvtøka og prógv ella skeiðsváttan – tú velur\nSkeiðið endar við eini próvtøku\, sum staðfestir tína vitan og førleikar á økinum. Próvtøkan er frívillig. Fert tú til próvtøku\, fært tú prógv frá Dansk Standar uppá ISO 27001 – ISO 27002 og ISO 27005. Frávelur tú próvtøku\, fært tú í staðin eina skeiðsváttan frá Dansk Standard uppá tína luttøku í ISO 27001\, ISO 27002 og ISO 27005. \n  \nSkeiðið fevnir um\nSkeiðið gevur innlit í týdningarmestu standardunum innan kunningartrygd og váðastýring.\nISO/IEC 27001 er ein altjóða leiðslustandardur fyri kunningartrygd. Ið hjálpir feløgum at verja virðismiklar upplýsingar\, herundir persónsupplýsingar\, gjøgnum eina skipaða tilgongd til váðastýring\, prosess­skráseting og ábyrgdarbýti. Hetta er tað fullkomna amboðið til at skapa eina trygga og álítandi verju av upplýsingum. \nISO/IEC 27002 er ein vegleiðandi standardur\, sum útgreinar trygdartiltøkini í ISO/IEC 27001. \nISO/IEC 27005 hevur fokus á váðastýring og vegleiðir fyritøkur í at menna eina serliga tilgongd til at eyðmerkja\, meta um og handfara váðar.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/samstarv-vid-dansk-standard-vidkad-diplomskeid-i-kunningartrygd-vid-stodi-i-iso-iec-27000-rodini/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,KT,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Útbúgvingar,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2026/01/Untitled-design-11-scaled.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20260324T083000
DTEND;TZID=UTC:20260324T163000
DTSTAMP:20260319T132903Z
CREATED:20250618T124040Z
LAST-MODIFIED:20260319T132903Z
UID:24969-1774341000-1774369800@www.synergi.fo
SUMMARY:Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð
DESCRIPTION:Burðardygd sum leiðsluamboð \nTað ber illa til at tosa um framtíðar leiðslu uttan at tosa um burðardygd. Tí bjóða vit nú – í samstarvi við Aros Business Academy – eitt háaktuelt og neyðugt skeið um burðardygd sum starategiskt leiðsluamboð. \n  \nAros MiniMBA | Eitt eyka modul\, sum ger tína útbúgving enn meira fullfíggjaða\nHetta er eitt eyka modul til tín\, sum hevur tikið Aros MiniMBA.  \n  \nSkeiðið vendir sær til allar leiðarar\, sum ynskja meira vitan um Burðardygd sum strategiskt leiðsluamboð.\nTvs. at samstundis sum hetta er eitt eyka modul til MiniMBA útbúgvingina\, er hetta eisini eitt sjálvstøðugt skeið\, sum allir leiðarar kunnu luttaka á\, óansæð um teir hava MiniMBA ella ikki. \nØll kunnu luttaka á hesum skeiðinum\, sum er ment við tí fyri eyga\, at gera Aros MiniMBA enn meira fullfíggjaða. \n\n\nBurðardygd er vorðin ein týðandi og óloysiligur partur av nútímans virkisleiðslu\nHetta krevur\, at leiðarar skilja strategiska týdningin av at leiða burðardygt. Endamálið við hesum skeiðnum\, sum er eisini er eitt ískoytismodul til Aros MiniMBA í leiðslu\, er at geva tær neyðugu vitanina og amboðini\, soleiðis at tú kanst stýra\, skilja og leiða ymisk átøk fyri burðardygd og skapa tryggleika í tínum leikluti. Harafturat er endamálið eisini at eggja til\, at tú sum leiðari hugsar um og viðger tína egnu ábyrgd í sambandi við burðardygga leiðslu. \nInnihaldið fevnir um mest týðandi evni\, so sum sambandið millum burðardygd og vinnu\, hvussu vit eyðmerkja møguleikar og hóttanir\, og hvussu vit íverkseta burðardyggar mannagondir sum ein natúrligan part av vinnustrategiini. \nDentur verður lagdur á praktiska nýtslu av verandi amboðum í nýggjum burðardyggum samanhangum – og á týdningin av samskifti (at forða fyri greenwashing og greenhushing)\, skjalprógvan og positionering. \n\n\n👌💥Jasper Steinhausen undirvísir💪\nRithøvundur til Amazon Bestseljaran\n“Makin Sustainability Profitable”\n \n\n  \nKom og uppgradera tína Aros MiniMBA ella tína vitan um burðardygd \n>> Tekna teg bara beinanvegin\, so er tað ikki eftir <<\n  \n\nHoyr Jesper Steinhausen greiða frá 👇👇\nhttps://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/06/Jasper-Steinhausen-introvideo-2-1.mp4
URL:https://www.synergi.fo/skeid/burdardygd-sum-strategiskt-leidsluambod/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Útbúgvingar,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/webp:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/06/jasper-03.webp
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20241031T090000
DTEND;TZID=UTC:20241101T160000
DTSTAMP:20240930T090309Z
CREATED:20231215T112201Z
LAST-MODIFIED:20240930T090309Z
UID:21594-1730365200-1730476800@www.synergi.fo
SUMMARY:Retorikkur fyri leiðarar
DESCRIPTION:Bert pláss fyri 10 luttakarum\, so vit mæla til skjóta bílegging…\n\nTú heldur nógv fleiri talur\, enn tú heldur…\nHugsa bara um \n\nvælkomuna\nmorgunfundin og\npresentatión av nýggjum starvsfólki\nuppleggini til stýri/stjórn og\nmunnligar kunningar og frágreiðingar\n\n  \nHugsa eisini um tær stóru leiðaratalurnar\nUm eitt nú ársdagar og temadagar\, har fyritøkan savnast. \n  \nHetta er alt talur\, hóast tú kanska ikki hevur hugsað tað fyrr >>\nTalur\, har tú hevur møguleika at stýra\, hvønn veg tingini skulu fara… \nStórar talur\, ið savna fyritøkuna.\nMinni talur\, ið seta dagsskráir.\nSmáar talur – sum nærum koma undir vanligt prát – ið seta orð á støðuna. \n\nKom við og  fá stýr uppá retorikkin!\n  \nSí videobrot niðanfyri við undirvísarinum Jonas Gabrielsen. \n  \nhttps://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/12/Retorikkur-Video-til-heimasiduna.mp4\n  \n  \n 
URL:https://www.synergi.fo/skeid/retorikkur-fyri-leidarar-4/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,FB,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/12/Heimasidan-Retorikkur-nytt-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240531T080000
DTEND;TZID=UTC:20240531T123000
DTSTAMP:20240528T125019Z
CREATED:20240223T113231Z
LAST-MODIFIED:20240528T125019Z
UID:22481-1717142400-1717158600@www.synergi.fo
SUMMARY:Vitlíki (AI) í Adobe og Leonardo.AI
DESCRIPTION:Kom og lær at nýta vitlíki (AI) í Adobe pakkanum og Leonardo.AI\n  \nTað besta av øllum er\, at skeið er online\, so tú kanst sita heima í stovuni og læra 😉 \n  \nKollveltingin er byrjað! – Vitlíki í grafikki og talgildari sniðgeving\n  \nVið fullari ferð er vitlíki í gongd við at kollvelta tí grafisku vinnuni. Í 2024 útgávuni av Adobe pakkanum\, er vitlíki ein integreraður partur av forritinum. Photoshop hevur nú lagt afturat funkurnar Generativ Fill og Generativ Expand\, ið geva tær møguleikan\, uppá bert fá sekund\, at broyta útsjónd av myndum ella leggja ymiskar lutir afturat eini mynd. Harvið ber skjótt til fáa úrslit\, sum fyrr vóru ómøgulig ella sera tíðarkrevjandi. Í Illustrator kunnu vit stovna AI genererde vektorbaseraðar illustratiónir og í Adobe Firefly kunnu vit m.a. stovna myndir við vitlíki\, har tað er ógjørligt at kenna mun millum ektaðar og óektaðar myndir. \nUm vit vilja leggja uppaftur fleiri funkur afturat forritinum\, kunna vit nýta onkrar av teimum mongu tænastunum á netinum\, ið geva okkum uppaftur fleiri møguleikar at skapa veruleikakendar myndir. Ein av teimum bestu er Leonardo.ai og sjálvandi fara vit eisini at læra um tað á skeiðinum. \n  \nVer við….\nVer við í menningini\, tí tínir kappingarneytar taka seg framum\, um tú ikki fylgir við. Hettar skeiðið gevur tær innlit í nøkur av teimum mest bergtakandi møguleikunum vitlíki gevur tær innan grafiska- og talgilda sniðgeving og hvørji forrit eru mest hóskandi at nýta í tínum arbeiði. \n  \nInnihald\n\nNýtt: Nú er eisini møguligt at generera AI myndir beinleiðis í Indesign 🤩\nGenerativ Expand og Fill i Photoshop\nVitlíki vektorgrafikkur í Illustrator\nVitlíki í InDesign\nVitlíki gjørdar myndir í Adobe Firefly\nStovnan av myndum við Leonardo.ai\nHvussu tú brúkar tekst-prompts til at gera einstakar myndir\nHvussu tú nýtur ChatGPT\nStovnan av produkt- og SEO optimeraðum tekstum\nVitlíki gjørdar myndir og copyright\nMynda kunning við Content Credentials
URL:https://www.synergi.fo/skeid/vitliki-ai-i-adobe-og-leonardo-ai/
LOCATION:Online\, Online\, 188\, Faroe Islands
CATEGORIES:FB,NL,NÝTT!,Onlineskeið,Vitlíki,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/AI-skeid-covers-4.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240527T090000
DTEND;TZID=UTC:20240527T160000
DTSTAMP:20240508T103233Z
CREATED:20240312T134114Z
LAST-MODIFIED:20240508T103233Z
UID:22438-1716800400-1716825600@www.synergi.fo
SUMMARY:AI boost | Til fíggjardeildir\, kontrolling og "business support"
DESCRIPTION:Vitlíki sum virkisstuðul í fíggjardeildum\nFá ferð á við nýggjastu vitlíkistøknini\, ið hevur tikið heimin við stormi seinasta árið. Kom og fá grundleggjandi vitan um\, hvussu framkomin Ai-tøkni kann brúkast í fíggjarverðini. \nHetta er eitt nýtt skeið\, har tú kanst nema tær vitan um ta nýggju generativu vitlíkis tøknina\, og um hvussu tú/tit koma í gongd við at arbeiða við henni á fíggjardeildum\, kontrolling og innan “business support”. \nVið Generativ AI kann teldan eitt nú koma við nýggjum tølum\, tekstum\, myndum og eisini loysa trupulleikar\, við at brúka ta vitan\, sum teldan longu hevur frá eksisterandi data.\nTú fært grundleggjandi trygd í brúk og atgongd til\, hvussu tú á bestan hátt nýtir tøknina í tínum virki. \n  \nHetta fært tú burturúr… \nEftir AI Boost hevur tú eitt grundleggjandi innlit í\, hvat Generativ AI kann nýtast til\, og hvat tú skalt vera varug/ur við í mun til nýtsluna. \nTú verður betur før/ur fyri at kunna eyðmerkja\, hvat tú eigur at fara í gongd við\, og hvat kann verða ein hjálp í gerandisdegnum. Umframt tað fært tú kvalifiseraða sparring uppá hugskot og loysnir. \nAI boost gevur eisini eina innleiðslu í\, hvussu tú arbeiðir við einum privatum\, virkissermerktum modelli. \n  \nMálbólkur\nSkeiðið vendir sær m.a. til leiðarar\, millumleiðarar og kontrollarar\, sum arbeiða innan fíggjarviðurskifti\, leiðarar og seniorar á fíggjardeildum og fólk\, sum arbeiða sum “business supportarar” og fólk\, sum arbeiða innan fíggjarstýring. \n  \nUppá bert ein dag fært tú….\n\nEina grundleggjandi vitan um\, hvat umskapandi vitlíki (generativ AI) kann brúkast til í fíggjarverðini\nFingrarnar í ítøkiligar birtuvenjingar (prompting)\nInnlit í\, hvat tú skal vera varug/ur við í mun til brúk.\nFørleika at eyðmerkja hvat AI tit eiga at seta í verk\, sum kann gera gerandisdagin lættari.\nVitan um hvat tú ikki skalt rokna við at AI ordnar fyri teg\n\n  \nHeili 2 undirvísarar til max 15 fólk\nHetta skeiðið hevur heili 2 undirvísarar og tað sleppa í mesta lagi 15 fólk við á skeiðið\, so vit mæla til skjóta bílegging.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/ai-boost-vitlikis-stimbran/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,KT,Leiðsla og HR,NL,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Vitlíki,VP
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/02/AI-skeid-covers.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR