BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Synergi - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-WR-CALNAME:Synergi
X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo
X-WR-CALDESC:Events for Synergi
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240603T080000
DTEND;TZID=UTC:20240603T130000
DTSTAMP:20240524T092329Z
CREATED:20240322T130032Z
LAST-MODIFIED:20240524T092329Z
UID:22784-1717401600-1717419600@www.synergi.fo
SUMMARY:Copilot til Microsoft 365 | Fá fulla nyttu av AI-tøknini í forritunum
DESCRIPTION:Verð fremst við vitlíkis-amboðunum í Microsoft 365 App’unum\, t.d. Word\, PowerPoint\, Excel\, Outlook….\nTú fert at læra stórvirknu Microsoft Copilot 365-funkurnar\, sum fara at spara eina rúgvu av tíð og vera ein stór hjálp í  dagliga arbeiðinum. \n  \nSkeiðið\nVið Microsoft Copilot 365 kanst tú bert við at birta (Promta) gera og betra um tíni Wordskjøl og gera og betra um tínar PowerPoint-framløgur\, umframt at taka snarvegir til avanseraðu formlarnar og pivot-funkurnar í Excel. Hetta er ein heilt nýggj verð\, sum fer at gera arbeiði hjá tær munandi lættari! \nVirkisføri hjá hesum nýggju amboðunum økist viku fyri viku. 🤩 \nÁ hesum skeiðinum lærir tú bæði at brúka nýggju Copilot 365-funkurnar umframt perspektivering mótvegis øðrum vitlíkisamboðum og menningarmøguleikum. \nCopilot 365 brúkar motorin frá ChatGPT\, men verjir tínar dátur\, so hesar ikki verða brúktar til at venja forriti ella at tínar dátur á annan hátt koma út úr tínari fyritøku. Tann tætta sameiningin millum tær sterku funkurnar í Office – forritunum og ChatGPT geva heilt nýggjar møguleikar\, sum ongin av amboðunum hava havt fyrr á so høgum støði. \nSkeiðið vendir sær fyrst og fremt til verandi brúkarar av Office 365/ Microsoft 365. \n  \nKjarnuøki\n\nCopilot 365 í Word: Vit royna tær sterku funkurnar til tekst-framleiðslu og –betringar við grundarlag í eini birtu (Promt)\nCopilot í PowerPoint: Vit fara at uppbyggja framløguna frá grundini við grundarlagið í eini birtu (promt)\, umframt at betra bæði nýggjar sum gamlar framløgur út frá stuttum tekst-leiðbeiningum til vitlíki.\nCopilot í Excel: Vit fara á rundferð í øllum teimum mongu sterku amboðunum til dátuanalysur við leiðbeiningum úr dagligdags talu og uppliva saman\, hvussu formlar\, pivot\, datavisualiseraningar  vm. ongantíð áður hava verið lættari og meira produktivar.\nCopilot 365 út frá breiða perspektivinum: Vit skeita skjótt í nýggju vitlíkis-funkuna í hinum Office-forritunum og lúra eitt sindur inn í framtíðina eftir\, hvat er mest upplagt fer at henda\, út frá vitanini um núverandi funkurnar í nýggjastu og mest avanseraðu útgávu av ChatGPT.\n\nHettar skeiðið er fyrst og fremst til Office 365/ Microsoft 365 brúkarar. \n  \nFyritreyt\nSkeiðið er ment við tí fyri eyga at geva tær góðan íblástur\, at lyfta tínar førleikar og at bjóða tær virðisskapandi “Quick wins”\, sum tú fært gleði av beinanvegin í tínum arbeiðsdegi beint eftir lokið skeið.  Vit vænta\, at tú hevur eina grunnleggjandi vitan um 365-útgávurnar av Word\, PowerPoint og Excel\, – og vit kunna lovað tær eitt førleikalyft\, hóast tú ert yvir grundniveau. \n  \n  \nSami prísur sum í Danmark 🤩\nHarumframt sparir tú bæði tíð og pening til ferðing og gisting 😍 \n  \n  \nMicrosoft 365 Copilot\nEin stutt lýsing av skeiðinum frá skeiðsleiðaranum 😃👇👇 \n \n  \n  \nEin stutt lýsing av hvat Microsoft 365 Copilot kann 👇👇👇
URL:https://www.synergi.fo/skeid/copilot-til-microsoft-365-fa-fulla-nyttu-av-nyggju-toknini-i-ms365-forritunum/
CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NÝTT!,SuperUsers,Vitlíki
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2024/03/Copilot-Facebook-Post-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240417T090000
DTEND;TZID=UTC:20240419T160000
DTSTAMP:20240415T073523Z
CREATED:20230630T121627Z
LAST-MODIFIED:20240415T073523Z
UID:20029-1713344400-1713542400@www.synergi.fo
SUMMARY:Power BI | Fá yvirlit og finn megina í tínum dátum
DESCRIPTION:Nú er skeiðið longt til 3 dagar\, so vit kunna fara enn meira nágreiniliga til verka við Power BI. 🤩\n\n\n\nMicrosoft Power BI\n… er eitt tól\, ið hjálpir tær at fáa eitt skjótt og greitt yvirlit yvir tínar dátur. Power BI samlar dátur frá ymiskum keldum\, og gevur tær eina visuella mynd\, víst sum diagramm ella líknandi. Á hendan hátt kanst tú lætt handfara stórar dátumongdir uttan at nýta nógva tíð uppá dátuviðgerð. \n  \n\n  \nUppá 3 dagar fer Poul at læra okkum Power BI frá grundini\, við sínum serliga róliga og nærverandi hátti.   \n  \n\n  \nFinn gullið í tykkara dátum\nErt tú vanur/von við at arbeiða við stórum dátumongdum\, so veitst tú\, hvussu torført tað kann vera at hava tamarhald yvir øll inputtini. Tað kann vera ringt at avgera\, hvørjar dátur tú skalt nýta og hvørjir faktorar eru teir týdningarmiklastu. \nDátur eru gull fyri fyritøkuna\, og nýtir tú tínar dátur rætt\, kunna tær nýtast til at leiða fyritøkuna á røttu leið. Við góðum dátum kanst tú taka avgerðir grundað á fakta heldur enn eina kenslu. Dátur eru góðar at fanga broytingar í rákinum\, so at tú tíðliga kanst virka í samsvari við sveiggini í upp- og niðurgangstíðum. \n  \nDroymir tú \n\num at læra\, hvussu tú gagnnýtir lidnar rapportir og dashboards?\nVilt tú eisini skilja interaktión\, filtrering og staklutir í Power BI?\nDroymir tú um at gera og útgeva rapportir og dashboards?\nYnskir tú at fáa eitt yvirlit yvir\, hvat goymir seg í skjalamappuni hjá Power BI?\nVilt tú vita\, hvørjar dátur kunna nýtast í Power BI verðini?\nYnskir tú at kenna møguleikarnar fyri at nýta rapportir\, dashboards og apps?\n\nSvarar tú ja uppá omanfyristandandi\, so er hettar skeiðið júst nakað fyri teg! \n  \n\nEndamál\nSkeiðið er til tín\, ið vil koma gott í gongd við at gera frágreiðingar í Power BI. Tú verður ílatin til at skilja týdningarmiklu meginreglurnar aftanfyri PowerBI umframt at brúka megingrundarlagi í Power BI til effektiva dátugreining og visualisering. Tú kemur eisini at nema við\, hvussu tú útgevur og deilur rapportir og dashboards (Tólbretti) í Power BI service. \n  \n\n  \nInnihald\nÁ hesum skeiðinum fert tú at sniðgeva og útgeva tínar egnu rapportir umframt at gera dashboards\, har visualiseringar frá ymiskum rapportum kunnu samlast\, og harvið geva eitt skjótt yvirlit. \nSkeiðið gevur tær innlit í tilgongdina at gera rapportir\, har tað er av størsta týdningi at hava eitt gott dátumodell\, ið ger rapportina meira effektiva og ger tað lættari at gera útrokningar. Alt hettar kann gerast uttan at tú sjálv/ur er KT-mennari. Oftast kemur tú á mál uttan at koda eina einastu kodu. \nVið Power BI kann dátugrundarlagið skapast frá fleiri dátukeldum\,  har dáta kann umleggjast og setast í eitt dátumodell\, ið er miðstøð fyri útrokningar eins og tað visuella. Tú lærir\, hvussu samband skapast til fleiri dátukeldur. \nAftaná skeiðið kanst tú samantvinnaða tínar egnu dátur og arbeiða víðari við teimum í Power BI. \n  \n\n  \nMálbólkur\nSkeiðið hóskar væl til fólk\, ið eru í byrjanini av eini størri Power BI verkætlan. So tú kanst fáa eina góða byrjan við Power Bi og harvið kunna samskifta á einum góðum tekniskum støði við veitarar. Skeiðið er eisini upplagt fyri tey\, ið skula í gongd við tilgongdina frá a til z; at fara frá dátukeldum til lidnar rapportir\, dashboards og apps.
URL:https://www.synergi.fo/skeid/power-bi-fa-yvirlit-og-finn-megina-i-tinum-datum/
LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands
CATEGORIES:Búskapur og jura,KT,Leiðsla og HR,NL,Skrivstova og samskifti,SuperUsers
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/03/Power-BI-1200x500-1.png
END:VEVENT
END:VCALENDAR