BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20250101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261007T090000
DTEND;TZID=UTC:20261104T160000
DTSTAMP:20261002T081905Z
CREATED:20260310T091956Z
LAST-MODIFIED:20261002T081905Z
UID:26649-1791363600-1793808000@www.synergi.fo
SUMMARY:HR-løgfrøði | Modul 1-3
DESCRIPTION:Hetta mást tú vita\nTað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum. \nTað merkir >>\n\nat tú fert at hava yvirlit yvir og stýr uppá allar reglar\, sum hava við starvsfólkaløgfrøði at gera\nat tú verður tilvitað/ur um\, hvørjar umráðandi avgerðir tú eigur at taka\nat tú fert at læra at taka løgfrøðiliga rættar avgerðir í starvsfólkamálum\n\nAt tú sum leiðari\, starvsfólkaleiðari\, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv\, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina\, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum. \nKennir tú hetta aftur >>\n\nTú ert við til at seta starvsfólk og gera sáttmálar? Eisini kanska stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar?\nTú ert onkuntíð við til at diskutera\, um tit skulu seta ein klausul inn í sáttmálan og tit kenna tykkum ongantíð 100% sikkur í niðurstøðuni.\nTú ert í iva um\, hvørji immateriell rættindi starvsfólkini hava?\nOg hvussu tað nú heilt nágreiniliga hongur saman viðv. tagnarskylduni og møguligum vinnuloynidómum?\nEisini kanst tú koma í iva um\, hvat við eftirliti av starvsfólkunum? Hvar gongur markið?\nOg hvussu er tað nú tá fólk gerast sjúk?\nKanst tú bara uttan víðari broyta uppá starvsinnihaldið ella starvsstað?\nHvussu er við barnsburð og frítið? Nær skal tað fráboðast leiðaranum?\nHvussu eru uppsagnartreytirnar hjá fastløntum í mun til tímalønt?\nHvat við uppsøgn av teimum\, sum eru sett í tíðaravmarkaði størv?\n\n  \nErt tú onkuntíð eitt sindur\n– ella nokk so nógv –\ní iva um\, hvussu og hvat tú í veruleikanum hevur “loyvi” til?\nSo er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið\, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides\, sum eru lættar at hyggja aftur í\, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum\, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar! \n  \nUndirvísingardagar\nModul 1 | 7. oktober 2026 \nModul 2 | 21. oktober 2026 \nModul 3 | 4. november 2026 \n\nTín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul\nTað er kanska ikki so nógv\, í mun til\, hvat ein skeiv avgerð\, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki\, at hava í viðførinum.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/hr-logfrodi-modul-1-3-9/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/HR-1-3-.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261118T090000
DTEND;TZID=UTC:20261120T150000
DTSTAMP:20260618T082821Z
CREATED:20260414T113613Z
LAST-MODIFIED:20260618T082821Z
UID:26732-1794992400-1795186800@www.synergi.fo
SUMMARY:Fundraising Manager | Útbúgving í 3 modulum
DESCRIPTION:Ein útbúgving í 3 modulum um praktiska og strategiska fundraising \nHevur tú eina góða verkætlan? Manglar tær fígging? Hvar og hvussu kanst tú søkja um stuðul? Sum fundraiser eru altíð nýggir møguleikar og avbjóðingar at søkja um stuðul úr grunnum og puljum.  \n  \nKom við og lær eina rúgvu\, sum tú kanst brúka beinanvegin!\nMarknaðurin broytist støðugt og kappingin um at fáa stuðul úr teimum ymisku grunnunum er størri enn nakrantíð\, tí fleiri og fleiri umsøkjarar eru. Tí er tað alneyðugt hjá teimum\, ið standa fyri at søkja\, at tilogna sær bæði nýggja vitan og førleikar\, um mann skal gera sær nakra vón um at vera við í stóru kappingini. \nFundraising Manager-skeiðið er ment við tí fyri eyga at skapa fleiri og betri fundraisarar við røttum fortreytum og førleikum at fáa uttanhýsis stuðul frá m.a. grunnum og ymiskum puljum. \n  \nLær alt um fundraising\nÁ teimum 3 modulunum lærir tú alt um fundraising – frá praktiska arbeiðinum við umsøknunum til at menna fundraising-strategiir – við støði í tíni egnu verkætlan ella strategi. \n  \nEndamál\nEndamálið við hesi styttri útbúgving í 3 modulum er\, at tú ikki bert fært prógv fyri tínar førleikar\, men eisini eina greiða fatan av\, hvussu ein umsókn\, sum er verd at stuðla\, skal síggja út og hvat ein foundraising stategi skal innhalda. Undirvísingin byggir á nýggjastu vitan um fundraising. Tú fært undirvísing frá royndum fundraisarum\, harumframt verða eisini framløgur frá fremstu fakfólkum og serfrøðingum innan økið. Fundraising Manager útbúgvingin sameinir praktiskar førleikar við teoretiskari vitan á høgum fakligum støði. Tað tryggjar tær ein dagførdan amboðskassa. \n  \n👉👉Útbúgvingin gav mær amboðini at søkja grunnar\, sum endaði við eini\n👍6-siffraðari játtan frá Spar Nord Fonden\nCharlotte Thyberg\, Stifter\, Det Kærlige Måltid \n  \n2 høvuðsundirvísarar og 3 gestaundirvísarar\nDennis Hørmann og Rasmus Munch eru báðir fastir undirvísarar á skeiðinum. Umframt teir báðar\, verða 3 gestaundirvísarar við (on-line).\nTeir eru báðir útbúnir cand.merc. og hava arbeitt við verkætlanarleiðslu\, altjóða sølu\, marknaðarføring v.m. síðani 2005\, og hava síðani 2010 verið partnarar í ráðgevarafyritøkuni Fundraiseren.dk  og í fyritøkuni Fonde.dk P/S\, sum er størsta stuðulssíða í Danmark. \nTeir eru høvundar av bestseljaranum Håndbog i fundraising. Hetta gevur teimum eina serliga innlit og vitan um stuðulsøkið. \n  \n👉👉Fundraiseren hevur í 15 ár veitt ráðgeving innan verkætlanarmenning og stuðulsfígging \n👍 og fingið meira enn 650 milliónir kr. til verkætlanir\nSíðani 2010 hevur Fundraiseren fingið meira enn 650 mió. kr. til verkætlanir\, býttar á meira enn 700 játtanir. Fyritøkan hevur undirvíst meira enn 13.000 luttakarum í fundraising og útbúgvið yvir 250 Fundraising Managers seinastu 8 árini\, so tú ert í tryggum hondum. \nEin góð íløga – kom við!\nRætta stuðulsumsókin kann geva sera stórar upphæddir í stuðli til tína verkætlan!\nEin sera hent útbúgving hjá øllum sum skulu søkja um stuðul úr einum grunni\, pulju ella líknandi. Tú fart eisini ein lista við viðkomandi grunnun\, ið tú kanst søkja úr. \n  \nLuttakarar september 2025
URL:https://www.synergi.fo/skeid/fundraising-manager-utbugving-i-3-modulum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,Leiðsla og HR,NÝTT!,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2025/04/Business-central-Heimasidan-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20261202T100000
DTEND;TZID=UTC:20261202T140000
DTSTAMP:20260624T084206Z
CREATED:20260624T083618Z
LAST-MODIFIED:20260624T084206Z
UID:27253-1796205600-1796220000@www.synergi.fo
SUMMARY:Sjúkrafrávera | HR-løgfrøði | Modul 5
DESCRIPTION:Tak røttu avgerð\nog slepp undan at ivast\nVit kunnu øll verða rakt av sjúku. Sjúkrafráveran kann tó eisini gerast ein kostnaðarmikil trupulleiki á arbeiðsplássinum.\nKom og fá greiðu á hvussu tú tekur rættar avgerðir og sleppur undan at ivast tá tað kemur til sjúkrafráveru. \n  \nLær um galdandi lógar- og sáttmálareglur\nÁ skeiðinum fara vit ígjøgnum galdandi lógarreglur og týdningarmestu sáttmálareglurnar. Vit fara at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava\, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku. \nM.a. nær arbeiðsgevarin hevur skyldu at gjalda løn undir sjúku\, nær dagpeningaskipanin tekur við\, nær eitt starvsfólk kann sigast úr starvi o.m.a. \nLuttakari sigur:\n“Stórsta aha upplivingin er at eg skuldi haft tikið hetta fyri langari tíð síðan.” \n“Eg vil viðmæla øllum teimum\, ið hava við lønarviðurskifti og sjúkradfráveru at gerða at koma á skeiðið.” Rúni Eur-Express\, 2026 \n  \nGG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR5-1000
URL:https://www.synergi.fo/skeid/sjukrafravera-hr-logfrodi-modul-5-2/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,HR-Løgfrøði,Leiðsla og HR,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/shutterstock_142814494.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20270111T090000
DTEND;TZID=UTC:20270113T150000
DTSTAMP:20260923T130310Z
CREATED:20260116T115917Z
LAST-MODIFIED:20260923T130310Z
UID:26319-1799658000-1799852400@www.synergi.fo
SUMMARY:Bókhald frá grundini
DESCRIPTION:Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \n  \n\nUndirvísingardagar\n\n11. januar kl. 9-15\n12. januar kl. 9-15\n13. januar kl. 9-15\n\n\nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\n\nMen bíða ikki ov leingi\, tí skeiðið er nærum altíð útselt.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-18/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Best umtókt,Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR