BEGIN:VCALENDAR VERSION:2.0 PRODID:-//Synergi - ECPv6.3.3.1//NONSGML v1.0//EN CALSCALE:GREGORIAN METHOD:PUBLISH X-WR-CALNAME:Synergi X-ORIGINAL-URL:https://www.synergi.fo X-WR-CALDESC:Events for Synergi REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H X-Robots-Tag:noindex X-PUBLISHED-TTL:PT1H BEGIN:VTIMEZONE TZID:UTC BEGIN:STANDARD TZOFFSETFROM:+0000 TZOFFSETTO:+0000 TZNAME:UTC DTSTART:20240101T000000 END:STANDARD END:VTIMEZONE BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20241028T090000 DTEND;TZID=UTC:20241029T160000 DTSTAMP:20240329T020706 CREATED:20231215T112201Z LAST-MODIFIED:20231215T112201Z UID:21594-1730106000-1730217600@www.synergi.fo SUMMARY:Retorikkur fyri leiðarar DESCRIPTION:Bert pláss fyri 10 luttakarum\, so vit mæla til skjóta bílegging…\n\nTú heldur nógv fleiri talur\, enn tú heldur…\nHugsa bara um \n\nvælkomuna\nmorgunfundin og\npresentatión av nýggjum starvsfólki\nuppleggini til stýri/stjórn og\nmunnligar kunningar og frágreiðingar\n\n  \nHugsa eisini um tær stóru leiðaratalurnar\nUm eitt nú ársdagar og temadagar\, har fyritøkan savnast. \n  \nHetta er alt talur\, hóast tú kanska ikki hevur hugsað tað fyrr >>\nTalur\, har tú hevur møguleika at stýra\, hvønn veg tingini skulu fara… \nStórar talur\, ið savna fyritøkuna.\nMinni talur\, ið seta dagsskráir.\nSmáar talur – sum nærum koma undir vanligt prát – ið seta orð á støðuna. \n\nKom við og  fá stýr uppá retorikkin!\n  \nSí 3 videobrot niðanfyri við undirvísarinum Jonas Gabrielsen (og Kjell J. Rasmussen greiðir eisini frá). Sí eisini 2 við fyrrverandi luttakarar. \n \n  \n \n  \n \n  URL:https://www.synergi.fo/skeid/retorikkur-fyri-leidarar-4/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Best umtókt,FB,Leiðsla og HR,NL,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti,VP ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2021/12/Retorikkur-fyri-leidarar-mynd-1000-×-500px-1.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20241108T090000 DTEND;TZID=UTC:20241108T120000 DTSTAMP:20240329T020706 CREATED:20230209T140742Z LAST-MODIFIED:20240307T202129Z UID:19058-1731056400-1731067200@www.synergi.fo SUMMARY:IMRAN RASHID | Sunnir talgildir vanar DESCRIPTION:Early bird 1🐥\nTekna teg innan 13. juni og spar 200 kr. p.p. \nFullur prísur er 1260 + mvg\, \nEarly bird 1 prísur er 1060 + mvg\n\n\n“Eg droymi um ein heim\, har vit menniskju skilja\, hvussu týdningarmikil sambond og samvera er. Har talgildir miðlar hjálpa okkum uttan at mergsúgva okkum\, og har vit eru skermsunn\, tilvitaði og kreativ”.\n\nImran Rashid\n  \nGleð teg til hetta forkunnuga skeiðið við serlæknanum og serfrøðinginum í góðum talgildum vanum\, Imran Rashid. Skeiðið fer í dýpdina við at læra at skilja\, bæði hvussu okkara atferð er í talgilda heiminum\, og hvørja ávirkan talgildi heimurin hevur á okkara lív. \nModul 1\nÍ fyrsta modulið av skeiðinum seta vit sjóneykuna á sálarfrøðina\, m.a. menningina av heilanum og tey ástøði\, sum greiða frá okkara tilvitanarstøði og atferðarmynstri. Hetta ger\, at vit eru betri før at skilja eftirfylgjandi evnini\, ið eru á skránni. \n\nAtferð: Tilvitað og ótilvitað\nMenning og uppbygging/samanseting av heilanum\nTilvitskuteori\nVanateori\nHvussu okkara uppmerksemi virkar\nImpulskontrol\n\nModul 2\nÍ øðrum modulið verður sjóneykan sett á talgildu verðina\, har vit kanna\, hvussu tøknifrøðin bæði kann betra um og verða ein avbjóðing í okkara lívi og dagligdegnum. Vit fara at hyggja at muninum millum okkara tøknifrøðiligu nýtslu og misnýtslu \,og kjakast um\, hvussu design kann ávirka okkara online atferð. Vit fara eisini at hyggja uppá sosialu og sálarfrøðiligu avleiðingarnar av ótilskipari talgilding fyri fólk í øllum aldrum. \n\nTalgilding sum heild\nMunurin á “tech-nýtslu” og “tech-misnýtslu”\nAtferðardesign og “myrk mynstur”\nAvleiðingarnar av ikki stýrdari talgildari nýtslu hjá børnum\, ungum og vaksnum\nHvat sigur “evidensurin”\n\nModul 3\nÍ triðja og seinasta modulið verður sjóneykan sett á at finna eina sunna javnvág við tøknina. Við einari blanding av teori og praktiskum workshops og ráðgeving\, fer Imran Rashid at vísa á ætlanir fyri at fremja góða talgilda hjáveru hjá bæði einstaklingum og familjum. Hetta modulið vísir á praktiskar loysnir uppá vanligar talgildar tvístøður\, og endar við\, at luttakarar kunnu spyrja og deila av egnum royndum. \n\nMeginreglur fyri góða talgilding: Strukturelt\, mentunarligt og individuelt\nVerkstova við fokus á praktiskar loysnir\n Innleiðsla til “Skærmsund Familierådgivning”\nSpurningar\n\nSkeiðið er ment til tín\, sum ynskir at fá eina betri fatan av bæði egnu atferð umframt talgildu avbjóðingunum\, okkara modernaða samfelag stendur fyri.\nVið einari blanding av teoretiskari vitan og praktiskum venjingum\, miðar skeiðið móti\, at luttakararnir\, við neyðugum amboðum \, verða betri førir fyri at stýra í talgildu verðini við størri tilvitsku og tamarhaldi. \nTak fetið eitt stig víðari at læra at skilja bæði teg sjálva/n og talgildu verðina rundanum teg.\nKom við á hetta forkunnuga skeið við fremsta danska serfrøðingingum í góðum talgildum vanum\, Imran Rashid. \n  \nDagurin er væl egnaður til ráðlegginardag👌\nBólkaavsláttur  & Early bird avsláttur👇\nTeknar tú 5 fólk til fært tú 5 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi5 \nTeknar tú 10 fólk til fært tú 10 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi10 \nOg minst til at tit fáa bæði bólkaavsláttur og early bird avsláttur\, um tit bíleggja áðrenn freistirnar. \n  \nKom við! URL:https://www.synergi.fo/skeid/imran-rashid-sunnir-talgildir-vanar/ LOCATION:Hotel Føroyar\, Hotel Føroyar\, Tórshavn\, Føroyar\, 100 CATEGORIES:Børn og ung,KT,Leiðsla og HR,NÝTT!,Persónlig menning,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2023/02/Heimasidan-13-nyggj-mynd.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20241114T090000 DTEND;TZID=UTC:20241115T153000 DTSTAMP:20240329T020706 CREATED:20240228T145603Z LAST-MODIFIED:20240228T145603Z UID:22570-1731574800-1731684600@www.synergi.fo SUMMARY:Fyrisitingarrættur fyri teg\, ið ikki er løgfrøðingur DESCRIPTION:Ivast tú sum málsviðgeri onkuntíð í\n\nhvørt tú hevur notatplikt ella ikki?\num ALT skal noterast ella hvar markið gongur?\num tú ert ógegnig/ur í einum málið?\nhvør tað er\, sum skal hoyrast\, tá tit skulu hoyra onnur í einum málið?\nhvørjar tær røttu mannagongdirnar eru?\nOg ivast tú kanska eisini í vegleiðingarskylduni\, partshugtakinum\, ummælisrættinum\, viðger av trúnaðarupplýsingum\, hvussu tú skalt grundgeva\, kæruvegleiðingini osfr. osfr.\n\nSo er hetta skeiðið nakað fyri teg. \n  \nAftaná skeiðið ert tú ikki í iva um nær\, hvat\, hvør og hvussu;)\nÁ hesum skeiðnum fært tú alla ta vitan sum tú skalt hava\, sum málsviðgeri innan tað almenna. Tú fært alla ta vitan\, sum tær tørvar\, til at halda fyrisitingarlógina\, sum er gjørd við tí endamálið m.a. at tryggja\, at allir borgarar verða viðfarnir rættvíst og eftir sama leisti. Tú lærir alt um fyrisitingarlógina frá A-Z og ikki minst\, hvussu hon virkar í praksis. Tú fært innlit í\, hvørjar fellur eru og tú tryggjar at tíni viðskiftafólk\, fáa eina meiri professionella og rættvísa málsviðgerð. \nEndamálið við skeiðnum er at geva tær grundleggjandi kunnleika til øll málsviðgerðarkrøvini í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum annars. Aftaná skeiðið hevur tú eitt gott yvirlit og innlit í høvuðsprinsippini fyri málsviðgerð innan tað almenna. Tú fert at duga at eyðmerkja løgfrøðiligar fellur og tú fært stýr á\, hvat tú sum málsviðgeri skalt duga. \nTú fært gott skeiðstilfar\, ið kann brúkast sum vegleiðingaramboð í dagliga arbeiðinum. \nÁ skeiðnum hevur tú høvið at spyrja spurningar og tú fært eisini nógv burturúr\, av at tosa við hinar luttakararnar. \n  \nMálbólkur | Skeið fyri øll\, sum arbeiða innanfyri fyrisitingarlógina\, men sum ikki eru løgfrøðingar\nSkeiðið er ætlað málsviðgerðum innan tað almenna\, sum hava tørv á at læra um\, hvussu tú fremur rætta og rættvísa málsviðgerð. Eisini er skeiðið ætlað teimum\, sum hava arbeitt innan tað almenna í nógv ár\, men sum hava hug til at uppfríska fyrisitingarlógina og prinsippini í henni. \nErt tú nýggjur málsviðgeri í almennu fyrisitingini\, so er skeiðið ætla til tín. Men tað er eisini ætlað til tín\, sum hevur arbeitt sum málsviðgeri í nøkur ár. Kanska komst tú ongantíð so langt tá ella er tað  øgiliga langt síðani\, at tú hevur verið á skeið\, so tú ert farin at ivast í tí ymiska. Hvussu og hvat. \nKom við og slepp undan at ivast í\, um tú gjørt tingini rætt. \n  \nEitt skeið\, ið allir málsviðgerar innan tað almenna/kommunala eiga at taka:)\n\nUndirvísari: Petur Elias Nielsen\, løgfrøðingur\n  URL:https://www.synergi.fo/skeid/fyrisitingarraettur-fyri-teg-id-ikki-er-logfrodingur-3/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,Leiðsla og HR,NL,Skrivstova og samskifti ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2021/11/Fyrisitingarraettur-1000-×-500px-1.png END:VEVENT BEGIN:VEVENT DTSTART;TZID=UTC:20241118T090000 DTEND;TZID=UTC:20241120T150000 DTSTAMP:20240329T020706 CREATED:20231128T145012Z LAST-MODIFIED:20231128T145012Z UID:21584-1731920400-1732114800@www.synergi.fo SUMMARY:Bókhald frá grundini DESCRIPTION:Eftir 3 døgum ert tú væl koyrandi\nKundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit\, kassaroknskap\, MVG\, vøruroknskap\, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi\, so tú kanst koma í gongd. \nTú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað\, kassaroknskap\, skuldarar\, ognarar\, MVG\, roknskaparuppseting v.m. \nEgið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu? \nSkeiðið er sera viðkomandi fyri teg\, um tú hevur hevur egið virkið\, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg\, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum. \nSkeiðið krevur ongan forkunnleika – undirvíst verður á byrjanarstøði\, so øll kunnu vera við. \n\nKom við til eitt av okkara populerastu skeiðum!\n\nMen bíða ikki ov leingi\, tí skeiðið er nærum altíð útselt. URL:https://www.synergi.fo/skeid/bokhald-fra-grundini-15/ LOCATION:Synergi\, Karlamagnusarbreyt\, Karlamagnusarbreyt 1\, Hoyvík\, 100\, Faroe Islands CATEGORIES:Búskapur og jura,FB,KT,Skrivstova og samskifti,Útbúgvingar ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.synergi.fo/wp-content/uploads/2018/05/IMG_1070.jpg END:VEVENT END:VCALENDAR